mikudagur 2. november 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 2. november 2011 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Vegna ódnarveðrið fingu skipini
einki gjørt fyri at hjálpa teimum. Tí
mátti hjálpin koma frá landi av.
»Havfrúgvin« var endað inni
undir einum forbergi við mestsum
ongari fjøru. Sjálvt um manningin
hevði komið á land har, so sluppu
teir ongan veg.
Poul Johannes var í koyggjuni,
tá ið skipið bar við land, og hann
hoyrdi rópini: »Bakka, bakkka!«
meðan sjógvurin sprændi niður
í lugarið. Tað var eitt at gera, og
tað var at tørna út í stundini. Poul
Johannes fekk latið seg í og so upp
á dekkið.
Allir 18 menninir vóru skjótt
uppi á dekkinum. Teir fóru í fyrsta
umfari fram á bógvin at standa.
Fleiri fóru tó beinan vegin upp í
rigningin at standa. Tað var so ringt
at standa á dekkinum, tí sjógvurin
skolaði inn yvir skipið.
Tað var nokk so stórur munur
á flóð og fjøru. Tá ið fjøra var, var
skipið nokk so róligt, meðan tað var
verri, tá ið flóðin kom.
So hvørt, sum skipið kom longur
inn í fjøruna, minkaðu brotini.
Skipið var sterkt, men tað fór verri
og verri sum tíðin gekk.
Har var einki at gera hjá teimum,
sum støðan var, uttan at bíða eftir
hjálp. So var bert at vóna, at skipið
ikki fór í sor, áðrenn hjálpin kom.
Stjóraðir í land
Vónir vóru tó alla tíðina um bjarg
ing. Boð vóru jú komin í land til bjarg
ingarfelagið. Eina ferð síggja teir tveir
mans á rossabaki koma framvið. Tá
vistu teir, at hjálpin var á veg.
Vegna stórkava kundu bjargingar
menn ikki koyra í bilum, hóast
vegurin gekk nær við, har skipið
stóð. Bjargingarmenninir máttu tí
fara til gongu frá Siglufirði við línu
og aðrari útgerð fyri at hjálpa. Kavin
tarnaði so nógv, at tók langa tíð at
koma fram til skipið. Teir komu ikki
fram fyrr enn kl. 8 morgunin eftir,
10 tímar eftir at skipið var farið á
land.
Bjargingarmenninir vóru fyri
reikaðir og høvdu lagt eina bjarg
ingarætlan, tá ið teir komu á staðið,
har »Havfrúgvin« stóð.
Fyrsta stigið í bjargingini var at
lora tveir teir sterkastu menninar
niður í eina torvu í berginum. Hesir
skuldu fáa hendur á boyu, sum
manningin hevði slept frá skipinum
við einum enda í. Í henni var fest
línan, sum skuldi nýtast at bjarga
manningina í land. Hesir menn
vóru gjølla valdir út. Teir skuldu
bæði hava góðar nervar og góðar
kreftir. Hans Jacob Abrahamsen í
Oyndarfirði var annar. Hann var
bestimaður við fuglfjarðaskipi
num »Gulldrangi«, og teir vóru
tilvildarliga inni á Siglufirði, tá ið
hetta hendi. Hin var ein løgreglu
maður av Siglufirði. Fyrst vórðu
teir loraðir niður í fjøruna, har teir
fingu fatur í boyuni. Síðani vórðu
teir hálaðir nakað uppaftur í bergið
á ein kneysa í berginum. Frá honum
hálaðu teir alla manningina á »Hav
frúnni« í land, ein eftir annan.
Tann fyrsti, sum varð drigin í
land, var minsti maður umborð. Tá
var lættari at staðfesta, at alt rigg
aði, sum tað skuldi. Tað gjørdi tað
eisini.
Poul Johannes hevði keypt sær
eina lummalykt, áðrenn teir fóru
avstað. Hana hevði hann tilvildarliga
í lummanum. Tí kundi hann hjálpa
til við at lýsa fyri monnunum, sum
fóru í bjargingarstólin, hjálptir av
skiparanum. Tí var Poul Johannes
sjálvur ein tann seinasti, sum kom
í land.
Tá ið bert Wolfang var eftir,
fekk »Havfrúgvin« eitt slíkt brot, at
masturin datt og rakti akkurát ikki
bjargingarlínuna. So heppið var tað.
Datt masturin á línuna kundi tað
havt forðað fyri, at Wolfang varð
bjargaður. Hann slapp av skipinum,
og so hálaðu teir hann í land. So tað
kann sigast, at tað var í seinastu
løtu, at hjálpin kom.
So 12 tímar til gongu
Allir av manningini vóru komnir
upp á bakkan umleið klokkan 10
um morgunin. Farið var til gongu, tá
ið allir vóru komnir upp. Teir vóru
bæði vátir og kaldir, tí teir høvdu tá
staðið úti í kulda, sjóroki og kavaroki
í tíggju tímar. Bjargingarmenninir
høvdu fingið ein lækna við sær.
Hann gav teimum okkurt at leska
sær á, sum teir ornaðu av. So var
farið til gongu. Tað var bæði langt
og tungt at ganga gjøgnum djúpa
kavan. Teir skuldu eisini ganga upp
um skarðið. Allir vóru illa fyri, og tað
tók umleið 12 tímar, áðrenn teir komu
til Siglufjarðar um 10 tíðina á kvøldi,
eitt samdøgur aftaná vanlukkuna.
Móttøkan á Siglufirði var ovur
honds stór. Har búðu eini 1000
– 1500 fólk. Tað var næstan hvørt
fólk farið av húsi fyri at taka ímóti
teimum og síggja hesar forlistu
føroyingarnar. Har komu bæði
konur og menn, ið ynsktu teimum
»væl afturkomnum til lívið«.
Manningin fekk innivist á Hotel
Siglunes, og teir vóru í Íslandi nær
um eina mánað. Tað var bert ferða
samband til Føroyar eina ferð um
mánaðin, og farturin var júst farin, tá
ið hetta hendi. Teir sluppu tískil heim
næsta fartin við »Drotningini«.
Rói út í Grønlandi
Í 50-unum vóru fleiri hundrað føroy
ingar í Grønlandi og róðu út um
sumrini, nógvir vóru í Føroyinga
havnini.
Eftir at hava verið við norð
monnum, sum greitt frá í seinasta
parti, fór Poul Johannes í 1954 yvir
í Føroyingahavnina at rógva út. Har
hevði Nordafar útgerðarstøð.
Men umstøður gjørdu, at teir
sluppu ikki heim fyrr enn aftaná, at
Nordafar var afturlatið fyri árið.
Hetta gjørdi, at teir ikki fingu
keypt útgerð og mat. Sum tíðin
gekk, fór maturin at ganga undan,
og tað gjørdist svangligt.
Hans, beiggi Elin, konu Poul
Johannes, var eisini í somu støðu.
Hann og hansara felagar veiddu
ein rev, sum teir kókaðu og ótu. Teir
fingu á tann hátt feskt undir tonn
ina. Tað sigst, at væl smakkaði.
Teir komu so heim við skipi, sum
als ikki var útgjørt til, at hava so
nógvar menn umborð. Teir sluppu
bert at gera sær eina máltíð um
samdøgrið, og hetta mátti vera um
náttina fyri ikki at nerva manning
ina. Heimferðin var long, so hetta
var ein strævin túrur.
Eisini hevur Poul Johannes verið
flekjari við týskum trolarum. Týsk
arum letur Poul Johannes væl at.
Bestir á Norðhavinum
Síðan er tað útróðurin, sum teir
báðir brøðurnir, Poul Johannes og
Andreas vóru felags um í mong ár.
Báturin hjá teimum kallaðist
»Hjallur«. Hann mistu teir við
Kellingina, sum greitt verður frá í
komandi parti.
Andreas og Poul Johannes smíð
aðu sær saman við Símun Johan
Wolles, kenda bátabyggjaran av
Eiði, ein nýggjan »Hjall«.
Hetta gekk stak væl. At lýsa
hetta kann verða endurgivið brot
úr blaðið Fjarðbúgvin í 1974. Her
verður sagt:
»Besti báturin á Norðhavinum
í vár uppá seg har norðuri á Eiði
– og helst eisini í landinum – man
uttan iva vera Hjallur við Ljósá.
So vítt okkum kunnugt rógva bert
2 mans við honum, og hava teir
fiskað ikki minni enn 65.712 pund
í tíðarskeiðinum 25. februar til 4.
mai. Hetta man vera Norðhavsmet
burturav.«
Fjarðbúgvin hevur annars eina
uppgerð yvir bátar, sum hava avreitt
á Eiði fram til 29. apríl 1974. Teir vóru
meira enn 40 bátar. Í dag verður
fiskur neyvan virkaður á Eiði.
Hetta var áðrenn tær elektron
isku snellurnar. Teir høvdu tvær
hondsnellur í part. Meðan teir
drógu aðra upp, rann hin niður.
Tað var sjáldan, at tað var brúk fyri
at fíla. Fiskurin kom á beinanvegin.
Tað vóru einir 7 húkar á hvørji dorg,
so tað var skjótt at fiska.
Eisini halda brøðurnir, at dorgin
hevði týdning. Dergur vóru úr
nylon, men nylon valdast. Sumt
nylon hevði ælabogalit. Hetta ræddi
fiskin nakað í mun til tað heilt klára
nylonið, sum teir brúktu.
Annars siga teir eisini, at fiskurin
fór at økjast nógv undir Føroyum,
tá ið fiskimarkið í 1964 fór út á 12
fjórðingar. Men tá ið tað fór út á 200
fjórðingar í 1976 minkaði fiskurin
aftur. Orsøkin var einfalt tann, at
nú komu ein hópur av trolarum inn
á grunnin, og hetta merktist eisini á
stovninum.
Tann 7. juli 1977 keypa teir gamla
rutubátin »Reynir«. Nú gjørdist tað
eisini lættari at rógva út. Hesin
bátur var størri, og hann hevði eisini
dekk og uppihaldsrúm. Hendan
bátin høvdu teir fram til 1998, tá ið
teir gevast við at hava útróður sum
høvuðsvinnu.
Síðan fóru teir at smíða bátar.
So hetta eru menn við fjølbroyttum
evnum.
Fingu um skrúvuna
Teir hava sjálvsagt upplivað nógv
sum útróðrarmenn. Sum eina
ferð, teir fóru við kalvalínu. Tað
var harður streymur, so teir máttu
bíða til streymurin vendi. Tað var
farið at skýma ordiliga tá. Teir settu
eina boyu niður afturat. Teir høvdu
ikki meira enn sett hesa boyuna,
tá kemur hin upp. Tað lukkaðist
at fáa línuna aftur í øllum góðum.
Men beint, tá ið teir skuldu koyra
á, kom eitt stórt trol um skrúvuna.
Hetta gjørdi eisini tað, at okkurt
gekk fyri við skrúvuni, so tað
kundi ikki siglast. Hetta var úti við
Stakkin. Eystfallið var við at koma.
Teir royndu so at rógva so mikið, at
teir kundu koma inn í flógvan. Teir
koyrdu tvey ella trý dregg út, so teir
kundu liggja har. Tað var nokk so
ófýsið ta náttina, og tað var regn av
útsynningi. Teir vistu ikki, um hetta
fór at halda. Teir sóu beint inn á
Tjørnuvík og royndu at blussa, men
einki menniskja var úti í Tjørnuvík,
sum veðrið var.
Tá høvdu tey varskógva heimaní
frá, tí teir ikki komu aftur í aftur.
Postbáturin Reynir kom fram á
teir.
Eftir hetta varð syrgt fyri altíð
at hava telefon í bátinum.
Brøðurnir vinstrumegin frá Poul Johannes, Andreas og Hans Elmar
Útróðrarflotin við Ljósá. "Reynir" og "Hjallur"
Poul Johannes og Elin
Í komandi parti verður
greitt frá, tá ið Poul
Johannes og Andreas
máttu gista á Kellingini