Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-04, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 2011síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 4. november 2011 11 VIKUSKIFTI »Nýggir politiskir vindar koma yvir Komm. Ú. seinast í sjeytiárunum. Eftir nøkur ár, har fyrrverandi limirnir í FS hava havt stóra ávirkan á felagið, kemur yngri blóð í Komm. Ú. Av nýggja ættarliðinum eru Niels Christian Nolsøe, Tróndur Djurhuus og Ólavur Waag Høgnesen serliga sjónligir. Hjá einum teirra er tað kortini ikki bara at siga tað at gerast limur. Sum yngri hevur Tróndur Djurhuus verið limur í ung­manna­ felagnum hjá Fólka­flokkinum, Viljanum, og í Hoy­dølum hevur hann markerað seg sum stuðul hjá stóra fólka­floks­ideologinum og studenta­skúla­læraranum, Óla Breckmann. Politiska kúvend­ingin hjá Tróndi Djurhuus frá ung­manna­ felagnum hjá Fólka­flokk­inum til komm­unistisku útisetarnar elvir til stúran, hvørt hann skal gerast limur í Komm. Ú. Tað er hørð mótstøða frá nøkrum persónum, meðan onnur eru heit talsfólk fyri at breiðka grundarlagið við nýggjum limum. Ein minniluti er atfinningarsamur og óttast, at »kálvurin hjá Óla Breckmann«, sum Tróndur verður róptur, er njósnari hjá føroyska høgravonginum. Tað endar við einari atkvøðugreiðslu, um hann kann gerast limur, og tá av tornar er ein meiriluti fyri tí í felagnum.« »Adrenalinið fer sendandi gjøgnum kroppin á Marionnu Debes Dahl. Hetta er spennandi. Hetta er neyðugt. Hon er sannførd um, at hesar vandamiklu, løgnu og lágu antennurnar eru upplagt bumbumál í Føroyum. Alarmurin á Marinustøðini er farin frá. Men tað munar einki. Her er eingin hugur at rýma. Nú er at gera tað, sum tey eru komin at gera. So má svíða sum svøllur. Um fýra-tíðina seinnapartin leygardagin tann 23. august 1986 fara Jóanes Nielsen, Tove Askham og Marianna Debes Dahl við reyðum málingarblikki og reipi í hond upp um girðingina við Marinustøðina á Hoyvíksvegnum í Havn. Tey stinga hondina í reyða málingarblikkið – og síðan verða reyðu hendurnar settar á 22 hvítar miðstólpar. Reipið verður nýtt til at binda í eina av nýggju antennunum, og síðan verður togað, til antennan slitnar. Jóanes, Tove og Marianna eru ill. Í øðini. NATO, millum størstu haturfuglarnar hjá føroyska og alheims vinstra-vonginum, hevur enn einaferð víst sín ljóta skort í Føroyum. Nýggjar hernaðarútbyggingar eru júst settar upp við Marinustøðina í Havn. Útbyggingin av antennukervinum er sambært føroyska vinstra- vonginum enn ein staðfesting av valdinum hjá NATO í Føroyum. Hinumegin vegin stendur grønlitti barnagarðurin við Kommansmýru. Fleiri á føroyska vinstravonginum halda tað vera burtur úr vón og viti, at tað bert er eitt hanagleiv millum ein barnagarð og eina hernaðarbygging. Og tá er at gera tað, sum røtt stríðsfólk á vinstravonginum gera: Eina atsókn. Uttan fyri girðingina kring Marinustøðina standa tveir gamlir kommunistakappar og vísa sam­huga. Tá ið tey trý hava gjørt seg inn á tólini á Marinustøðini, verður trivið í ein fosturlandssang saman við Janusi Kamban, listarmanni, og D.P. Danielsen, sakførara. Endamálið við atsóknini er at fáa rok burturúr. At varpa ljós á teir ræðuleikar, sum NATO-imperialisman í Føroyum hevur við sær. Men har kemur eingin. Eingin løgregla. Bilsin og eitt sindur snópin mugu tey fimm uttan fyri girðingina fara hvør til sítt – uttan at nakar veruliga gevur teimum ans.« Hildu Trónd Djurhuus vera njósnara Atsókn í Føroyum TEL 34 59 00 WWW.SMYRILLINE.FO FONN FLOG, TEL 47 63 63 · FAROE TRAVEL, TEL 34 26 00 · 62ºN, TEL 34 00 00 1 ferðandi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 995,- Aftur og fram í couchettu og uttan bil 1 ferðandi v/bili . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 2.635,- Aftur og fram í deildum 4-koyggjukamari 2 ferðandi v/bili . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 4.990,- Aftur og fram í 2-koyggjukamari 2 vaksin + 2 børn v/bili. . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 5.990,- Aftur og fram í 4-koyggjukamari Hugsa ikki um viðførið – við Norrönu er pláss fyri øllum HEIM Á JÓLUM HEIM 17. DESEMBER – NIÐURAFTUR 5. JANUAR BÍLEGG Á NETINUM