Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-04, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. november 2011síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 128 · 4. november 2011 15 VIKUSKIFTI Valið leygardagin 29. oktober 2011 var onnur ferðin, at Føroyar vóru skipaðar í eitt valdømi. Broytingarnar millum flokkarnar høvdu ikki verið stórar, um gamla skipanin framvegis var galdandi. Til og við 2004 var landið skipað í sjey valdømi við 27 val­dømis­ valdum og upp til fimm eykavaldum tingmonnum. Hóast tað í nýggju stýris­ skipanarlógini frá nítiárunum var ásett, at hámarkstalið var 33 tingmenn, so varð vallógin ongantíð broytt, og har­ við var hámarkstalið 32. Um tingmannatalið sambært gomlu skipanini hevði verið 33 (27 valdømis­ valdir og 6 eykavaldir), so hevði eingin broyting verið í styrkini hjá flokkunum, um onnur ella hin valskipanin var galdandi. Um hámarkstalið hevði verið 32, so hevði Javnaðarflokkurin mist ein mann og harvið fingið fimm valdar. Í talvuni verður roknað við, at tingmannatalið var óbroytt frá tí, sum tað var í gomlu skipanini – altso 32. Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin taptu valið. Merkis­vert er tað, at Tjóðveldi ongan fekk valdan í norðaru pørtunum av land­inum. Bæði í Norðoyggjum og Eysturoy hevur flokkurin átt umboð síðani 1954, og undantøkini eru fá, tá ið Tjóðveldi ikki hevur átt umboð í Norð­streymoy. Um gamla skipanin hevði verið galdandi, so hevði Tjóðveldi átt umboð bæði í Norðoyggjum og Eysturoy. Óluvá Klettskarð og Ingolf S. Olsen høvdu nú fyrireikað seg til tingfundin um eina góða viku, meðan Gunnvør Balle og Sirið Stensen ikki høvdu verið valdar. Tað eigur at verða undirstrikað, at tað verður roknað við samantalda at­ kvøðutalinum hjá øllum valevnunum og ikki bara teimum, sum tey fingu í økj­unum, har tey vórðu stillað upp. Um gamla skipanin hevði verið galdandi, so hevði Eyðgunn Samuelsen, sum saman við Elsebeth M. Gunnleygsdóttir er fyrsta kvinna vald á ting úr Norðoyggjum, ikki verið vald. Í hennara stað hevði Hans Mourits Foldbo í Gøtu verið valdur sum um­ boð fyri Eysturoyar valdømi. Um Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, hevði verið valdur, er rættuliga ivasamt. Tað hevði hann ikki verið, um hann bara var upp á val í Norðoyggjum. Tað var javnaðarfelagið í Norðoyggjum, sum stillaði formannin í Javnaðarflokkinum upp. Tí er hann í hesum døminum ikki valdur, hóast hann var tann á javnaðarlistanum, sum fekk flestar atkvøður í Suðurstreymoy. Í Sambandsflokkinum hevði Jóna Mortensen verið nývald í Suður­ streymoy, meðan Edva Jacobsen hevði verið ov stutt til tingsess í Eysturoy. Í Framsókn hevði Janus Rein í Suður­ streymoy ikki verið tingmaður. Í staðin hevði Hanna Jensen í Norðragøtu verið eykavald í Eysturoy. Í Fóllaflokkinum hevði Hanus Samró ikki verið valdur í Suðurstreymoy. Í staðin hevði Pauli Petersen í Vestmanna verið valdømisvaldur í Norðstreymoy. Hægri og lægri Undan valinum varð víst á, at tað á val­ inum í 2008 vóru fimm, sum ikki vunnu upp um tinggáttina, hóast tey høvdu fleiri enn trý hundreað persónligar at­ kvøður, og at tað vóru trý, sum vórðu vald, hóast tey høvdu færri enn trý hundrað persónligar atkvøður. Hesa ferð setti Karsten Hansen sjáld­samt met, sum tað ivaleyst verð­ ur torført at taka. Hann fekk 416 per­ són­ligar atkvøður, men kortini var hann ov stuttur at vinna inn á ting fyri Miðflokkin. Í 2008 var Páll á Reynatúgvu tann, sum fekk flestar at­ kvøður og kortini ikki varð valdur. At­kvøðu­talið hjá Pálli á Reynatúgvu var tá 330. Hesa ferð vórðu fýra vald á ting við færri enn trý hundrað per­són­ ligum atkvøðum. Trý teirra eru í Javnaðar­ flokkinum: Rigmor Dam 271, Henrik Old 265 og Eyðgunn Samuelsen 261 persónligar atkvøður. Tann fjórði, sum vann tingsess við færri enn trý hundrað p e r ­s ó n ­ ligum at­ kvøðum, var Janus Rein úr Framsókn. Persónliga atkvøðutalið hjá honum var 250. Tað vóru bara hesi fýra, sum komu á ting við færri enn trý hundrað persónligum atkvøðum. Nýtt ættarlið Avbjóðingin hjá nýggja løgtinginum er stór. Tað er greitt, at betri javni skal fáast millum inntøkur og útreiðslur. Ivaleyst verður talan um bæði sparingar og fleiri inntøkur. Hóttanin um búskaparligt skrædl treingir á, og tung tøk skulu takast fyri at sleppa undan hóttafalli. Føroyar fóru so rudduliga á húsagang í 1992. Løgtingsval var tvey ár seinni, og tá var talan um stóra broytingar – bæði lut­falsliga býtið millum flokkarnar og í innan­hýsis býtinum av atkvøðum. Í nývalda løgtinginum eru bara tveir, sum eisini vóru valdir í 1994. Tað eru Henrik Old úr Javnaðarflokkinum og so Poul Michelsen, formaður í Fram­sókn, sum leygardagin um eina viku fer at seta løgtingið og skipað fyri for­mans­valinum. Øll hini 31 hava ikki sum fólkavald í løgtingið havt nakað politiskt við skrædlið í 1992, løgtingsvalið í 1994 og endurreisnina av sam­ felag­num at gera. Tað er eitt nýtt ættarlið, sum nú vil sleppa framat stýris­vøl­ inum. A 8 + 0 8 B 8 + 0 8 C 5 + 0 5 D 0 + 1 1 E 5 + 1 6 F 1 + 1 2 H 0 + 2 2 32 Býtið á valdømisvaldar og eykavaldar tingmenn sambært skipanini, ið var galdandi fram til og við valið í 2004 Norðoya valdømi Jákup Mikkesen A 455 Bjørn Kalsø B 704 Elsebeth Gunnleygsdóttir A 344 Óluva Klettskarð E 223 Eysturoyar valdømi Alfred Olsen B 473 Jógvan á Lakjuni A 341 Helgi Abrahamsen B 404 Ingolf S. Olsen E 146 Hans Mourits Foldbo C 119 Kári P. Højgaard (D) 317 Bill Justinussen (H) 428 Hanna Jensen (F) 210 Norðstreymoyar valdømi Bárður Nielsen B 872 Pauli Petersen A 166 Vága valdømi Rósa Samuelsen B 480 Jørgen Niclasen A 382 Suðurstreymoyar valdømi Kaj Leo Johannesen B 1979 Høgni Hoydal E 1054 Annika Olsen A 1344 Rigmor Dam C 271 Jóna Mortensen B 161 Kristina Háfoss E 451 Poul Michelsen F 581 Bjarni Djurholm A 328 Jenis av Rana (H) 434 Bjørt Samuelsen (E) 365 Sandoyar valdømi Gerhard Lognberg C 344 Páll á Reynatúgvu E 332 Suðuroyar valdømi Kristin Michelsen C 393 Jacob Vestergaard A 1048 Johan Dahl B 327 Henrik Old C 265 Hesi høvdu verið vald, um skipanin, sum var galdandi til og við valið í 2004, hevði verið galdandi hesa ferð – 27 valdømisvaldir tingmenn og 5 eykavaldir Fólkaflokkurin Annika Olsen 1344 Jacob Vestergaard 1048 Jákup Mikkelsen 455 Elsebeth M. Gunnleygsdóttir 344 Jógvan á Lakjuni 341 Bjarni Djurholm 328 Hanus Samró 304 Sambandsflokkurin Kaj Leo Johannesen 1979 Bárður Nielsen 872 Bjørn Kalsø 704 Rósa Samuelsen 480 Alfred Olsen 473 Helgi Abrahamsen 404 Johan Dahl 327 Edva Jacobsen 311 Javnaðarflokkurin Aksel V. Johannesen 1204 Kristin Michelsen 393 Gerhard Lognberg 344 Rigmor Dam 271 Henrik Old 265 Eyðgunn Samuelsen 261 Sjálvstýrisflokkurin Kári P. Højgaard 317 Tjóðveldi Høgni Hoydal 1054 Kristina Háfoss 451 Bjørt Samuelsen 365 Gunnvør Balle 358 Páll á Reynatúgvu 332 Sirið Stenberg 319 Framsókn Poul Michelsen 581 Janus Rein 250 Miðflokkurin Jenis av Rana 434 Bill Justinussen 428 Vald á valinum 29. oktober 2011 VAL OG TØL