fríggjadagur 4. november 2011síða 48
Tekstur á síðuni
nr. 128 · 4. november 2011
16
VIKUSKIFTI
ÚTGÁVA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Teir hava livað í undirgrundini í før
oyska tónleikaheiminum í rúma tíð. Í
Svanga í Havn, harav navnið Swangah
Dangah, hava teir tríggir, Steen Rói
Lorenzen, Ragnar Davidsen og Cren
Damsbo, rappað og skrivað tekstir í
fleiri ár. Teir hava saknað føroyskt rapp,
og teir hava saknað atfinningarsamar
røddir í føroyskum tónleiki.
– Ja, for helviti. Men tað er ikki
bara tí, at vit hava gjørt fløguna. Vit
ynskja at bróta nøkur mørk, sum eru
í Føroyum og vit fara eisini langt við
okkara tekstum. Kanska ov langt, fara
nøkur helst at halda, sigur Steen Rói
Lorenzen.
Nógv bendir á, at tónleikaáhugað
í Føroyum hava havt sama longsul.
»Fanin eg eri spentur«, »Fuck eg gleði
meg« og »Fucking nice boys« eru nakrar
av viðmerkingunum á Facebook-síðuni
hjá bólkinum, sum telur knappliga 1500
fjepparar. Viðmerkingar verða gjørdar
til konsertir, bólkurin hevur hildið
kring landið. Viðmerkingarnar verða
eisini gjørdar til stakløgini, Swangah
Dangah hava givið út áðrenn útgávuna
í dag. Í summar kom landaplágan frá
»Frá bygd til bý«, sum millum annað
nýggi tinglimurin hjá Fólkaflokkinum,
Hanus Samró, tók til sín og brúkti í
parti av júst farna valstríði. Í heyst kom
so lagið »Sprutt akutt« og við fløguni í
dag hevur bólkurin kunngjørt 11 onnur
løg, umframt áðurnevndu.
Hóast tað vóru hesi bæði løgini, sum
vóru einastu almennu útgávurnar hjá
bólkinum, og sum sostatt vóru við at
staðfesta gjøgnumbrot teirra á almenna
føroyska tónleikapallinum, er tað eitt
heilt triðja lag, sum fólk flest seta teir
í samband við. »Gentan er farlig« við
eyðkenda niðurlagnum »Rist reyvina
sum um hon hevði epilepsi«, hevur
bæði øst og argað, undirhildið og
fangað føroyingin.
Prika sexologin og Watson
Enn er tað rættiliga avmarkað, tað
Swangah Dangah hava avdúkað undan
degnum í dag, men hóast hetta ber til
farið brá um, at talan er um tríggjar
mans við tora at prika:
Sjálvt um flogfarið ikki lendir,
fer mín høgra hond altíð at gera tað
betri!
Fuck eitt Fróðskaparsetur,
eg fái karakterir ígjøgnum øll míni
problemir!
Soleiðis ljóðar eitt ørindi í lagnum »Frá
bygd til bý«, sum er spældur bæði í
Rás2 og Kringvarpi Føroya, umframt
at hann er spældur omanfyri 20.000
ferðir á YouTube. Í sama sangi fáa
bæði sexologurin Elin í Stórustovu og
realitystjørnan Paul Watson eitt orð við
á vegnum. Frekt og forargiligt, vilja
summi vera við. Fríkskt og festligt,
hugsa onnur.
– Rapp snýr seg um meiningar. Um
vit ikki høvdu tað, so kundu vit sungið
alt tað sama, sum øll onnur í Føroyum
syngja um. Vit vilja taka øðrvísi evni
upp og gera tað øðrvísi enn vant. Vit
skuldu til dømis gera ein kærleiks
sang, men sangurin endaði við at eita
»Pervarin«, flennir Steen.
Sokallaði tracklistin til nýggju fløg
una ber eisini boð um, at fleiri provo
katiónir eru ávegis. »Millumfingur
Rapp«, »Pervarin« og »Á kantinum
(Fuck ALS)« ljóða allir sum sangir,
har Swangah Dangah ikki leggja fingr
arnar í millum. Heitislagið á sjálvari
fløguni, »Belials synir«, hevur bein
leiðis bíbilskar tilsipingar og liggur í
so máta rættiliga langt frá staklagnum
»Sprutt Akutt«. Hinvegin verður Belial
ofta brúktur sum samheiti fyri satan.
Við øðrum orðum eru Belial og satan
tann sami. Belials synir eru sostatt
synir satans – og tað er tað, fløgan hjá
Swangah Dangah rópast. Henda fløgan
kemur á gøturnar í dag, og limirnir í
Swangah Dangah eru sjálvir rættiliga
væl nøgdir við verkið.
– Tað er í den grad trupult at bróta
út úr vanligu mørkunum í Føroyum.
Páll Finnur Páll sleppa avstað við tí, og
fólk vænta meiri ella minni av teimum,
at teir gera tað. So verður spennandi
at vita, hvussu fólk fara at taka í móti
okkara fløgu. Tá vit syngja »Fuck Paul
Watson« eru øll í Føroyum við upp á
tað, men spurningurin er, hvussu tað
verður við restini av fløguni. Men tey,
ið dáma rapptónleik, fara heilt víst at
dáma tað, sigur Steen Rói Lorenzen frá
Swangah Dangah at enda.
Sjáldan hevur nakar føroyskur bólkur, sum ikki hevur givið nakað út, fingið
so góða undirtøku. Mongu fjeppararnir hava glett seg til fløguna, sum
kemur á gøtunar í dag, og hesir verða ikki vónbrotnir lova Swangah Dangah
Forkunnugt
føroyskt rapp
Listamaðurin Bárður Dal Christiansen hevur gjørt húsan á
fløguni Swangah Dangah, sum rópast »Belials synir«