Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-04, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 4. november 2011 8 VIKUSKIFTI Søgan um føroysku kommunistarnar Interview Eyðun Klaksten eydun@sosialurin.fo Tá ið múrurin fall í 1989, var Páll Holm Johannesen ein 9 ára gamal smá­ drongur í Havn. Meinaleyst spæl fylti ger­andis­dagin, tá ið stóra uppgerðin var í kommunistiska Eystureuropa. Nú hevur samfelagsfrøðingurin leitað aftur um sítt føðidato og aftur til tíð­ ina, tá ið kalda kríggið millum eystur og vestur var glóðheitt, tá ið stóru ideologirnar vóru havdar á lofti sum ævigir sannleikar, og tá ið fólk á vinstra­vonginum tosaðu um eina reyða koll­velting í Føroyum. Tað var lív í á føroyska vinstra­ vonginum í sektsti, sjeyti og áttati­ árunum. Fólk vóru virkin í komm­ unist­iskum feløgum, tey mótmæltu og gjørdu átøk, skrivaðu bløð, hildu reyð­ar summarlegur, diskuteraðu stóru hugsjónirnar og tosaðu nógv um eina koll­velting í Føroyum. Páll Holm Johannesen hevur sein­ astu fýra árini kannað víðgongda vinstravongin í Føroyum, og um eina viku kemur bók út, sum hann kallar »Tey sóu reytt«. Góðar 300 síður siga søgur um vinstravongin, um fólkini, ið vóru virkin har, og um virksemi, tey høvdu. – Fyrsta hugskotið til bókina kom eitt kvøldið, tá ið vit høvdu havt eitt tiltak í sambandi við útgávuna Kross­ vegir. Aftan á tiltakið prátaðu vit um ymiskt, og ein fortaldi mær um, tá ið hann einaferð hevði møtt nøkrum klaks­víkingum á einum flogvølli. Teir vóru krúnrakaðir, men hann helt seg minnast, at teir plagdu at hava sítt hár og skegg. Hann mátti spyrja teir, hví teir vóru rakaðir um høvdið. Jú, teir høvdu verið á inspiratiónsferð í Albania, og tað hevði verið eitt krav, at teir skuldu rakað hárið og skeggið av. – Síðani havi eg hoyrt ymiskar søgur um tað, sum hendi á vinstravonginum, fleiri anekdotir og annað, og eg helt, at tað kundi verið áhugavert at samla hesa søguna, sum mann bara hoyrdi í brotum á mannamuni. Og tað havi eg so roynt at gjørt í hesi bókini, sigur Páll Holm Johannesen. Skuldi yvirtala fólk Páll hevur gjørt samrøður við millum 60 og 70 fólk, men hann hevur verið noyddur at sannføra nógv av fólkunum um, at tað hevði verið eitt gott hugskot at tosa við hann um teirra vinstravendu fortíð. – Nógv fólk hava sagt við meg, at »áðrenn eg sigi nakað sum helst, vil eg vita, hvat tú vilt við hesi bókini«. Tíðarskeiðið hjá ytsta vinstravonginum, frá fyrst í sekstiárunum til Berlinmúrurin fellur í 1989, hevur verið merkt av tabu, sigur Páll Holm Johannesen. – Einki er at taka seg aftur at tað gátuføra við hesum tíðarskeiðnum, hevur birt forvitnið og kveikt hugin at siga søguna um tey menniskju, sum mynd­aðu kollveltingarsinnaða vinstra­ vongin í Føroyum, áðrenn jarntjaldið fall. Tað hevur verið eitt sindur ymiskt, hvussu opin fólk hava verið um vinstra­ vendu fortíðina. – Tá eg havi greitt nærri frá mínum ætlanum, hevur størsti part­urin verið sinnaður at fortelja um hend­ingarnar, sum fóru fram á politiska vinstra­vong­ inum ta tíðina. Onnur hava týðiliga hildið seg aftur við at fortelja alt, sum tey hava upplivað. Uppaftur onnur hava sýtt fyri at vera við í bókini, sigur hann. – Tað er rættiliga tunnligt við skriv­ligum tilfari um virksemið hjá víð­gongda vinstravonginum, og tí var neyð­ugt, at samrøður gjørdust bulurin í bók­ini. Tá eg hevði lovað fólkunum, at tað var teirra forteljing og upplivingar, eg vildi siga frá, og at tey ikki vórðu endur­givin beinleiðis í bókini, kom glið á. – Tá ið fleiri av somu persónum, sum myndaðu kollveltingarsinnaða vinstra­ vongin í dag sita í leiðandi sessum í embætisverki, stovnum, vinnulívi og politiskum flokkum Føroyum, kann stað­festast, at mong hava tikið eitt risa lop frá politisku hugsjónunum í sínum ung­um døgum, sigur Páll. Mugu brúka tátíðar brillur Páll Holm Johannesen er yngri enn harða politiska stríðið millum eystur og vestur, vinstra og høgra, og tað merkir skrivingina í nýggju bókini. – Mín politiska sannføring er stoypt langt eftir, at Berlinmúrurin – Heimurin undir kalda krígnum var býttur í ein svart hvítan heim og var tí grundleggjandi ein annar. Tá tað er sagt, er tað púra óskiljandi fyri mong, at tað hava verið kreftir í Føroyum, sum vildu kollvelta føroyska samfelagið, sigur Páll Holm Johannesen, sum hevur skrivað bók um víðgongda vinstravongin undir kalda krígnum Vildu hava reyða kollvelting