mánadagur 7. november 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Tá ið Annlis Bjarkhamar
í fjør tók stig til átakið »Í
menniskjum góður tokki«,
var hon ikki heilt greið yvir,
hvussu illa stóð til fíggjarliga
í mongum heimum, sjálvt um
hon visti, um hjá summum
var smátt.
– Tað var rættliga skelkandi
at síggja umsóknirnar, sum
vístu, hvussu lítið nógvar
familjur hava at liva fyri, og
støðan er neyvan batnað, tí
almannaveitingarnar eru ikki
hækkaðar, og arbeiðsloysið
er ikki minkað, sigur Annlis
Bjarkhmar.
Haraftat vísir tað seg, at
fólk, sum leingi hava verið
arbeiðsleys, hava ilt við at
koma aftur í arbeiði, og ar
beiðsloysisstuðulin minkar
fyri hvørt ár.
Tað eru ikki bara ar
beiðsleys, sum eru illa fyri
fíggjarliga. Sjúka kann eisini
gera sítt fyri styttri ella longri
tíðarskeið, og stakir uppi
haldarar eru sera illa fyri.
Einastandandi stuðul
Hinvegin var hon ovurfegin
um góða viljan hjá fólki at
hjálpa teimum, sum eru illa
fyri.
Næstan ein millión krón
ur komu inn. Tað mesta kom
frá einstaklingum, men bæði
fólkakirkjan,
aðrar
sam
komur, feløg, kommunur og
fyritøkur stuðlaðu væl.
– Longu nú hava vit
fingið 25 teldubrøv frá fólki,
sum spyrja, hvussu verður í
ár. Tað sigur mær, at summi
veruliga sita og bíða og vóna,
sigur Annlis Bjarkhamar.
Her vantar eitt trygdarnet,
og neyðugt er at seta eitt
minstamark fyri, hvat skal til
fyri at kunna liva eitt rímiligt
lív í Føroyum, sigur hon.
– Tað snýr seg um nakað
so einfalt sum at hava ráð til
at gjalda rokningar og at hava
ráð til at keypa mat. Nógvar
familjur eru í støðugum bar
daga fyri at yvirliva, sigur
Annlis Bjarkhamar.
Nevndin
Hon heldur tað vera sera gott,
at fólkakirkjan við Jógvan
Fríðriksson, bispi á odda og
aðrar samkomur við stuðla
tiltakinum og harvið vísa
rættan næstrakærleika.
Ein nevnd er fyri grunnin
»Í menniskjum góður tokki«,
og í nevndini sita umframt
Annlis Bjarkhamar, sum er
forkvinna, Lena L. Mohr,
stjóri á Sansum, umboð fyri
vinnulívið,
kassameistari,
Theodor D. Olsen, prestur,
umboð fyri fólkakirkjuna,
Katrin Egholm Isfeld, for
kvinna í Kiwanis Rósan,
umboð
fyri
felagsskapir,
Hallbjørg Lamhauge, leiðari
á
fosturforeldraskipanini,
Guðrið R. Petersen og Laufey
Blaasvær, samskipari.
Enn eru eingi tiltøk løgd
til rættis, men ætlanin er
at brúka sama leist sum í
fjør, tá ið fólk kring landið
tóku stig til tiltøk fyri at fáa
pening inn. Tiltøkini vóru
sera ymisk, men tað vóru
tiltøk við onkrum góðum
innihaldi, samstundis sum
tey góvu pening.
Tey tiltøkini fevndu heilt
frá innandura fótbóltskapp
ing til sølu av bundnum
vørum, listaverkum, smá
køkum, tombola og stuðuls
konsertum.
Hugflogið
at
skipa fyri var stórt, og meira
enn 20 prosent av samlaða
stuðlinum kom inn við hes
um tiltøkum.
Alt fer til stuðul
–
»Í
menniskjum
góður
tokki« brúkar ikki eitt oyra
til umsting ella lønir. Hvør
einasta króna, sum kemur
inn, fer beint í grunnin, sigur
Annlis Bjarkhamar.
Nevndin hevur skrivað til
øll kirkjuráðini í landinum og
biðað tey stuðlað aftur í ár.
Stuðul úr grunninum fáa
einans barnafamiljur, sum
hava tað tyngst. Jól verða
umtalað sum barnanna hátíð.
Tað er sárt hjá teimum, sum
ikki hava ráð til ein góðan
bita á jólum, og tað svíður,
tá ið foreldur ikki hava ráð
at geva børnum sínum eina
jólagávu. Júst tað við gávuni
hevur stóran týdning, tí
seinast valdu heilt nógvar
familjur at fáa gávukort at
keypa leikur fyri.
Í fjør søktu næstan 400
familjur um hjálp úr grunn
inum, og peningurin rakk til
at hjálpa 1241 børnum, ungum
og vaksnum.
– Tær afturmeldingar, vit
hava fingið frá teimum, sum
fingu jólahjálp í fjør, bera boð
um, at tað munaði ómetaliga
væl og gjørdi jólini til nakað
heilt serstakt, sigur Annlis
Bjarkhamar, sum inniliga
heitir á øll góð fólk um aftur
í ár at lata nakað fyri at
hjálpa hart kroystum barna
familjum.
Fólk
liva í
armóð
Annlis
Bjarkhamar
hevði hug at gráta,
tá ið hon í fjør las
umsóknirnar og fekk
innlit í, hvussu smátt
nógv fólk hava tað.
Heru
eru
nøkur
brot:
Havi arbeitt max eina
viku tilsamans í no
vember, slett ikki í de
sembur og áni ikki, nær
eg sleppi til arbeiðis
aftur. Ongin fiskur,
onki arbeiði. Fái frá
fiskavirkisskipanini,
men tað er syndarliga
lítið. Tað dekkar ikki
útreiðslurnar, kontoin
stendur á minus 3900
kr. Havi fingið loyvt
trot. Fekk ikki eingang
ráð at gjalda húsaleigu
sjálvur
í
desembur,
mátti lána pengar til
tað. Eg havi onga idé
um, hvussu eg skal
kunna hava ráð til
nakra jólagávu í ár. Eg
eri totalt í neyð. Mest
av øllm vil eg kunna
keypa
soninum
hjá
mær eina jólagávu.
(Pápi við einum barni)
Vit
hava
minus
hvønn
mánað.
Vit
gjalda 10.000 kr inn
á heildarkonto, men
nú vit eru arbeiðsleys,
megna vit ikki at gjalda
so nógv. Tí gera vit tað,
eiga vit ikki fyri mat.
Vónleyst.
(Par við fimm børnum)
Havi í vikur gingið við
tannapínu, fari eg til
tannlækna, eiga vit
ikki fyri mat.
(Pápi við trimum børnum)
Havi eina sjúkra dóttur,
nógvur peningur fer
til heilivág. Vónandi
kunnu tit hjálpa okkum
hesi jólini.
(Mamma við tveimum
børnum)
Hetta er ein óndur
sirkul, um eg gjaldi
rokningar, eiga vit ikki
fyri mat. Men rokn
ingar mugu gjaldast,
men hvat geri eg so við
mat.
(Mamma við fýra børnum)
Tað er ein kampur fyri
at yvirliva, havi ikki
livað í nógv ár.
(Mamma við fyra børnum)
Ein skylda at hjálpa
næstanum
www.hjalp.fo Átakið »Í menniskjum góður tokki« er farið av bakkastokki
aftur, og stigtakarin Annlis Bjarkhamar vónar, at undirtøkan verður líka góð
sum í fjør, so barnafamiljur í smáum korum kunnu fáa hjálp til jóla
– Taå ger stóran mun hjá illa støddum familjum at fáa hjálp til jóla, sigur Annlis Bjarkhamar, stigtakari
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað snýr
seg um
nakað so
einfalt sum
at hava ráð
til at gjalda
rokningar
og at hava
ráð til at
keypa mat
»Í menniskjum góður
tokki« brúkar ikki eitt
oyra til umsting ella
lønir