Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-04, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 4. november 2011 10 VIKUSKIFTI Søgur um kommunistar Søgan um føroysku kommunistarnar Á stílvliga 300 blaðsíðum skrivar Páll Holm Johannesen um víðgongda vinstravongin í Føroyum í árunum frá 1962 til 1990. Her eru nøkur brot úr bókin »Tey Sóu Reytt« Tað er eingin tilvild, at limirnir í OFML á fólkamunni verða róptir fyri »sekterisku maobørnini í loyni­klubbi«. Duldar dagsskráir og mystikkur eyðkenna OFML øll sjeytiárini. Rørslan er eitt slag av undir­grundarrørslu í føroyska samfelagnum og hevur eitt umfatandi og virkið innanfelagslív. Hvussu rørslan skipar seg, oddafólk og lima­ listar er loyniligt. Her er hvørki demokrati ella atkvøðugreiðslur, og sentrala stýringin hjá aðal­ stjórnini er beinhørð. Valdið í rørsluni er latið nøkrum fáum persónum upp í hendi, og tað gevur teimum stórt vald og harvið stóra ávirkan á limirnar. Styrkin við hesum stýrislagi er, at felagið er effektivt, og kvikar mannagongdir. Vansin er, at limirnir ikki verða hoyrdir. (...) OFML hevur als einki álit á, at samfelagið og samfelagsskipanirnar kunnu broytast gjøgnum demokratiskar skipanir. Sosiala rættvísi fært tú ikki framt við politikki, og tí er ein kollvelting neyðug. Føroysku maoistarnir brúka vanliga Kili sum dømi, tá ið teir skulu grundgeva fyri, at tað ikki ber til at kollvelta samfelagið við einum vali. Í Kili verður sosialisturin, Salvadore Allende, valdur til forseta í 1973, men stutt eftir valið koyrir Augusto Pinochet hann frá við einum hernaðarkvetti. Hernaðarkvettið í Kili vísir, at ein friðarlig yvirgongd til sosialismuna er ein svikalæra, heldur OFML. (...) Sostatt væntar OFML ikki, at eitt umskifti frá einari kapitalistiskari til eina sosialistiska samfelagskipan kann fara stillisliga fram. Skal hetta umskifti eydnast, er tað neyðugt við einari kollvelting.« »Tað er einki yvir at dylja, at størsti parturin av limunum í Oyggjaframa – kortini ikki øll – hella politiskt til Tjóðveldisflokkin. Teirra millum eru bæði André Niclasen og Tórður Jóansson, sum stovnaðu Oyggjaframa, limir í Tjóðveldisflokkinum. Og fyrstu tíðina kenna limirnir í Oyggjaframa seg sum part av Tjóðveldisflokkinum. Hetta kemur greitt til sjóndar, tá Niels Pauli Danielsen, stud. theol, seinni prestur, løgtingslimur og landsstýrismaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, á heysti í 1962 verður útihýstur í Oyggjaframa, tí hann ikki verður mettur at vera nóg vinstravendur. Í brævinum til Niels Paula Danielsen, tann 14. okt. 1962, stendur millum annað: »Eftir at hava umhugsað støðu tína til verka­ mannarørsluna – sum vit í Tjóðveldis­flokkinum ganga fult og heilt innfyri – halda vit, limir í Oyggja­frama, at tú ikki hóskar sum limur í felag okkara«. Kortini leggur Oyggjaframi nógv fyri at gera øllum greitt, at felagið ikki er bundið at nøkrum politiskum flokki. Felagið heldur fast um, at Oyggjaframi er eitt politiskt óheft felag, ið savnar vinstravend og sjálvstýrissinnað. Men politisk mótstøðufólk eru áhaldin og halda fram at knýta Tjóðveldisflokkin og Oyggjaframa saman. Fleiri limir í Tjóðveldisflokkinum eru ikki heilt álvuligir við at vera settir í samband við Oyggjaframa, tí útisetafelagið er ov vinstrasinnað og marxistiskt. Tað kann styggja veljarar frá flokkinum og harvið minka um undirtøkuna.« »Í 1972 er marx-leninistisk summarlega í Noregi. Í eina lítla viku tjalda millum annað Arnbjørn Danielsen, Rógvi Thomsen, Kjartan Hoydal, Mikkjal Dánjalsson, Hermann Oskarsson, Elin Henriksen og Eyðun Andreassen á norsku oynni Håøya í Oslofjørðinum. Á leguni roynir AKP(m-l) at endur­ skapa mentanarkollveltingina hjá Mao. Legan er eitt slag av uppaling til koll­ veltingina, tí tað er ikki nóg mikið bara at kenna teoriina, eisini er neyðugt at læra seg at liva lívið rætt, tá tann stóri dagurin kemur, og kollveltingin gerst veruleiki. Umstøðurnar á leguni eru primitivar og puritanskar. Óttin er stórur millum norsku marx-leninistarnar á leguni í 1972 fyri, at triðja heimskríggj fer at bresta á millum stórveldini Sovjetsamveldið og USA. Norsku luttakararnir eru sannførdir um, at tað er bara einspurningur um tíð, til Sovjet hertekur Noreg. Tí nýta oddafólkini í AKP(m-l) næturnar á leguni á Håøya til at læra seg russiskt, tí tað kann vera hent at duga russiskt, tá ið Sovjetsamveldið hevur hertikið Noreg. Á Håøya eru greiðar leiðbeiningar um, hvussu tú skalt bera teg at. Luttakararnir sleppa ikki at tosa hvat sum helst niðri við sjóvarmálan ella umborð á bátum, tí norsku maoistarnir bera ótta fyri, at njósnarar kunnu vera á onkrari aðrari oyggj ella í bátum við mikrofonum og taka samrøðurnar upp. Á leguni sleppur tú heldur ikki at eita títt kristna navn. Allir luttakarar hava loynilig nøvn, tí sambært norsku fyrireikarunum er stórur vandi fyri, at fólk missa arbeiðið, um teirra persónligi samleiki kemur í ljósmála. Av reinførisávum skulu hendurnar eisini vaskast í klori, áðrenn farið verður til borðs, og heldur ikki sleppa luttakararnir at smakka sær á. Hetta síðsta er ein beiskur biti hjá føroyingunum.« Kollveting neyðug Niels Pauli varð tveittur út Høvdu loynilig nøvn á summarlegu lagt til rættis: Eyðun Klakstein