mánadagur 7. november 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Var og vitjaði fastrarnar
herfyri. Tær vóru í húsinum
hjá ommu og abba í Leirvík
og tømdu ovasta loft. Har
kom nógv undan kavi, bæði
líkt og ólíkt, og søgurnar,
ið fastrarnar høvdu at siga
um
dukkulisur,
tónleik
og
klædnastíl
frá
teirra
barnaárum vóru óteljandi og
sera stuttligar at leggja oyra
til. Hendan løtan gav mær
eina mynd av, hvussu teirra
barna- og ungdómsár høvdu
verið við ommu og abba sum
foreldur, og fekk hetta meg
at hugleiða um mítt egna lív
saman við teimum.
Roykurin av nýbakaðum
bollum er tað fyrsta, ið
kemur mær til hugs, tá ið eg
hugsi um heimið hjá ommu
og abba í Leirvík. Hvussu tað
var at trína inn í gongina,
opna køksdyrnar og síggja
ommu rokast í køkinum. So
skjótt hon bar eyga við teg, lat
úr henni ”Á jøssus, er tað tú?
Stóð júst og hugsaði um teg
– kom inn, kom inn”. Meðan
eg sessist og omma fer í holt
við drekkamunnin, byrjar at
rørast innan úr stovuni, og
løtu seinni er abbi eisini har
við sínum ”hey góða – hvat
sigur tú fyri gott”?
Omma
og
abbi
vóru
sera ymisk av lyndi. Lyndið
á ommu var sera lætt, og
dámdi henni væl at práta.
Abbi var hinvegin stillur
og hugsunarsamur. Felags
høvdu tey tó kærleikan og
kristnu trúnna, sum tey
dugdu sera væl at umsita í
gerandisdegnum.
Omma vaks sum barn
upp hjá barnleysu fastur
síni, bert fáar hundrað met
rar frá foreldrunum og hin
um syskinum. Hóast hendan
sundurskiljingin frá familj
uni kendist sera svár, megn
aði hon at skilja støðuna,
fyrigeva og elska. Ein sera
góð lýsing av hennara stóra
hjarta.
Omma var uttan iva ein
einastandandi kvinna. Hon
hevði nógvar vinkonur, og tað
sjáldsama var, at tær vóru úr
øllum aldursbólkum. Hetta
komst óiva av at hon var eitt
sera opið menniskja, ið dugdi
væl at tosa og ikki minni væl
at lurta. Hon tók meg ofta á
bólið við at minnast hvat ið
vit seinast høvdu tosa um,
sjálvt um long tíð var farin
síðan seinast. Hon kendi
nøvnini á øllum mínum vin
fólkum, og tá ið tey fingu
børn, minntist hon eisini
nøvnini á teimum. Eg kundi
tosa við hana um alt, og
ongantíð var hon dømandi,
sjálvt um mínir tankar og
mítt lív kundi verða sera
nógv øðrvísi enn hennara.
Hóast abbi var fámæltur,
var hann altíð sera áhugaður
ið hvat ið hansara fingust
við. Ein hending ið tó skar
aði framúr viðvíkjandi sam
bandinum okkara millum,
var tá ið eg eitt mundi fór
yvir til Íslands at arbeiði –
afturkomin høvdu vit altíð
okkurt at práta um. Hetta
stóðst av, at abbi í ungum
árum fór yvir til Íslands at
rógva út saman við pápa
sínum. Honum dámdi sera
væl landið, og ikki minni fólk
ið. Ein gamal vinur frá tí tíðini
sendi abba ein íslendskan
álmanakka á hvørjum ári, og
hevði hesin fast pláss uppi
yvir bonkinum í køkinum, alt
tað eg kann minnast – slíkt
trúfesti skal leitast leingi
eftir, men hann hevur óivað
gjørt seg verdugan til tess.
Hansara lyndið var eisini
sera jaligt. Sum áttati ára
gamal fór abbi undir at smíða
teimum hjall, og sum alt ið
kom frá hondum hansara,
var hesin sera snøggur og
væl avgreiddur.
Abbi og eg høvdu ein felags
alsk, alsk fyri djórum. Altíð
høvdu tey kettu í húsinum,
og í nógv harrans ár stóð ein
og sama likkan og hugdi inn
gjøgnum køksvindeyga tá ið
vit sótu og ótu. Hon mundi
vita sum var, at okkurt gott
var í væntu. Gerðið, seyðahús
og tvær ær gekk hann eisini
og kúklaðist um, og tá ið
seyðahúsið í 90´unum fór
í eini ódn, vóru synirnir
skjótir at fáa tað upp aftur, tí
teir vistu sum var, at dagliga
gongdin
í
seyðahúsinum
var ein lívsæðr hjá abba, ið
tá var vorðin pensionistur.
Seyðahúsið mátti tó endaliga
lúta tá ið undirsjóvartunnil
skuldi gerast til Klaksvíkar,
og vegurin hartil kom at
ganga beint ígjøgnum gerðið,
men tá var abbi komin so
mikið upp í árini, at tað
gjørdi minni.
Ein søga sum eg elskaði
at hoyra frá abba, var søgan
um tá ið abbi fór á Hjallnes
í Kollafirði eftir kúnni Gráu.
Á veg heimaftur hitti hann
nakrar menn ið fregnaðust
um prísin. Teir hildu hann
verða alt ov høgan, og mettu
at abbi mundi verða snýttur.
Men abbi endaði altíð søg
una við einum brosi og við
merkti, at hann varð als ikki
snýttur – fittari kúgv fekst
ikki! Hvussu nógv Gráa
mjólkaði kom tó ongantíð
fram, og mundi hetta vera tí,
at í hugaheiminum hjá abba
hevði hetta minni at siga.
Søguna um Gráu segði
abbi mær eisini frá tá ið hann
lá á deyðsbóli, og móður sum
hann var, bleiv tað henda
søgan hann vildi siga mær
hvørja ferð eg vitjaði hann
á Landssjúkrahúsinum. Um
hann hevði ein boðskap
við hesum, dugi eg ikki at
taka dagar ímillum, men
at eygleiða hann spakuliga
fara úr hesu verð, er vakrasti
vitnisburður eg enn havi
sæð. Omma og abbi vóru alt
teirra lív trúgvandi, og livdu
tey eftir besta førimuni eftir
orðið Guðs. Hetta kendist
eisini tá ið abbi fyrireikaði
seg til at fara her frá – ein
slíkan sálarfrið unni eg øll
um.
Sum hjún vóru omma og
abbi fyrimyndarlig. Tey virdu
hvønn annan og dugdu væl
at kúklast um samveruna
og kærleikan. Sat eg okkurt
kvøldi og hugdi í sjónvarp
saman við ommu, og abbi
sum vanligt sat í køkinum og
las bløðini, reistist hon líka
so stillisliga, fór innar í køkin,
tendraði ketilin og løtu seinni
hoyrdi eg antin glintranina
av
kinaskak
kúlum
ella
ljóðið av yatzy terningum
fara rullandi eftir borðinum.
Tveyeini endaðu tey altíð
dagin við eini hugnaløtu.
Nú
stendur
húsið
á
Samognarbøið tómt. Børn,
ommu- og abbabørn, og
langommu- og langabbabørn
ferðast javnan til tað í vón
ini um at halda lív í tí ið var,
men heimið ið húsið um
boðaði, slóknaði endaliga
við tykkum, góðu omma og
abbi. Men innan í okkum fara
minnini um tykkum tó altíð
at liva.
Við hesi fátæku lýsing av
tveimum deiligum og høgt
elskaðum menniskjum vil eg
við takksemi lýsa frið yvir
minnunum um ommu og
abba, Elisabeth og Theodor
Eliasen.
Kirstin
Nøvn
Til minnis um ommu & abba
Elisabeth & Theodor Eliasen
Lesið
- so eru tit við
TØKK
TØKK
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr
www.ebenezer.fo