mikudagur 2. november 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
2. partur
Poul Johannes hevur fleiri ferðir
verið í vanda á sjónum. Fyrstu ferð
var í 1949, tá ið hann. 18 ára gamal,
var við »Havfrúnni«, har Wolfang
Andreassen av Oyrabakka var
skipari.
Teir vóru undir Íslandi á línu
veiðu. »Havfrúgvin« var eitt gott
skip men hevði heldur lítlan motor.
Tað var tí ringt at stýra upp, tá ið
línan skuldi dragast.
Eina ferð, meðan teir fiska á
Norðlandinum, gjørdist satt ódnar
veður við kavaroki av landnyrðingi.
Wolfang gjørdi tí av at fara inn á
Siglufjørðin at kroka. Teir skuldu
eisini taka agn.
Í hesum líkindum sigldu teir inn
móti landi. Tað frættist seinni, at
har er so forbrent við magnetiskum
botni. Teir høvdu hvørki ekkolod
ella radara, og tað sást ikki fram
um stavn.
Orsakað av ódnarveðrinum var
tað trupult at meta um, hvussu
nær teir vóru komnir landi. Tí legði
skiparin skipið stilt fyri at kasta
loddið fyri at máta dýpið.
Fara á land
Skipið hevði ikki meiri enn lagt
stilt, tá ið eitt stórt brot legði seg
yvir tað.
Manningin merkti, at skipið tók
botn og varð slongt eftir síðuni
inn móti fjøruni. Har var útgrunt.
Fleiri stór brot skolaðu yvir skipið,
og trýstu tað longur og longur inn
í fjøruna.
Skiparin tendraði radiosendaran
og sendi neyðarkall. Hetta var júst
klokkan 22.00 um kvøldið. Her
hendi nakað, sum kann sigast at
vera ein hægri leiðsla.
Fjarritarin
á
telegrafstøðini
á Siglufjørðinum hevði vakt til
klokkan 22.00.
Seinni greiddi hann frá, at van
liga sløkti hann radioútgerðina júst
klokkan 22. So fór hann at lata seg í
frakkan, áðrenn hann fór til hús.
Hetta kvøldið var øðrvísi. Hann
visti ikki hví, men kl. 22 fór hann fyrst
eftir frakkanum og læt seg í hann, og
fer so at sløkkja. Júst meðan hann er
ávegis yvir móti sendaranum fyri at
sløkkja, hoyrir hann neyðarkallið frá
»Havfrúnni«. Her vóru tað sekundir
um at gera. Telegrafisturin fær sam
band við Wolfang, sum segði frá, at
teir vóru farnir á land, men hann
visti ikki akkurát hvar tað var. Men
hann helt, at tað var vestanfyri
Siglufjørðin.
Telegrafisturin boðar frá beinan
vegin, hvussu støðan var. Fleiri skip
fóru út av Siglufirði at leita eftir
teimum. Har vóru bæði íslendsk og
føroysk skip, men líkindini vóru so
vánalig. Tað var so nógv kavarok, at
skipini sóu einki.
Klokkan eitt klárnaði í. Tá sóu teir
vitan beint innanfyri. Hann høvdu
teir ikki sæð fyri kavarokinum.
Skiparin gav tá boð um at stoyta
olju á eina madrassu, hanga hana
upp í formastrina og seta eld á
hana. Tá sóu skipini, hvar teir vóru
farnir á land. Leitingarmenninar frá
Siglufjørðinum vóru beinanvegin
varskógvaðir.
Poul Johannes Poulsen:
Kundi eins væl gingið burtur
við »Havfrúnni«
Tað hava verið fleiri vanlukkur við føroyskum skipum, har tað kundi gingið nógv verri,
men har manningin kortini er bjargað. Eitt dømi um hetta er »Havfrúgvin« í 1949
Manningin avmyndað á Siglufirði. Aftast rað frá vinstru: Ingolf Andreasen, Norðskála, Samson Poulsen, Ljósá, Poul Johannes Poulsen, Ljósá, Frederik
Ejdesgaard, Eiði, Johan Petersen, Norðdepli, Peter Mc Gavin, Tórshavn, Karstin Isaksen, Tjørnuvík og Odmar Tróndheim, Leirvík.
Miðraðið: Óli Rasmussen, Fuglafjørð, Petur Andreassen, Eiði, Wolfang Andreassen, Norðskála, Tórhallur Andreassen, Norðskála, Jógvan Johansen, Eiði, Sverri
Festirstein, Eiði. Fremst: Svend Christiansen, Leirvík, Elmar Ellingsgaard, Eiði, Hans Edmund Johannnesen, Hvannasund, Johannes Petersen, Runavík
»Havfrúgvin«