Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. november 2011 · Nr. 128 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dennis Holm samfelagsfrøðingur Fríggjadagin, dagin fyri løgtingsvalið, hevði Sosial­ ur­in á forsíðuni myndir av øllum teimum, sum ein velj­ ara­kanning hjá Gallup segði fóru at verða vald á Løgting leygardagin. Út frá veljarakanningum at spáa um, hvør kemur í parlamentið ella í okkara føri løgtingið, er sum so ikki heilt óvanligt. Hetta varð eisini gjørt í Føroyum í døgunum undan seinasta løgtingsvali í januar 2008. Tá vórðu 2.069 fólk spurd. Trupulleikin við kanning­ ini, sum Sosialurin brúkti í blaðnum fríggjadagin er, at har vórðu alt ov fá fólk spurd, til at kunna gera nakr­ ar niðurstøður, sum kunnu sigast hava eitt hald­gott fak­ ligt grundarlag. Til kann­ing­ ina spurdi Gallup 594 fólk. Kanningin og óvissur Um vit brúka Sambands­ flokk­in sum dømi, so gav kann­­ingin Sambands­flokki­ num 25% av atkvøðunum, sum sambært kanningini gav 8 ting­limir. At gera ta nið­ ur­­støðuna er sum so fakliga í lagi, statistiskta óviss­an er +/- 3,5% (áleið somu við­ur­ skifti eru gald­andi fyri hinar tríggj­ar stóru flokk­ar­nir). Fyri smáu flokk­arnar, t.d. Fram­sókn, sum í kanning­ini fær 5% av atkvøð­unum, er sta­tist­iska óvissan góð +/- 11%. Men tá so farið verður at býta tey umleið 150 fólk­ini í kanningini (25% av 594), sum søgdu seg velja Sam­bands­ flokkin, á valevni hjá Sam­ bands­flokkinum, tá gerst statistiska óvissan nógv størri og er væl omanfyri +/- 10%, hetta ikki minst galdandi fyri tey, sum hava ligið nær strikuni í stóru flokk­unum. Tey valevnini í stóru flokkunum, sum sam­bært kanningini høvdu fingið 5% av atkvøðunum hjá flokki­num, kundu eins væl statistiskt sæð havt 8- 9% ella 1-2%. Hetta fær lesarin ikki nakra kunning um í greinini. Gita rætt ella skeivt Tey flestu av teimum, sum komu inn, høvdu vit ein var­ hugan av, at tað mundi fara at verða so. Men so var tað henda rúgvan av "kan­­ska"- fólkum. Har niður­støðan burt­ur úr hesum tal­døm­um má sigast at vera púra mein­ ings­leyst at gera sær met­ ing­ar alment um, hvør er niðan fyri strikuna, og hvør er omanfyri. Hyggja vit at forsíðuni hjá Sosialinum aftur, nú valið hevur verið, so síggja vit eis­ini, at tað er júst í hesum bólki­num, at tað gekk galið: A: Bogi Andreasen varð ikki valdur hjá A, og Jákup Mikkelsen varð koyrdur út úr tinginum uttan at kunna koma upp á tal til tað ytsta mandatið. Rodmundur Niel­ sen og Joen Magnus Rasmus­ sen lógu fremri enn tey 3, sum sluppu at býta ein rút fyri 8. mandatið. B: Rósa Samuelsen varð koyrd út úr tinginum uttan møguleika so frægt sum at kunna kappast um ytsta mandatið. Eivin Jacobsen, ið ikki verður nevndur, lá væl framman fyri teir báðar, ið býttu 8. rútin. Tann eini av hesum, Terje Davidsen fekk bert 38 atkvøður og endaði á einum 20. plássi! C: Her ivaðust tey ikki so frægt, at tey lótu tað standa opið um ytsta mandatið. Tað er merkisvert, tá ið hugsað verður um, hvussu stutt tað varð millum Rigmor Dam (270), Henrik Old (266), Eyðgunn Samuelsen (261) og Helenu Dam á Neystabø (258). Helena varð blakað út úr tinginum uttan at hava nakran møguleika. Eyðgunn varð givið eitt trygt 4. pláss. D: Eingin slingur: Kári P. Højgaard. - Her er tað kanska serliga tað, sum er trupulleikin, at tey geva bert flokkinum ein lim, har tað alla tíðina hevur ligið og rillað, hvørt flokkurin fekk ein ella tveir. Og fekk flokkurin henda eina afturat, um Jógvan Skorheim ella Kristi­anna W. Poulsen so mundi taka tað stikkið - ella kanska fyrrverandi formað­ urin Kári á Rógvi. E: Hjá Tjóðveldinum góvu tey Annitu á Fríðriksmørk ein tryggan 5. sess, meðan tvey, ið vórðu vald, Kristina Háfoss og Páll á Reynatúgvu kappaðust um ytsta sessin við Óluvu Klettskarð. Tá ið av tornaði, reyk Annita út, meðan Kristina fekk eitt trygt 2. pláss. F: Hjá Framsókn høvdu tey 3 fólk at kappast um 2. plássið, men tann, sum streyk avstað við sessinum, varð ikki nevndur yvirhøvur: Janus Rein. Og hann vann í grundini toluliga trygt. Tað sker í øllum førum í eyguni, at hann fekk 251 atkvøður, meðan Sámal Petur í Grund bert fekk 111. H: Hjá Miðflokkinum fingu tey blakað Bill Justinus­­­sen út, sum varð aftur­­valdur. Og í staðin givið Miu av Kák Joensen ein kjans undir liðini á Karsteni Hansen. Bill fekk 427 atkvøð­ ur, Mia 63 á einum 6. plássi! At ein slík forsíða selur, tað er neyvan nakar ivi um. Og tað er ivaleyst júst tí, at ein miðil válkar sær í eini so meiningsleysari forsøgn. Men er tað rætt at gera so? - Vit vita sjálvandi ikki, hvussu ein slík forsíða ávirkar valið. Møguliga bjarg­ aði tað Jákupi Mikkelsen, Rósu Samuelsen og Bill Justinus­sen, at tey ikki prýddu for­síðuna. Møguliga av­gjørdi tað lagnuna hjá Helenu Dam á Neystabø, at hon varð avskrivað í for­hond. Og kanska var tað medvirkandi til, at Sjálv­stýrisflokkurin varð 36 atkvøður ov stuttur til at fáa 2 umboð, at bert Kári P. Højgaard hevði ein møguleika. Tí veljarin velur taktiskt eins og tey, sum veljast skulu, vilja gera tað í øðrum viðurskiftum. At veljarin skal hava møguleika at velja taktiskt, ber væl til at argumentera fyri. Men altavgerandi má so vera, at tað verður gjørt á einum forsvarligum grundar­ lagi, har tað er opið og klárt, hvørjar óvissur eru. Gallup og Sosialurin hava longu staðfest, at tey raktu plett. Eg hugsi, at arbeiðspláss og mið­námsflokkar kring landi­num, sum royndu at spáa um, hvørji fóru at verða vald á løg­ting leygardagin, kunnu siga, at tey raktu eins væl plett. Munurin millum kapping­ ar á arbeiðsplássum og í miðnámsskúlum og veljara­ kanningar er tó, at tað eina er git í spølni – hitt mugu vit kunnu seta krav um at fakliga grundarlagið er í ordan. Tað var tað ikki í kanningini hjá Gallup, sum var á forsíðuni á Sosialinum fríggjadagin. Eiga at áseta rættningslinjur Altjóða felagsskapurin fyri meiningakanningar, ESOMAR (The European Society for Opinion and Market Research), hevur rætt­n­­ings­linjur fyri hvussu stovnar og feløg, sum gera meiningar­kanningar (eisini veljara­kanningar), eiga at bera seg at. Hetta er rætt­n­ ings­linjur, sum eisini føroy­ skir stovnar og feløg, sum gera slíkar kann­ingar, áttu at tikið til sín. Leinkja til “ESOMAR Inter­national Code of Practice for the Publication of Public Opinion Poll Results” er her: http://wapor. unl.edu/pdf/ESOMAR_ C o d e s & G u i d e l i n e s _ OpinionPolling_v5.pdf Eins og ESOMAR hevur ásett rættningslinjur, tá meiningakanningar verða gjørdar, so hevur bretska BBC eisini ásett rættn­ings­ linjur fyri hvørjar skyldur teir sum fjølmiðil hava, tá meiningakanningar verða gjørdar og úrslitini løgd fram. Eisini her áttu føroy­ skir fjølmiðlar at tikið hesi viðurskifti til sín og ásett rættn­ingslinjur fyri hvørjar skyldur tey hava, m.a. tá úrslitini frá meininga­ kanningum verða løgd fram. Leinkjur til BBC er her: http://www.bbc.co.uk/ editorialguidelines/page/ guidance-polls-surveys-full http://www.bbc.co.uk/guidelines/ editorialguidelines/page/ guidelines-politics-practices- opinion Veljarakanningar og fakligt trúvirði Opið bræv til Ellindur Egilstrøð, Gallup Føroya, og Eirikur Lindenskov, Sosialurin Kjak