mikudagur 2. november 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Fyri kortum boðaði Fótbóltssam
bandið frá, at Brian Kerr ikki heldur
fram sum landsliðsvenjari. FSF-
forsetin, Christian Andreasen, segði
við sjónvarpið hjá Kringvarpinum,
at orsøkin til at samráðingarnar
eru endaðar eru fíggjarligar og ikki
ítróttarligar.
– Eg samráddist tvær ferðir við
FSF, eina ferð í juli og so fyri trimum
vikum síðani, sigur ein vónbrotin
Brian Kerr.
58 ára gamli írin dylir ikki fyri, at
hann fegin hevði hevði hildið fram
í starvinum.
– Eg hevði fegin vilja hildið fram,
men FSF tóktist ikki so áhuga í at
tosa við meg. Teir høvdu nógv um
oyruni í summar og tí bleiv tað bara
til samráðingar í tveimum umfør
um. Eg skilji væl, at FSF hevur eina
fíggjarætlan at arbeiða útfrá, men
eg haldi at tað var minni munurin
millum partarnar, sigur Brian Kerr.
– Fleiri hava sagt við meg, at eg
havi gjørt eitt gott arbeiði her og
tað haldi eg eisini sjálvur, og tí er
tað eitt sindur løgið at standa eftir
við ongum, sigur Brian Kerr.
Brian Kerr megnaði at fáa fólkið
á sína síðu, nakað sum sæst aftur á
áskoðaratølunum. Umstríddi FIFA
styrkilistin vísir eisini, at føroyska
landsliðið gjørdi framstig, meðan
írin var venjari.
Errin íri
Brian Kerr tók við starvinum sum
føroyskur landsliðsvenjari í apríl
2009. Í fjórðu royndini eydnaðist
honum at føra føroyska landsliðið
til sigurs á Litava.
– Eg eri sera errin av at hava
fingið álitið frá eini heilari tjóð, at
standa á odda fyri landsliðnum hjá
teimum. Eg veit at eg havi sagt tað
fyrr, men tað er ein stórur heiður
fyri meg, sigur Brian Kerr.
Millum minniligastu avrikini
við írska landsliðsvenjaranum vóru
sigrarnir móti Litava og Estlandi og
javnleikurin móti Norðurírlandi,
umframt dysturin móti Italia á
Tórsvølli, har vit vóru breiddina
á stongini og tvørstongina frá at
vinna á einum fullsettum leikvølli.
– Tað vóru sjálvandi fleiri
deiligir
dagar
sum
føroyskur
landsliðsvenjari.
Sigrarnir
á
Litava og Estlandi og javnleikurin
móti Norðurírlandi. Sigurin móti
Estlandi var serliga søtur, tí vit
taptu í Estlandi í evstu løtu, greiður
Brian Kerr frá og heldur fram:
– Tað var eisini ein lætti at fáa
fyrsta sigurin á Litava, og ikki
minst stendur eftir í minninum
dysturin móti Italia, har vit raka
bæði stongina og tvørstongina og
eru um at vinna, sigur Brian Kerr.
Seinasti dysturin hjá Brian Kerr
sum føroyskur landsliðsvenjari var
móti Serbia í Beograd. Serbia vann
dystin 3-1.
– Eisini seinasti dysturin var ser
stakur, tí vit vóru líka við at koma
upp á 2-2 og spældu væl. Dysturin
vísti, at vit høvdu flutt okkum sum
lið. Tíverri endaði tað við, at vit
taptu 3-1, sigur Brian Kerr um góðu
minnini sum landsliðsvenjari.
Heim at gera havan
Brian Kerr er í dag 58 ára gamal.
Áðrenn hann gjørdist venjari hjá
føroyska landsliðnum, var hann
millum annað venjari hjá irska
landsliðnum og írska felagnum, St
Patrick’s Athletic. Men hvat ætlar
írin sær nú at finna upp á.
– Nú fari eg at taka mær av løtt
um og heilsa upp á fólk, sum eg ikki
havi sæð leingi, umframt at eg havi
ein hava, sum eg ikki havi passað
í longri tíð, sigur Brian Kerr við
einum brosi.
Brian Kerr arbeiðir fyri bæði
írskt sjónvarp og útvarp.
– Eg fari sjálvandi til teir dyst
irnar eg kann, og eg havi eitt sindur
av miðlaarbeiði at gera, og so fáa vit
annars at síggja hvat hendir, sigur
Brian Kerr.
Í tíðini sum føroyskur lands
liðsvenjari var Brian Kerr millum
annað settur í samband við starvið
sum hjálparvenjari hjá skotska stór
felagnum Celtic.
Takk fyri og góða eydnu
Hóast samstarvið millum Brian
Kerr og Fótbóltssambandið endaði
heldur brádliga, so er Brian Kerr
glaður fyri tíðina sum landsliðs
venjari.
– Eg vil gjarna takka øllum,
sum hava stuðlað mær sum lands
liðsvenjara. Tað hevur verið ein
heiður at verið landsliðsvenjari hjá
Føroyum. Spælararnir hava næstan
uttan undantak verið erligir og
givið seg alt teir kunnu. Eg vil eis
ini takka Fótbóltssambandinum
fyri samstarvið og ynskja teimum
og føroyskum fótbólti alt tað besta
í framtíðini, sigur Brian Kerr at
enda.
Við Brian Kerr á odda megnaði
føroyska landsliðið at vinna sær sjey
HM- og EM-undankappingarstig og
skjóta níggju mál, og fyri fyrstu ferð
nakrantíð at flyta ein styrkisbólk
upp.
trondur@sosialurin.fo
VÓNBROTIN OG FEGIN
Brian Kerr er vónbrotin av, at samstarvið við Fótbóltssambandið skuldi fara fyri bakka, men samstundis er hann fegin fyri
tað, hann hevur fingið burturúr og upplivað hesi bæði árini sum føroyskur landsliðsvenjari
Mynd: Álvur Haraldsen
Nú skal eg passa havan
landsliðsvenjarin
Fótbóltur Tað sigur Brian Kerr, sum ikki heldur fram sum føroyskur landsliðsvenjari. Hann er
vónbrotin av samráðingarnar ikki komu á mál og metur at talan var um lítlan mun millum partarnar
Ein ovurfegin landsliðsvenjari, eftir javnleikin móti Norðurírlandi
Mynd: Álvur Haraldsen