Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 2011síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 4. november 2011 · Nr. 128 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagin 7. november, verð­ur Ingibjørg Mikkelsen í Klaksvík 80 ár. Ingibjørg er ættað úr Svínoy, og hon hevur í meiri enn hálva øld búð á Vágsheygnum. Foreldrini vóru Anna og Jóannes Joensen, bóndi í Heimistovu í Svínoy. Tey fingu sjey børn: Jógvan, Hans Jacob, Ragnhild, Sím­ un, Valborg, Ingibjørg og Fríð­gerð. Jógvan og Fríðgerð búsettust í Svínoy, Valborg í Norðdepli og hini í Klaksvík. Símun doyði 20. oktober 1996, Hans Jacob 19. februar 1998 og Fríðgerð 14. januar í fjør. Tað var ein smeitur fyri tey í Heimistovu, tá ið mamm­ an, Anna, bara 43 ára gomul doyði 23. oktober í 1944. Í Heimistovu vóru Jóhanna, systir Jóannes bónda, og Frida, sum var systkinabarn Jó­annes. Jóannes bóndi doyði 18. apríl í 1960. Ingibjørg fór sum ung yvir til Klaksvíkar, har hon tænti hjá Odu Kjølbro, sum búði á Ziskatrøð. Valborg tænti hjá Odu, og tá ið hon fór í handilin á Biskupsstøð, fór Ingibjørg í hennara stað at tæna. Seinni arbeiddi Ingibjørg í køkinum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og har var hon, inntil hon dagin fyri 23 ára føðingardagin í 1954 giftist Poul Nolsøe Mikkelsen, van­ liga nevndur Nøddi, á Vágs­ heygnum í Klaksvík. Tey giftust inn í barna­ heim hansara. Mamma hansa­ra, Trina, búði saman við tei­m­um, inntil hon var borin út. Familjurnar eru stórar bæði hjá Ingibjørg og Nødda, og tað var altíð nógv fólk á Vágsheygnum. Fleiri av børnunum í familjuni, sum komu av bygd til Klaksvíkar at ganga í skúla, búðu har, og tey vóru altíð nógv kring døgurðaborðið. Ingibjørg og Nøddi eiga fýra børn: Anna, sum býr í Gøtu og er lærari í Runa­vík, Jórun sum býr á Argjum og arbeiðir á Lands­sjúkra­ húsinum, Jónfríð sum býr á Sjællandi og arbeiðir í Kastrup, og Jákup sum er lærari í Klaksvík. Ommu­ børnini eru fimtan, lang­ ommu­børnini eru seks, og tvey eru á veg. Tá ið Klaksvíkar komm­ una miðskeiðis í sjeyti áru­ num setti dagrøkt á stovn, var Ingibjørg millum fyrstu dagrøktararnar. Børnini triv­ ust sera væl hjá henni, og hon var dagrøktari í nógv ár. Fyri nøkrum árum síðani flutti sonurin saman við familju aftur til Klaksvíkar, eftir at hann hevði spælt fótbólt uttanlands í nógv ár. Jákup vildi fegin búgva á Vágsheygnum. Gomlu húsini vórðu tikin niður, nýggj hús vórðu sett á grundøkið, og nú búgva tey bæði gomlu í íbúð í kjallaranum hjá Eileni og Jákupi. Ingibjørg er ógvuliga virk­in pensionistur. Hon er ofta á bingo, hon luttekur í eldrafelagnum Hugna, henni dámar væl at fara útferðir, hon er altíð á pension­ista­ skeiðum á Háskúlanum, hon er gestablíð, henni dámar væl at vitja fólk, og so ferðast hon til børnini og ommubørnini. Góða mostir! Hjartaliga tillukku við føðingardegnum og takk fyri, at tú hevur verið ein so góð systir hjá mammu og mostur hjá okkum. Føðingardagurin verður hildin í Emmaus leygardagin 5. november, har øll eru væl komin frá klokkan 18. Jóannes Nøvn Tann 25. oktober fingu Laila Waag Høgnesen og Trygvi Dalsgaard, Hoyvík, eina gentu. Hon vigaði 4310 g og var 50 cm long. Her eru tvey stolt systkin avmyndað við nýggju lítlusystrini. 27. oktober fingu Elly K. Andersen og Shahin Gaini, Tórshavn, ein son. 21. oktober fingu Josef Abrahamsen og Óluva Johannes­sen, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3100 gr. 30. september fingu Rann­ vá Jacobsen og Ólavur F. Nybo, Haraldssundi, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4530 gr. 26. oktober fingu Ella og Robert Larsen, Aarhus, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4250 gr. 28. oktober fingu Kristina undir Leitinum og Hans Kári Vang, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3500 gr. 28. oktober 2011 fingu Anna Rein og Páll Holm Jo­hanne­sen, Tórshavn, eina dóttur. Hon vigaði 3455 gram og var 52 cm long. 29. oktober fingu Ragna á Plógv Thomassen & Tummas Heri Thomassen, Sandavági, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3405 gr. 1. november fingu Sú­ sanna á Váli og Trygvi Vang, Argjum, ein son. Hann var 51 cm langur og vig­aði 3500 gr. 2. november fingu Ann­ britt og Alex Jacobsen, Hoy­vík, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3970 gr. 26. oktober fingu Elly Johannessen og Bárður Johanne­sen, Argjum, ein son. Hann vigaði 3530 gr og var 52 cm langur. Hósdagin 13 oktober fingu Manja Johansen og Karl Lisberg ein son. Hann vigaði 4480 gr og var 55 cm langur. Ingibjørg Mikkelsen 80 ár Føðingar TØKK