Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. november 2011 · Nr. 128 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Eingin matarlystur, ein bank­ andi pína í høvdinum, alt ljós tykist ov sterkt, og sjálvt tey minstu ljóðini larma. Soleiðis hava nógvir føroyingar tað fleiri ferðir um mánaðin, tí teir hava migrenu. Hetta er ein høvuðpína, sum fólk í øllum aldursbólkum kunnu fáa, tó eru tað serliga kvinn- ur, ið hava migrenu. Ein teirra er 56 ára gamla Erla Berg­hamar, sum javnan fær migrenuherindi, ið ávirka henn­ara gerandisdag. Strævnir dagar Longu frá barnsbeini av hevði Erla ofta høvuðpínu, men ikki fyrr enn hon var um 20 ára aldur, bleiv hon varug við, at hon ikki bara hevði vanliga høvuðpínu, men at talan ístaðin var um migrenu. Erla fortelir, at hon las í bóklingum og bløðum um sjúkueyðkennini við migrenu, og tað var soleiðis, hon fann útav, at hon hevði migrenu: – Pínan er pulserandi, og eg blívi øgiliga sensitiv fyri øllum ljósið og ljóðið. Ja, bara tað, at hoyra ljóðið, tá onkur situr við einum pappíri, upp­ fati eg sum larm. Tá ringast stendur til, noyð­ist Erla at liggja í song­ ini við gardinunum fyri og sløkt­um ljósið, soleiðis at rúm­ið er myrkt. Ymiskt er, hvussu ofta herindini koma, men sjálv metir hon, at tey eru blivin færri við árunum. Hóast migrenuherindini ikki eru líka ofta, sum tá hon var í 30unum, so er Erla javn­an hvønn mánað tíverri noydd til at seta dag­ar av til migren­ una. Verri er tó við 13 ára gamla soninum, sum eisini hev­ur migrenu: – Sonurin hevur barna­ migrenu og er onkuntíð seingj­ar­liggjandi í upp til 10 dagar, so hetta er nakað, sum avgjørt ávirkar okkara ger­andis­dag. Oyðilagdar feriur Tá Erla fær migrenu, er hon sum oftast illa fyri í eini 24 tímar, og tá fær hon einki gjørt, uttan at bíða til herindi er av. Eis­ ini gerst hon sera troytt, av tí at hon als ikki hev­ ur matarlyst, meðan migren­an er. Aftan á øll hesi árini við migrenu hev­ur hon funn­ið útav, at tað eru ávísar tíðir, hon fær herindini: – Eg havi lagt til merkis, at tað ofta er frídagar so sum sunnudag at her­ ind­ini koma. Eisini tá eg eri farin at ferð­ast, og kroppurin byrjar at slappa av, kemur mi­ grenan ofta. Tískil hava nógva feri­ ur verið merktar av mi­ grenuni hjá Erlu, men tí­betur skilja familjan og nærm­astu vin­fólkini henn­ara støðu: – Fyrr tosaði mann ikki so nógv um tað, men í dag eru fólk meira opin um alt, heldur Erla og greið­ ir frá, at hon ikki hevur upp­livað, at fólk halda hana vera roksuta og ein hypo­kondara, tá hon ber seg undan at koma til eitt nú føð­ing­ar­dagar ella veitslur, tí hon hevur migrenu. Tolir ikki ost Hjá fólki við migrenu eru tað ofta ávísar mat- og drykkju­ vørur, ið kunnu útloysa eitt herindi. Serliga ostur, lakress, reyðvín og sjokoláta er kent fyri at føra til migrenu­ herindi. Soleiðis er eisini hjá Erlu, ið als ikki tolir ost og myrka sjokolátu: – Eg havi so eisini funnið útav, at eg ikki toli skerpikjøt og heldur ikki víndrúvur í ov stórum nøgdum , so tað royni eg at halda mær frá. Tá hon sum 30 ára gomul fekk staðfest migrenu av einum nervaserfrøðingi, fekk hon serligan heilivág móti migrenu, men henda heili­ vágin tekur hon ikki longur, av tí at hon eitt nú fekk so høgt blóðtrýst av hesum: – Í dag plagi eg at taka vanligar panodilir, og tær taki eg fyri at kunna sova. Tær taka ta ringastu pínuna. Fólk, ið hava migrenu, kunnu sjálvi gera ymiskt fyri at minka um herindini. Gott er at halda seg frá royking, alkoholi og eisini teimum mat- og drykkjuvørum, sum eru kend fyri at framala migrenu. Eisini er av týdningi, at mann hvørki svevur ov lítið ella ov nógv, tá svøvnur eisini hevur stóra ávirkan á migrenuherindi. Eitt lív við migrenu -Tá ringast stendur til, toli eg hvørki ljós ella ljóð og má vera seingjarliggjandi. Tað sigur Erla Berghamar, sum alt sítt lív hevur havt migrenu. Hevur tú migrenu? Fyri at fáa diagnosuna migrenu, skalt tú hava havt minst fimm herindi, sum: • Vara í 4-72 tímar Tú skalt hava minst tvey av fylgjandi sjúkueyðkennum: • Pína í aðru síðu í høvdinum • Pína sum kemur og fer • Vanlig til ógvuslig pína • Pínan verður verri undir kropsligum aktiviteti Tú skalt hava eitt av fylgjandi sjúkueyðkennum: • Kvalma og/ella spýggja • Tolir ikki ljós og ljóð (kelda: netdoktor.dk) – Migrena hevur stóra ávirkan á mín gerandisdag, sigur Erla Berghamar Mynd: Álvur Haraldsen