Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-04, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 2011síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 4. november 2011 7 VIKUSKIFTI Hvat vildi tú verða, tá tú var barn? Mamma sigur, at eg vildi sum heilt lítil vildi vera nonna, men skifti meining og ynskti so at blíva lærari eins og pápi mín. Hvat er tað besta við starvinum? Avbjóðingarnar, ferðin, góðir starvsfelagaðir og at tað er eitt altjóða arbeiðspláss í Føroyum. Hevur starvið nakrar ringar síður? Nógvur larmur á skrivstovuni til tíðir – onkuntíð er tað eisini mín skyld. Hvar í Føroyum vil tú helst búgva og hví? Um eg skal búgva í Føroyum, so verður tað bara í Havn, tí her eri eg uppvaksin og eri Havnafólk burturav. Hevur tú gott lyndi? Tað haldi eg, men tað eru nokk tey fægstu, sum eru einig, tí eg eri øgiliga illsint. Hvønn tónleik dámar tær best? Tað er tengt at góðsku og ikki genru. Er tú til hundar ella kettur? Hundar Hvat er tað besta tú fær at eta? Eg livi fyri at eta og eti ikki fyri at liva, so tað er ringt at velja, tí mær dámar so nógvan mat. Er tað nakað, tú avgjørt ikki fær niður? Livur Hvør bók liggur á náttborðinum? De fortabte spillemænd Verður tú framvegis í starvinum um 10 ár? Uhaa tað er ringt at siga, men eg vóni tað, tí mær dámar væl at arbeiða við samskifti, og eg havi so nógvar møguleikar hjá Vodafone. mynd: Álvur Haraldsen Tað var nógv verri enn nakar ræðufilmur, eg havi sæð, at síggja tíðindi og viðmerkingar í út­ lendskum sjónvarpi miku­kvøldið í farnu viku um hóttandi bú­ skapar­kreppuna í ES og Evropa. Óhugnaligt at fáa at vita, at dirvið og váðafýsnið hjá nøkrum fáum hóttir okkum øll. Slíkt kallast demokrati, fólka­ ræði. Og fjøldin er, hevur altíð verið og verður býtt. Tað er eisini løgið, at bú­ skapar­frøðingar einki sum helst vita um pengar, seðlar og myntir. Húsmøður í fjalla­bygd­ unum í Miðevropa vita nógv meira um pengar enn búskapar­ frøðingarnir, sum seta kósina fyri tær. Í sjónvarpinum hetta óhugna­ liga mikukvøld vóru nógvar greiningar. Í ringasta føri enda vit afturi í tríatiárunum og var Hitler ikki deyður, sleppur, eg sigi sleppur, hann framat aftur valdinum í dag sum ein annan dag. Men fleiri eru av hansara slagi, sum eru til reiðar at lofta misnøgdini. Var í Italia í summar. Har gramdu fólk seg øgiligt um Berlusconi, Alt var, eins og her hjá okkum sambært valevnunum, av fananum til. Men harra Gud, harra for­ maður, sum ein segði í løg­ting­ inum, Italia er eitt demokrati, fólkið ræður og fólkið knarrar. Berlusconi er valdur. Skaðiligasta og vandamiklasta isman av øllum ismum er opti­ misma. Hon ger til dømis, at fólka­ valdir statsleiðarar læna 1000 milliardir og bara megna at gjalda nakrar fáar aftur. Onnur noyðast so at gjalda allar hinar. Teirra millum tey, sum valdu teir optimistisku leiðararnar. Optimisman er serliga skaðilig, tí optimisturin er opti­ mistur og sigur sum so, at næstu ferð eg læni pengar, so klári eg at gjalda alt aftur, eisini renturnar. Næstu ferð eg læni pengar, so klári eg at gjalda alt aftur, eisini renturnar. Næstu ferð eg læni pengar, so klári eg at gjalda alt aftur, eisini renturnar. Næstu ferð... Ókey, shit happens. Ræðunáttin endaði tó væl, og fólk fingu stundir til at brúka alla sína uppsparing, áðrenn næsta kreppa er í durunum og ikki slepst út at brúka pengar. Í Grikkalandi er skuldin mark­leys, eisini eftir at helvtin er strikað. Politisku stórmennini í Grikka­landi takkaðu fyri við at siga nei takk. Fólkið skal spyrjast. Grikkaland er ikki heimsins elsta fólkaræði fyri einki. Men latið okkum nú steðga á í einum rentuskáa. Allir læntu pengarnir eru jú brúktir til okkurt skilagott fyri fólkið, tey, sum hava valrætt og brúka hann. Berlusconi í Italia brúkar til dømis nógvar pengar fyri at vera egnaður og fullførur fyri at stýra landinum og verða afturvaldur. Uttan váðafýsni var eingin framburður. Loysnin er sera einføld. Hon er at brúka eitt annað orð enn lán, studningur er eitt ljótt orð, men tað er ikki strikað í orðabókunum enn, so tað er ikki forboðið. Hetta eru Robin Hood og sosialisma. Nú taka vit frá teim­ um ríku og geva teimum fátæku, sum eina ferð vóru rík. Bankarnir strika skuld og kalla hana studning. Og fyri at fáa nakað innaftur, kunnu teir gera sum í Føroyum. Krevja tríggjar evrur frá øllum, sum koma inn á gólvið, og tríggjar, tá tey fara útaftur. Tríggjar evrur fyri hvønn byrjaðan minutt í bíðirøðini við kassa eitt. Eina evru fyri hvørt orð í hvørjum spurningi til kassafólkið og tvær fyri hvørt orðið í svarinum. Tríggjar evrur fyri at sleppa á heimasíðu bankans og tríggjar fyri at sleppa av henni aftur. Hvat feilar? Inntøkumøguleikarnir eru óteljandi. Bara optimisman setur markið. Tíggju evrur fyri tína undir­ skrift. Við at skriva undir gert tú eitt stórt arbeiði fyri bankan. Tað er ikki ókeypis. Umafturafturum høgni djurhuus durita hansen lagt til rættis: Leo Poulsen Eg eri øgiliga illsint Durita Hansen er marknaðaleiðari hjá Vodafone, men vildi upprunaliga verða nonna, tá hon gjørdist vaksin. Hon er havnarfólk burturav, hóast pápin er nólsoyingur og mamman dalbingur, og so livir hon fyri at eta heldur enn at eta, fyri at liva Undirskrift: 10 evrur