Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Nú er næstan klárt at fara und­ir arbeiðið at gera nýggj­ an barnagarð í Vági. Tað er greitt eftir bý­ráðs­ fund í Vági hóskvøldið. Har varð upplýst, at nú hev­ur býráðið 4,5 milliónir tøk­ar til endamálið og tað skuldi rokkið til fyrs­ta byggistig av einum dag­stov­ ni við barnagarði og vøggu­ stovu. Grundstykkið til dags­ stovn­in er at kalla byggiklárt og tað verður í allarnæstu fram­tíð, at sjálvt arbeiðið byrj­ar. Í fyrstu syftu er ætlanin at byggja eina barnagarð við pláss­um til 45-48 børnum í full­ari tíð og 12-16 børnum hálva tíð, ella við plássum til 57-64 børnum tilsamans. Kirstin Strøm Bech, borgar­stjóri, vónar barna­ garð­urin verður liðugur til skúlar­nir byrja aftur eftir summ­arfrítíðina næsta ár, tað er síðst í august. Hvussu so verður við vøggu­stovuni má støða tak­ ast til seinni. Skerja raksturin Býráðið hevur sett pening av til barnagarðin hesi síðs­ tu árini, men býráðið hev­ur eisini samtykt at mentan­ar­ nevndin, tekniska­nevnd og havnanevndin skulu skar­va av sínum játtanum í ár fyri at útvega pening til barna­ garð­in. Tilsamans hava nevnd­ir­ nar tikið eina góða millión av sínum játtanum í ár og sett hana í barnagarðin. Serliga hevur mentan­ ar­nevndin tikið rívan til og hev­ur sett 750.000 krónur av rakstrinum í ár til barna­ garðin. Ein partur av tí er avlopið av játtanini til lønir, sum ikki verða útgoldnar, tí barnatalið hev­ur verið minni enn játtan­in var til. Talan er um peningur, nevnd­ir­nar hava spart og skert raksturin við. Men talan er eisini um pening, sum er lopin av til ymisk enda­mál. Havnanevndin og tekniska­nevnd hava skarv­ að 200.000 krónur av rakstri­ num í part og sett tær í barna­garðin. Hetta er tí, at býráðið rað­ fest­ir ein nýggjan barnagarð fremst av øllum. Sostatt verður barna­ garðurin fíggjaður umvegis sjálv­an raksturin hjá kommun­uni. Hinvegin verða ongar bein­leið­is íløgur í Vági næsta ár, tí kommunan hevur spent seg hart fyri fíggjarliga, ikki minst við nýggja ellis- og røkt­ar­heimi­num. Vágbingar skulu rinda sa­ma kommunuskatt næs­ta ár, sum í ár. Býráðið hev­ur sam­ tykt fíggjar­æt­lan­ina fyri 2012 og í tí sam­ban­di er samtykt, at kom­mu­ nu­skatt­urin skal verða 23,25%, sum er tað sam sum í ár. Barnafrádrátturin verð­ur 4.000 krónur næs­ta ár og tað er eisi­ni tað sama sum í ár. Vágs Býráð væntar at fáa einar 35,5 millió­n­ir inn í skatti næsta ár og tað er áleið tað sama sum í ár. Í løtuni er skuldin hjá kommununi 29,9 mil­li­ón­ir, men so kem­ur ein skuld upp á 22 mill­i­ón­ir afturat í sam­ban­di við nýggja ellis- og røktarheimið, so til­sama­ns er skuldi 51,9 mill­ió­nir. Býrá­ðið rindar slak­ ar fimm milliónum í av­drát­t­um um árið, so gongst sum ætlað, kem­ur kommunan aft­ur niður um eina álíkn­ing um trý ella fýra ár. Áki Bertholdsen Í Hvalbiar Kommunu er æt­ lan­in at gera íløgur fyri átta millión­ir næsta ár. Tað hevur bygdaráðið í Hval­ba samtykt. Bygdaráðið hevur við­ gjørt fíggjarætlanina fyri næsta ár, men nú skal upp­ skot­ið viðgerast meiri ná­ greini­liga í bygdaráðnum, tí fíggja­r­æt­lanin skal viðgerast eina­ferð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt. Otto West, borgarstjóri sig­ur, at stóri parturin av íløgun­um skulu gerast á havnarlagnumm har æt­lan­in er at bøta um at­komu­møgu­ leikar­nar hjá treylarum í sam­bandi við flakavirkið. Í tí sambandi skal sam­ ráðast við nakrar av teimum, sum eiga egningaskúrar við flaka­virkið um at taka at taka teir niður fyri at fáa betri pláss. Ábøtur Annars er ætlanin at gera stór­ar ábøtur á sambýlið, har loft­ið skal gerast og somu­ leið­is er ætlanin at fara undir at klæða skúlan og at keypa ymiskt innbúgv. Harafturat er eisini æt­ lan­in at taka eitt stórt tak at fáa kloakkviðurskiftini í rætt­lag Hvalbiar Kommuna eigur út­við tríggjar milliónir á bók, men borgarstjórin sigur, at æt­lan­in er ikki at tøma kass­ an. Tískil verður neyðugt hjá kommun­uni at taka lán og tað eru tey alt annað enn von við í kommununi, tí tey hava ver­ið rættiliga væl fyri nú í ein mansaldur. Skulu vit læna til allar íløgur­nar, skulu átta millión­ ir takast í láni og tað er væl trú­ligt, at tað endar við tí. Hvalbiar Kommuna var væl fyri, men kyndils­messu­ ódn­in, hóskvøldið 31. januar í 2008 kostaði kommununi dýrt. Grótkastið í havn­ar­lag­ num fekk so stóran skaða, at tað kostaði kommununi 11 milliónir at umvæla. Og borgarstjórin sigur, at í Hval­biar Kommunu fata tey fram­vegis ikki, hví Hvalbiar Kommu­na ikki fekk eitt reytt oyra frá landinum at um­væl skaðan fyri, hóast Skála­víkar Kommuna fekk fleiri milliónir frá landinum til skaðan, havnarlagið har fekk í somu ódn. aki@sosialurin.fo Mugu læna Hvalbiar kommuna er ikki so væl fyri longur, sum hon hevur verið, tí kyndilsmessuódnin í 2008 var dýr Næsta ár verða bæði skat­ta­pro­sent og barna­frá­drátt­ur í Hval­ ba tað sama sum í ár. Sostatt verður kom­ mu­nu­skatt­urin 20% og barna­frá­drátt­ur­in 5.000 krónur næsta ár. 20% í skatti Brúka 8 milliónir krónur í Hvalba ÍLØGUR Næsta ár ferð Hvalbiar Kommuna at byggja út og gera ábøtur fyri átta milliónir krónur Í Hvalbiar Kommunu fata tey framvegis ikki, hví Hvalbiar Kommuna ikki fekk eitt reytt oyra frá landinum Býráðið raðfestir ein nýggjan barnagarð fremst av øllum Vágbingar hava 4,5 milliónir til barnagarð BARNAGARÐUR Í Vági verða ongar íløgur næsta ár, men afturfyri verður farið undir at gera barnagarð til eini 60 børn Ongar íløgur Í Vági verða ongar íløgur næsta ár, men afturfyri fáa ung húski ein spildurnýggjan barnagarð. Myndina av Vági hevur Erik Christensen tikið 23,25%