fríggjadagur 4. november 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 4. november 2011 · Nr. 128
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Hetta er einki annað enn
ein vánalig umbering.
Kristin Michelsen, nývald
ur tingmaður fyri Javnaðar
flokkin, varð tikin á bóli, tá
ið hann hoyrdi, at hann skal
vera ein orsøk til, at Kaj Leo
Holm Johannesen, nú hev
ur sett Javnaðarflokkin, nú
hann roynir at skipa nýggja
samgongu og er farin at sam
ráðast um eina borgarliga
samgongu ístaðin.
- Tað er vánaligt, at hann
leggur so stóran dent á nøkur
orð, sum eru fallin í valrúsi,
leggur hann afturat.
Hvalba má verða fyrst
Løgmaður hevur sagt al
ment í Kringvarpinum, at
hann vildi royna eina borg
arliga samgongu og at tað
ikki hevði gagnað Javnaðar
flokkinum at ávisir tinglimir
í flokkinum høvdu sett fram
treytaleys krøv á sjálvum
valkvøldinum.
Ongin ivi er um, at Kaj
Leo Holm Johannesen sipaði
til nývalda tingmannin hjá
Javnaðarflokkinum, Kristin
Michelsen, sum á sjálvum
valkvøldinum staðfesti, at
skuldi hann í eina samgongu,
var ein nýggjur Hvalbiar
tunnil ein avgjørd treyt.
Kristin Michelsen stað
festir, at hann hevur ongan
tíð sagt at ein ein nýggjur
Hvalbiartunnil skal gerast
nú.
- Eg dugi væl at síggja, at
tað fer at bera illa til at fara
undir stórar verkætlanir, so
leiðis sum tíðirnar eru nú við
stórum halli á fíggjarlógini.
- Men eg havi sagt, at ein
nýggjur Hvalbiartunnil skal
raðfestast fremst og skal
vera tann næsti tunnilin,
sum verður gjørdur, áðrenn
farið verður í holt við tunlar
nar norður um fjall.
- Og tað standi eg við, tí
hann er ein sonn deyðsfella
við tí ferðslu, sum er igjøg
num hann av privatbilum,
lastbilum og treylarum í
sambandi við tað nógva
vinnulívið, sum er í Hvalba.
- Vit ganga bara og bíða
eftir, at ein vanlukka hendir
og tá ið hon hendir, eru ongir
møguleikar fyri bjarging, tí
hon er so trong, leggur hon
afturat.
Kristin Michelsen hevur
eisini kravt, at ætlanin um
at leggja øll trý sjúkrahúsini
undir eina felags leiðslu,
verður slept.
- Tað kann so aldrin
vera nøkur forðing fyri eini
samgongu
ímillum
Sam
bandsflokkin og Javnaðar
flokkin, tí síðani hava allir
floksformennir váttað, at tað
skal ikki henda, sigur nývaldi
løgtingsmaðurin hjá Javnað
arflokkinum.
Vánaligt
Hinvegin vísir hann á, at at
sambandsflokkurin
hevur
havt eitt gott samstarv við
Javnaðarflokkin
tveimum
teimum síðstu samgongu
num.
Eftir at Fólkaflokkurin
fór burtur úr, traðkaði Tjóð
veldi til og saman fingu teir
tríggir flokkarnir, Sambands
flokkurin,
Javnaðarflokk
urin,
Tjóðveldi,
umframt
Framsókn
og
Sjálvstýris
flokkurin, framt fleiri stór
mál.
Tí heldur Kristin Michel
sen ikki, at tað tænir ikki
løgmanni til rós, at hann nú
við einum eygnabrái skúgvar
Tjóðveldi og Javnaðarflokkin
til viks.
- Tað er harmiligt, at løg
maður longu hava gloymt, at
tað vóru Javnaðarflokkurin
og Tjóðveldi, sum bjargaði
honum, tá ið á stóð.
- Vit bjargaðu eisini løg
manni, tá ið hansara egnu
floksfelagir vendu sær ímóti
honum.
Kristin Michelsen sipar til,
at tá ið lógin um vinnuligan
fiskiskap varð samtykt, vóru
tað heili trý Sambandsfólk,
sum atkvøddu ímóti, nevni
liga Bjørn Kalsø, Alfred Olsen
og Edva Jacobsen.
Stórar ósemjur
Upp undir valið hevur Kaj
Leo Holm Johannesen lagt
stóran dent á, at tann nýggja
samgongan skal samtykkja
og seta í verk fleiri stórar
nýskipanir tað næsta hálva
árið.
Hann hugsar um at leggja
kommunur saman, um at
leggja skúlar saman, um at
samtykkja eina nýggja eftir
lønarskipan.
Hann hevur eisini víst
á tað neyðuga í at nýskipa
fiskivinnuna við tilfeingis
gjaldið.
Kristin Michelsen hevur
ikki stórt álit á, at løgmaður
kemur nakran veg saman við
Fólkaflokkinum.
- Vit vita, at Fólkaflokk
urin vil ikki vita av tilfeingis
gjaldi.
- Vit vita eisini, at fleiri í
Fólkaflokkinum vilja ikki
vita av at leggja kommunur
og skúlar saman við lóg.
- Og vit vita eisini, at
ósemjan innanfloks í sam
bandsflokkinum er stór um
fiskivinnupolikkin.
- Skal tað eydnast teimum
at semjast um nakað serligt á
hesum økjum, eru tað nógvir
tinglimir, sum skulu flyta
seg rættiliga langt, staðfestir
Kristin Michelsen.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
- Ongi etisk mál skulu á
politisku skránna hetta val
skeiðið.
Hetta vóru tey greiðu boð
ini frá løgmanni, staðfestir
Poul Michelsen, formaður í
Framsókn, sum tók seg burt
ur úr samgongusamráðing
unum í gjár.
Hetta vil Framsókn ikki
góðtaka, tí flokkurin metir,
at tey etisku málini hava líka
góðan rætt at verða tikin upp
og viðgjørd sum øll onnur
mál.
Etiskir spurningar eru
eisini partur í so nógvum
øðrum spurningum, bæði
rættargangslóg,
revsilóg
os.fr.
- Skulu etisk mál bloker
ast fyri eitt heilt valskeið,
kann tað forða fyri tillag
ingum á so mongum øðrum
økjum.
- Skal tað kanska heldur
ikki bera til at skifta úthurð
ina í Rúsuni, spyr hann, fyri
at nevna eitt dømi.
Framsókn vildi hava hes
ar spurningar avgreiddar
í
samgongusamráðingum,
heldur enn at hava teir liggj
andi sum eina tikkandi bum
bu undir samgonguni alt val
skeiðið.
Poul Michelsen leggur
dent á, at tað eru ongin ávís
etisk mál, sum Framsókn vil
hava á skrá.
Hann leggur eisini dent á,
at í etiskum málum kunnu
tinglimir atkvøða eftir egnu
sannføring.
Tað hevur ikki eydnast
at fáa orð á løgmann og for
mannin í Fólkaflokkinum,
men aðrar keldur í samráð
ingunum staðfesta, at tað
eru so stórar, búskaparligar
avbjóðingar fyri framman, at
samgongan er rætt og slætt
ikki sinnað at brúka tíð upp
á etisk mál, sum eru avbera
orku- og tíðarkrevjandi.
Hinvegin vil Framsókn
heldur ikki góðtaka at dans
ka ríkisveitingin verður tiðn
að aftur, so at hon hækkar.
Men tað skilst, at tann
spurningin er Fólkaflokkurin
sinnaður at viðgera, hóast
flokkurin higartil avgjørdur
hevur víst tað frá sær.
- Vit hava fingið at vita, at
Fólkaflokkurin er sinnaður
at viðgera spurningin um at
tiðna blokkin og at tað verð
ur við í samráðingunum,
men tað vil Framsókn ikki,
sigur Poul Michelsen.
- Fólkaflokkurin er far
in til samráðingar við opn
um sinni og vil viðgera allar
spurningar, eisini ríkisveit
ingina, men tað er als ongin
avgerð tikin, siga fólk, sum
standa samráðingunum nær.
aki@sosialurin.fo
Vánaligt av løgmanni
at geva mær skyldina
SAMGONGA Tað er vánaligt av løgmanni at venda okkum og
Tjóðveldi bakið, eftir at vit bjargaðu honum meiri enn eina ferð
Forboðið at tosa um etisk mál í fýra ár
SAMGONGA Tey etisku málini skulu parkerast alt valskeiðið. Tað vóru
greiðu boðini frá løgmanni, sigur Poul Michelsen í Framsókn
Vit bjargaðu eisini
løgmanni, tá ið hansara
egnu floksfelagir vendu
sær ímóti honum
Tað er harmiligt, at
løgmaður longu hava
gloymt, at tað vóru
Javnaðarflokkurin og
Tjóðveldi, sum bjargaði
honum, tá ið á stóð