mikudagur 2. november 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Tað fall ikki í góða jørð hjá øllum, tá
føroyska Fótbóltssambandið boðaði
frá, at Brian Kerr ikki heldur fram
sum føroyskum landsliðsvenjari.
– Eg vóni, at FSF hevur vent
hvørjum møguleika fyri at fáa
Brian Kerr at verða verandi, sigur
Gunnar Nielsen.
Tað tykist verða breið semja
millum leikararnar um, at teir vildu
hava 58 ára gamla íran at halda
fram í starvinum.
– Brian Kerr var okkara maður
og hann var altíð klárur at berjast
fyri okkum. Var tað eitt ella annað,
sum ikki var í lagi, so gjørdi hann
vart við tað. Hann fann seg ikki í
hvørjum sum helst, sigur føroyski
landsliðsmálmaðurin.
Kemar fyri søkini
Tað var millum annað í Italia, at
Brian Kerr gjørdist í øðini, tá hann
sá venjingarvøllin hjá føroyska
landsliðnum. Hann tvingaði italska
fótbóltssambandið at finna teimum
ein nýggjan vøll.
– Tað er so lætt at traðka á okk
um, tí vit eru ein lítil tjóð, men
hann fann seg ikki í nøkrum, sigur
havnarmaðurin í Manchester.
Eisini í málinum um FIFA-styrki
listan, tá útrokningar vístu, at Før
oyar í veruleikanum vóru framman
fyri Wales, men FIFA hevði Wales
framman fyri okkum, var Brian
Kerr okkum góður, heldur Gunnar
Nielsen.
– Tak eisini málið um FIFA-
styrkilistan. Tað var ikki, fyrr enn
tað kom fyri oyruni á honum, at
ferð kom á málið. Tað er líka mikið,
hvørjum vit eru uppi ímóti, so
kempar hann fyri síni søk, sigur
Gunnar Nielsen víðari.
Kalt vatn í blóðið
Føroyska landsliðið skal nú hava
ein nýggjan landsliðsvenjara og
fyrsta navnið úr hattinum tykist
verða danin, Lars Olsen.
– Eg vóni at Fótbóltssambandið
slær kalt vatn í blóðið og kannar
allan marknaðin. Tað ganga nógvir
góðir venjarar uttan starv, eisini her
í Bretlandi, og tú fært ikki meira
enn eitt nei, sigur Gunnar Nielsen.
Gunnar sigur víðari, at leikarar
nir eru sum so ikki spurdir, hvønn
teir vilja hava.
– Nei, teir leikarar, eg havi tosað
við, hava einki hoyrt. Men eg vóni
bara, at FSF ger sær ómak við at
finna rætta mannin, tí vit hava
endiliga fingið fólkið aftan fyri
okkum aftur, sigur Gunnar Nielsen
at enda.
Gunnar Nielsen er í holt við upp
venjing eftir skaðan, ið hann fekk í
knæið fyrr í ár. Tað gongur ein tíð,
áðrenn Gunnar aftur kann standa
í mál.
trondur@sosialurin.fo
landsliðsvenjarin
SAKNAR KERR
Landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, er ikki serliga fegin um, at Brian Kerr gevst sum landsliðsvenjari, tí
hann hevur verið góður fyri føroyska landsliðið – ikki minst, tí hann ikki finnur seg í hvørjum sum helst
Myndir: Álvur Haraldsen
Hann var okkara maður
Fótbóltur Gunnar
Nielsen er ikki so
glaður fyri tíðindini
um, at Brian Kerr
ikki heldur fram sum
landsliðsvenjari.
– Hann fann seg ikki
í, at nakar traðkaði
á okkum, bara tí
vit eru ein lítil tjóð,
sigur føroyski lands
liðsmálmaðurin