Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Hóast Tjóðveldi hevur ver­ið fyri sín­um størsta aft­ur­stigi síðani 1994, so vóru Tjóð­veld­ is­glottar at hóma val­kvøldið, táið t.d tjóð­veldis­veljarin vísti, at hann fram­vegis stendur sterkur um for­ mannin, - at útjaðarin er hampu­liga væl um­boð­aður í tingbólkinum, hóast spá­dóm­ arnir beint frammanundan søgdu tað mósatta, - og at kvinnuvalið hjá flokkinum skrivaði søgu. Harmist hinvegin um, at vit mistu umboðanina í Eysturoynni og í Norð­ oyggj­um, nú sera dugnalig álitisfólk umboðaðu hesi øki sum valevni. Men so væl vóru tey við í kappingini kortini, at var hin sjey-valdømis- skip­anin galdandi, hevði hon - við tí atkvøðubýti, sum var valdagin – givið okkum umboð í báðum hesum økj­ um! Tað er ógvuliga umráðandi, at tey, sum umboða Tjóðveldi hava so gott samband við fólkið úr øllum landinum og úr øllum samfelagsløgum sum møguligt, - tástani er okk­um lív lagað. Megna vit at verða hin savnandi flokkurin um tey mørk, sum eru í sam­ felagnum, og ein flokkur, sum tosar við fólkið og lurtar, fáa vit samband við tað fólk, sum kann geva okkum tann positiva dialogin og tað neyð­uga kjakið. Tá læra vit av og hoyra um royndir hjá tí vanliga fólkinum kring alt landið, - teimum, sum skapa tey virði og tann framburð, sum vit øll liva av. Táið vit bjarg­ aðu minni­luta­ sam­gonguni... Vit fingu fleiri avrik í hús síðsta hálva árið fyri løgtingsvalið, hóast pílarnir somu mánaðir alsamt peik­ aðu niðureftir hjá Tjóðveldi. Hesi avrik eru at fegnast um, og nokk eisini orsøk til, at vit hóast alt fingu tað val, vit fingu. Feilirin var, at vit megnaðu ikki at selja vøruna soleiðis, at vit hildu uppá veljararn í nóg stóran mun, - hann fór frá okkum, og løgið nokk yvir til aðrar flokkar, sum vóru av somu áskoðan, sum vit hetta hálva árið. Hvussu var og ikki so eiga vit, tingmanningin í Tjóð­ veldi, sum sótu við valdið hesa tíðina, at hava dirvi til saman, og hvør sær at taka á okkum ábyrgdina av tí afturgongd, sum flokkinum var fyri hesar mánaðir! Vit megnaðu fleiri avrik, gamaní, men vit mistu nógvar veljarar sama tíðarskeið. At missa so nógv av stokkinum beint fyri eitt val, er eitt nið­ urlag fyri ein flokk, sum vil nakað so stórt sum at stovn­ seta hin føroyska statin! Hinvegin so er ein uggi í orðunum hjá Winston Chur­ chill, tá ið hann segði, at: “Suc­cess is the ability to go from one failure to another with no loss of enthusiasm”. Gamaní hava vit gjørt feilir, men mál okkara stendur framvegis har, sum drangur í brimi! Feilunum mega vit læra av, so leingi vit hava málið í eygsjón! Takk fyri stuðulin! Fari at takka tykkum øllum, sum stuðlaðu Tjóðveldi á valinum leygardagin, og tykkum kring landið, sum valdu meg persónliga. Tað er at fegnast um, at tit 5.589 veljarar stóðu saman um flokkin hóast mótburð og ágang. Eg náddi ikki innum ting­ gátt hesaferð, og tað harmist eg sjálvsagt um! Velji tó í hesum sambandi at takka tykkum mongu, sum hava valt meg inn á ting síðani 1998. Tað er ein álitisváttan, sum eg vóni, at eg havi livað upp til! Hesaferð varð eg so vald sum 1.varafólk hjá teimum seks, sum nú um­ boða flokkin. Flokkurin er tódnaður nakað nógv, tíverri. Hinvegin eru okkara fólkavaldu rætti­ liga skilagóð við ymiskum royndum á hvør sínum øki. Tí ivist eg onga løtu í, at hesi koma at standa væl saman, og koma øll at verða ein styrki fyri tað parlamentarisku viðgerðina av teimum málum, sum verða á tingborði komandi tíðina. Við ynskjum um blíðan byr, ynski eg veljaranum og okkara fólkavaldu og Tjóð­ veldinum góða eydnu, nú aftur verið farið úr dalinum upp móti tindunum. Annita á Fríðriksmørk Sum vágað og vónað Fyrr í summar boð­aði Bank­ Nordik í hálv­árs­rokn­skap­ inum frá, at út­lánini fyri 2011 vóru mink­að úr 8,8 mia. kr. niður í 8,4 mia. kr. grund­að á minkandi láni­hug hjá hjá privat- og vinnukundum. Fyri at javnviga hetta, hækk­ ar bankin útláns­rentuna við 0,5 stigum. Undir vanligum markn­aðartreytum hevði úr­slitið verið, at útlánini hjá Bank Nordik bara minkaðu enn meira, tí lánihugurin minkar við hægri útlánsrentu, ella at fólk læntu pen­ing aðrastaðni, men ak, hetta ber til hjá før­oysku bankunum, tí eingin kapp­ing er á fíggjar­ marknaðinum. Kjarnin í kapi­talismuni manglar í Før­ oyum. Bankastjórin í EIK lá ikki sjóvarfallið av sær og hækk­ aði útlánsrentuna sam­svar­ andi. BankNordik hevur nú aftur boðað frá, at út­láns­ rentan hækk­ar november, hækk­anin er sambært bank­ an­um grundað á hækk­andi kostnaðir á fíggjar­markn­ aðunum og øktar út­reiðslur í sambandi við herd krøv og reglur frá myndugleikunum. Eisini hesa ferð var EIK banki skjótur og hækkar út­ lánsrentuna sam­svar­andi. Okkurt má gerast við vantandi kappingina mill­ um BankNordik og EIK, tí alsamt fleiri ungar familjur eru sera illa fyri fíggjarliga, og tað sama er galdandi fyri vinnulívið. Hetta førir við sær stagnatión og fráflyting. Tað er sera harmiligt at fjølmiðlarnir ikki við­gera hetta nógv meira kritiskt. Vinkulin kundi t. d. verið at samanborið rentustøðið í Føroyum við rentustøðið í granna­londunum, ella at fingið eina óhefta útlendska við­gerð av føroyska rentu­ støðinum. Tað er ikki langt síð­ani at man hoyri í út­varp­inum at onkur í vinnu­lívinum royndi at gera avtalur við aðrar út­lendskar bankar, tí út­lánsrenturnar í FO eru so himmalhøgar. Eitt dømi kundi verið, at ein keypmaður ætl­ar at opna ein mat­vøru­handil í Havn. Keyp­maðurin tekur eitt lán í BankNordik uppá 10 mió. kr. við eini rentu á 10%. Lánið er eitt seriu­lán yvir 20 ár, ár­ligu útreiðslurnar eru 1.068.000 kr., av hesum eru 500.000 kr. avdrag, rentu­kostnaðurin er sostatt 568.000 kr. árliga. Tær 568 t.kr. verða send­ar víðari til brúk­ar­an gjøgnum hægri prísir á vørunum. Um rentan var 3%, sum hon er í grannalondunum, so rind­ ar keypmaðurin 415.000 kr. minni í rentu­út­reiðslum um árið, tvs. at vørurnar kunnu gerast tað bíligari. Hetta er galdandi fyri alt vinnu­lívið, soleiðis rinda vit brúkarar óbeinleiðis ovurhonds nógv gjøg­num eitt alt ov høgt kostn­aðarstøði til bankarnar, umframt at vit beinleiðis rinda eina okursrentu fyri okkara sethús. Tað er eingin ivi um, at rentustøðið køvir alla sam­felagsmenning í land­ in­um. Vónandi ber til at seta neyðugan pening av á fíggjarlógini, soleiðis at Húsalánsgrunnurin veru­liga kann gerast ein kapp­ingar­ neyti, tá um sethúsafígging ræður. Tað er eisini vert at umhugsa, um tað ber til at fáa BankNordik aftur á almennar hendur, so at endamál bankans er at reka bankavirksemi, men harumframt at taka neyðug samfelagslig atlit. Endamálið hjá bankanum í dag er at tryggja fíggjarligt avkast til íleggjararnar. Um hetta verður broytt til neyðug samfelagslig atlit, so fer framtíðarvøkstur at tryggja bankanum størri avkast enn hvat hækkandi útlánsrenta klárar. Vónandi fara fjølmiðlar ella gløggir politikarar at taka hetta álvarsmál upp. Latið ikki bankarnar forkoma sam­felagnum Jørgen Meitilberg Annfinnur Garðalíð Góðu sjálv-­ stýris­velj­ arar kring land­ið – úti og heima Eg vil takka tykkum hjartaliga fyri stuðulin til lógtingsvalið 2011. Hesuferð var eg og stuttur, men vón­in er, at betur verður næstu ferð. Eg havi lært nakað um politik og kjak millum fólk í hesum samanhangi, og tað hevur verið sera áhugavert. Ingi Mohr sáli bleiv spurd­ur hend­an spurn­ing: “Nær byrj­ aði tú val­stríðið?”. “Dagin eftir valið!” var svarið. So eg vil royna hannsara máta og vónandi bert tað á mál til næsta val. Stóra tøkk øll somul. Við sjálvstýris­ kvøðu Okkara fólkavaldu rætti­liga skilagóð við ymiskum royndum á hvør sínum øki. Tí ivist eg onga løtu í, at hesi koma at standa væl saman, og koma øll at verða ein styrki fyri tað parlamentarisku viðgerðina av teimum málum, sum verða á tingborði komandi tíðina