Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-04, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 2011síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 4. november 2011 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ barbaru barbara@sosialurin.fo Glitur til veturin Neglirnar eru prikkurin yvir i'ið Glitur neglalakk er avgjørt eitt hitt. Tú kanst keypa tær neglalakk, sum hevur glitur í, ella tú kanst keypa leyst glitur, sum tú síðani leggur útyvir neglirnar, meðan neglalakki er vátt. Smokey Eyes – við gliturtvisti Smokey Eyes hóska seg avbera væl til jólafrokostar og annað stórsligið, sum er á skránni á jólum. Men ársins útgáva av rákinum inniheldur eisini glitur. Tú kanst keypa tær glitureyelinara ella glitur og lím til hetta endamálið. »Eg kann gera alt við teimum røttu skónum«. Tað er, sum sagt verður: Skógvarnir hava alt at siga. Og við gliturskóm kanst tú lata teg í nærum alt og framvegis síggja út sum ein millión. Stjørnurnar dansa Gliturkjólar eru nakað, sum hoyra jólunum til. Hvat hevði myrkrið verið uttan skínandi glitur kjólar? Tí er ein vakur gliturkjóli næstan eitt mást til jólafrokostar og ikki minst 2. jólakvøld og annað, sum hoyrir jólunum til. Veturin glitrar. Glitur á eyguni, glitur á varrarnar, glitur í hárið, og glitur á klæðini. Innara prinsessan í okkum kemur fram á jólum – og vit fáa enntá loyvi til tað! Hugna tær við tí, og lat hugflogið fara avstað við tær Skínandi hár Hetta er kanska eitt vet yvir markið – men koyrir tú gliturstílin fult út, so kanst tú loyva tær at keypa glitursprey til hárið, sum onkursvegna gevur eina serstaka, guddomiliga útsjónd.