Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-04, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 2011síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 4. november 2011 9 VIKUSKIFTI fall, og tí havi eg ikki nakað persónligt partabræv í stríðnum millum høgra og vinstra undir kalda krígnum. Tað merkir eyðvitað innihaldið í bókini, at eg sjálvur ikki hava verið partur av hesum tíðarskeiðnum, sigur hann. – Tá ið múrurin fall, var eg bara níggju ára gamal, og tí er henda bókin fyrst og fremst mín egna útgáva av søguni um víðgongda vinstravongin í Før­oyum. Sostatt er ríkiligt rúm hjá øðrum at skriva og viðgera hetta tíðar­ skeiðið í føroyskari søgu. Ikki minst hjá ættarliðunum, sum sjálvt var partur av politisku rørslunum frá sekstiárunum og frameftir, heldur hann. Sera lítið er skrivað um hetta tíðar­ skeiðið í politiskari søgu í Føroyum. – Við bókini vil eg gera eina roynd at varpa ljós á virksemið hjá ytsta vinstra­ vonginum í Føroyum. Í okkara granna­ londum eru fleiri bøkur skrivaðar um hetta tíðarskeiðið, men í Føroyum hevur tað verið sera avmarkað, hvat al­menn­ingurin hevur fingið av innliti í hetta tíðarskeiðið. Tað er umráðandi, at vit við­gera og lýsa okkara egnu søgu, eis­ini tær meira keðiligu síðurnar, sigur Páll. – Hjá okkum, sum eru ov ung til at hava upplivað hugsjónarliga stríðið millum høgra- og vinstravongin í Føroy­um, kunnu viðurskiftini millum hugsjónarligu polarnar tá í tíðini tykjast rætt­iliga víðgongd. Tað er neyðugt at hyggja at og skilja søguna hjá føroyska vinstra­vonginum við tátíðar brillum. Vildu hava kollvelting Umframt at gera átøk, ganga mót­mælis­ gongur, kjakast, skriva vinstravend bløð og føra propaganda, vóru persónar á vinstravonginum eisini upptiknir av tank­anum um eina reyða kollveting í Før­oyum. Nógv skjøl vórðu skrivað um hetta, og niðurstøðan var, at um kapitalist­arnir brúktu vald ímóti reyðu koll­velt­ingini, so skuldi mann ikki úti­lokað eina vápnaða kollvelting í Føroyum. Men hvar var í hesum. Var tað bara snakk ella lá nakað meira í tí? – Tað er munur á teimum ymisku rørsl­unum á vinstravonginum, men tey eru øll samd um, at tað skal ein koll­velting til fyri at gera neyðugu broyt­ingarnar í samfelagnum. Men rørsl­ur­nar eru ikki samdar um, hvussu koll­veltingina skal gjøgnumførast. Tann rørslan, sum eitur OMFL, er tann mest víðgongda, og hon vísur alla­tíð­ina á, at um neyðugt mugu tey verða klár at brúka vápn í sambandi við eina koll­ velting, sigur Páll Holm Johannesen. – Tey vísa á støðuna í Kili, har Allende vinnur valið, men so ger høgravongurin við Pinochet á odda eitt hernaðarkvett. Tí siga tey eisini, at høgra­vongurin í Føroyum fer møguliga ikki at góðtaka ein demokratiskan sigur hjá vinstravonginum, og tí mugu tey verða klár at brúka vápn fyri at fáa valdið. Men Páll hevur í sínum granskingar­ arbeiði ikki funnið prógv fyri, at vinstravongurin veruliga fekst við vápn á nakran hátt. – Tað eru nógvar søgur um tað, men í mínum kanningararbeiði havi eg ikki funnið dokumentatión fyri, at vinstra­vongurin í Føroyum hevði vápn ella hevði vápnavenjingar, hóast søgur ganga um tað, sigur Páll Holm Johannesen. – Heimurin undir kalda krígnum var býttur í ein svart hvítan heim, og var tí grundleggjandi ein annar. Tá tað er sagt, er tað púra óskiljandi fyri mong, at tað hava verið kreftir í før­oyska samfelagnum, sum vildu koll­velta føroyska samfelagið. Summi fóru so langt, at hernaðarmegi ikki varð útilokað sum amboð til at røkka mál­inum um sosialistiska tjóðveldið Føroyar, sigur hann. Bókin »Tey sóu reytt« kemur út fríggjadagin 11. november. Fakta Navn: Páll Holm Johannesen Aldur: 31 ár Bústaður: Tórshavn Útbúgving: Samfelagsfrøðingur Starv: Stjórnarsamskipari í Almanna- og Heilusmálaráðnum – Tað eru nógvar søgur um tað, men í mínum kanningararbeiði havi eg ikki funnið dokumentatión fyri, at vinstravongurin í Føroyum hevði vápn ella hevði vápnavenjingar, hóast søgur ganga um tað, sigur Páll Holm Johannesen mynd: Álvur Haraldsen Nógv fólk hava sagt við meg, at »áðrenn eg sigi nakað sum helst, vil eg vita, hvat tú vilt við hesi bókini«