fríggjadagur 4. november 2011síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 4. november 2011
14
VIKUSKIFTI
Val og tøl
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í morgin um eina viku er nýggja løg
tingið stevnt til fundar.
Fyrsta málið á skránni er góðkenning
av valbrøvunum. Fyri okkum er tað ein
sjálvfylgja, at tingið góðkennir val
brøvini. Tað er ikki alla staðni, at henda
mannagongdin er sum at seta knívin í
bleytt smør. Hóast altjóða eygleiðarar
fylgja við, so hoyra vit um valsvik, og
eisini í londum, sum vit annars fegin
vilja sammeta okkum við, kemur tað
fyri, at góðkenningin av valúrslitinum
endar í hægsta rætti.
Hjá okkum setur eingin spurnartekin
við úrslitið, hóast tað hesa ferð í einum
føri bara eru tvær atkvøður, sum skilja
hana, ið er innanfyri við hana, sum er
uttanfyri. Álitið á veljaran og tey, sum
umsita skipanina, er treytaleyst, og tað
er virðiligt.
Tá ið valbrøvini eru góðkend, verð
ur fyrsta málið á skránni at velja løg
tingsformann og næstformenn. Løg
tingsformaðurin og næstformenninir
sita alt valskeiðið uttan so er, at teir
sjálvbodnir leggja frá sær, ella fýra fimt
ingar av øllum tingmonnum skrivliga
krevja nýval av formansskapi.
Sambært álitinum, sum varð skrivað í
sambandi við at nýggj stýrisskipanarlóg
varð fyrireikað miðskeiðis í nítiárunum,
er starvið sum løgtingsformaður tað við
hægstu tignini í Føroyum. Finnbogi
Ísakson, sáli, syrgdi í síni tíð sum løg
tingsformaður fyri, at tignin eisini
sæst aftur í lønini. Ásetingin sigur, at
løgtingsformaðurin fær somu løn sum
løgmaður.
Í stýrisskipanarálitinum varð lagt
upp til, at formanssessurin skuldi verða
hildin uttanfyri, tá ið samgonga varð
skipað og landsstýrissessir og nevndar
sessir í tinginum verða býttir. Soleiðis
hevur tað ikki verið, og soleiðis verður
tað ikki hesa ferð. Løgmaður ætlar, at
samgongan skal vera skipað, áðrenn
tingfundin um eina góða viku, og tí
fer nýggja samgongan undan formans
valinum at hava avrátt, hvør skal verða
tingformaður eftir Hergeir Nielsen, sum
er givin í politikki.
Kaj Leo Holm Johannesen úr Sam
bandsflokkinum verður løgmaður, og tí
er tað væl hugsandi, at tað verður hin
stóri samgonguflokkurin, Fólkaflokk
urin, sum fær tingformannin. Um tað
verður so, so verða tveir kandidatar:
Jógvan á Lakjuni og Bjarni Djurholm.
Felags fyri teir báðar er, at teir hava
verið 1. næstformenn í tinginum.
Tingskipanin sigur, at tað er ellis
formaðurin – elsti maður ella kona á
tingi eftir aldri – sum tekur sæti í for
manssessinum sum fyribilsformaður og
skipar fyri at valbrøvini verða kannað,
og at formaður og næstformenn verða
valdir. Tingmenn bera uppskot fram,
og síðani verður atkvøtt. Tað er ikki
loyvt at hava orðaskifti um val av for
mansskapinum.
Elsti persónur í nýggja tinginum er
Poul Michelsen, sum er føddur 22. juli
í 1944. Tað verður tískil formaðurin í
Framsókn, sum fer at sita í formans
stólinum, tá ið tingið kemur saman og
inntil formansvalið er av.
Stór útskifting
Merkisvert var tað, at ein lítil helmingur
av tingmanningini hesa ferð var ný
valdur. Sekstan, sum hesa ferð eru vald
á ting, vóru ikki vald 19. januar í 2008.
Talan er tó ikki um so mong spildur
nýggj andlit, tí fimm, sum eru vald hesa
ferð, hava áður verið vald á ting: Bjarni
Djurholm, Bárður Nielsen, Henrik Old,
Kristina Háfoss og Páll á Reynatúgvu.
Og seks vóru síðsta valskeið varafólk
á tingi fyri tey, sum lótu tingsessin frá
sær, tí tey fóru í landsstýri: Eyðgunn
Samuelsen, Helgi Abrahamsen, Edva
Jacobsen, Bjarni Djurholm, Aksel
Johannesen og Páll á Reynatúgvu.
Spildurnýggj á tingi eru Elsebeth
Mercedis Gunnleygsdóttur, Hanus
Samró, Kristin Michelsen, Rigmor
Dam, Gunnvør Balle, Sirið Stenberg
og Janus Rein.
Anfinn Kallsberg, Edmund Joensen,
Magni Laksáfoss, Katrin Dahl Jakobsen,
Jóannes Eidesgaard, Sjúrður Skaale,
Tórbjørn Jacobsen og Hergeir Nielsen
bjóðaðu seg ikki fram aftur.
Hans Pauli Strøm, Helena Dam
á Neystabø, John Johannesen, Kári á
Rógvi, Annita á Fríðriksmørk, Bergtóra
Høgnadóttir Joensen og Heini O.
Heinesen vórðu ikki afturvald.
At 16 av 33 eru nývald er størsta
lutfalsliga útskiftingin síðani á valinum
í 1970, tá ið fimtan av 26 vóru nývald.
Minsta broytingin í tingmanningini var
á valinum í 1962. Tá vóru bara tríggir
av 29 tingmonnum nývaldir.
Løgmaður og luttøkan
Valúrslitið hesa ferð var merkisvert á
so mangan hátt. Løgmaður var stóri
sigursharrin í persónligum atkvøðum,
og tað var merkisvert, at løgmans
flokkurin stóð seg betri, enn flokkurin
hjá løgmanni plagar at gera.
Undan valinum heitti Kaj Leo Holm
Johannesen á veljararnar um at vera
við til at seta met í luttøku. Metið í
valluttøku er frá 2004, tá ið 92,3 % at
kvøddu. Løgmaður setti nøsina eftir 93
prosentum, men tað eydnaðist ikki. Val
luttøkan síðsta leygardag var 86,6 %.
Valskipanin og valið
Talvan vísir uppgerð yvir, hvussu valið
hevði lagað seg, um gamla valskipanin
hevði verið galdandi. Hetta er sjálvsagt
ein hugsað og óverulig støða. Tað kann
væl hugsast, at valið – og serliga býtið
av persónligum atkvøðum – hevði
verið øðrvísi, um landið aftur hevði
verið skipað í sjey valdømi.
Um gamla valskipanin hevði verið galdandi á hesum valinum,
so hevði Tjóðveldi átt umboð bæði í Norðoyggjum og Eysturoy,
og Javnaðarflokkurin hevði átt umboð í Eysturoy
Gamla skipanin
hevði skift
seks út
Norðoya
1381
713
504
249
558
63
323
Eysturoyar
1407
2157
838
434
924
398
584
Norðstreymoy
563
681
424
100
433
123
95
Vága
482
616
338
44
245
61
113
Suðurstreym
2061
2700
1928
422
2686
1251
668
Sandoyar
231
75
287
12
270
18
18
Suðuroyar
758
604
1109
29
473
19
82
6883
7546
5428
1290
5589
1933
1883
A
B
C
D
E
F
H
Atkvøðurnar á valinum 29. oktober 2001 býttar út á gomlu valdømini