mánadagur 7. november 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Um alt
landið!
Íslendskar
rullupylsur
Nakkasteikir – kjøtugar
– strektir, 1,2-1,4 kg
– nýflett
uml. 2,8 kg
– íslendskur
3200 g
Íslendsk lambskrov
Íslendskir lambsbøgir
Turrur fiskur
Íslendsk lambshøvd
Cherry Valley dunnur
Fyri kilo
6995
Fyri kilo
3995
Fyri kilo
5795
Fyri hvønn
7995
400 g fyri
15995
Tak 3 fyri
7500
Fyri hvørja
13795
Jóladøgverðatilboð frá Føroya Keypssamtøku um alt landið
Randi Jacobsen
Tað var ein hending 2. apríl í
ár í vesturbýnum í Havn.
Fleiri fólk høvdu sitið í
einum húsum og ballast, ein
legði seg, og hini fóru í býin.
Um náttina kom ein,
sum búði har, heim við eini
gentu. So ringdi telefonin.
Tað var ein maður, sum bað
um innivist fyri náttina.
Tað var í lagi, tí teir kend
ust eitt sindur.
Parið fór í song á loftin
um, og gesturin skuldi sova
á sofuni í stovuni.
Men eingin friður var á
gestinum.
Hann var fleiri ferðir inni
á kømrunum á loftunum og
bað um hjálp, tí hann fekk
ikki sovið.
Parið noyddist at læsa
hurðina fyri at fáa frið.
Um ellivu tíðina um
morgunin vaknaði maðurin,
sum var farin rímiliga tíðliga
í song. Tá sá hann gestin
fara út av kamarinum, hann
segði einki.
– Tá ið eg reisti meg upp
í songini, merkti og sá eg
blóðið, og eg sá eisini knívin
liggja í songini, segði tann
álopni maðurin.
Helt um skurðin
Ein skurður var eftir háls
inum, og hann helt um
skurðin, tá ið hann fór út á
gongina og rópti um hjálp.
Hurðin var stongd í hinum
kamarinum. Hann royndi at
banka og gjørdi eisini eina
roynd við knívinum at fáa
hurðina upp.
Umsíðir kom hin út, teir
ringdu eftir sjúkrabili, og
politiið kom eisini. Álops
maðurin sat tá og græt.
Tað var eingin meining
í hesum álopunum, tí teir
vóru ikki óvinir, og maðurin
við knívinum hevði einki
motiv til at skaða hin.
Illa fyri
Hann greiddi í rættinum
frá, at hann sálarliga ikki
hevði havt tað gott. Hann
hevði verið innlagdur fyri
tunglyndi eina ferð áður,
og tað var hann eisini hetta
kvøldið, tá ið hann breyt út
av sjúkrahúsinum og fór í
býin.
Í býnum hevði hann
drukkið, møguliga fingið
onkur rúsevni, og haraftrat
hevði hann fingið nógvan
heilivág á sjúkrahúsinum.
Hann hevði verið mis
brúkari í fleiri ár, eisini hevði
hann roynt tendraragass.
Hesa náttina var ógjørligt
hjá honum at sovna.
Var í ørviti
Nakrar tímar eftir at hann
var handtikin, var hann í
grundlógarhoyri. Sambært
frásøgnini frá grundlógar
hoyrinum mintist hann tá,
at hann hevði havt knívin.
Nú segði hann, at endur
gevingin var skeiv, tí hann
mintist einki um nakran
knív.
Hann mintist bara, at tey
høvdu ballast, og mintist
hann nakað um eitt slag,
hann hevði fingið í andlitið.
Tað var hin, sum búði har,
sum slerdi, og hann segði
seg hava gjørt tað eftir
hendingina.
Annars
mintist
hann
eisini, hvussu í ørviti hann
framvegis var í rættinum.
Tann álopni maðurin,
sum í rættinum hugdi blítt
upp á álopsmannin, er fram
vegis ikki heilt komin fyri
seg. Hann fekk ein átta cm
langan og hálvan annan cm
djúpan skurð í hálsin. Allir
vøddarnir eru ikki mentir
aftur, og hann hevur næstan
eingi følilsi á hálsinum.
Hann skal hava endur
gjald, men tað kann ikki
ásetast, fyrr enn maðurin
enn eina ferð hevur verið
niðri til kanningar.
Ringan barndóm
Eftir tilburðin varð per
sónskanning
gjørd
av
álopsmanninum,
og
har
bagdi einki. Ein skilagóður
maður, sum var egnaður til
revsing.
Tað kom fram í rættinum,
at barndómurin hjá mann
inum hevur verið so sum so.
Nógv drukk, tunglyndi og
harðskapur, og hann varð
sum barn bukaður.
Dómarin helt, at tað,
sum maðurin hevði gjørt,
var so mikið álvarsligt, at
hon kundi ikki gevur hon
um linari dóm enn tvey
ára fongsul. Í tí hann skar
hin mannin, setti hann lív
hansara í vága, og hann
var bara heppin, at tað ikki
spældi verri av.
Dómarin segði aftrat,
at gerðin hjá manninum
var eitt róp um hjálp, og ta
hjálpina fekk hann upp á ein
máta, tá ið hann varð tikin.
Eisini gjørdi dómarin vart
við, at maðurin var noyddur
at koma úr síni misnýtslu.
Tvey ára fongsulsdómurin
var eisini fyri tvey innbrot
og fyri at hava gjørt seg inn
á ein politibil.
Ákærdi maðurin kærdi
beinanvegin dómin til lands
rættin, og dómarin gjørdi
av, at maðurin skal sita, til
landsrætturin hevur talað.
Stakk mannin í rúsi
Ein 26 ára gamal maður varð í Føroya rætti fyrrapartin
dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri serliga grovan harðskap
móti einum øðrum manni við at skera hann í hálsin
Maðurin brúkti ein langan breyðknív at skera við
Modellmynd: Àlvur Haraldsen