mánadagur 7. november 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat hugsar hesin fram
standandi
maðurin
í
Vágunum um onnur?
Sjálvandi ynskja øll, at
fiskastovnarnir er so
stórir
sum
møguligt.
Trupulleikin er, at hetta
má gerast í samsvari
við tær fortreytir, ið
náttúran gevur okkum,
og
ta
veiðiskipan,
vit
hava,
nevniliga
fiskidagaskipanina.
Tað amboð, ið Atli
metir vera tað besta, er
at skerja fiskidagar. Jú,
gamaní hevur hetta verið
tað einasta amboðið, ið
hevur verið brúkt, og vit
síggja og kenna úrslitið
av tí. Flotin er fíggjarliga
mergsogin. Atli kundi
sjálvur roknað upp á
tað, um hansara egna
yrki varð regulerað við
einum líknandi amboði.
Nei, Atli, halt tú teg til
tað, tú hevur skil á, og
lat nú politikkin koma
á
beint
viðvíkjandi
fiskidagaskipanini.
Vit skulu ikki skerja
meira fyri at fáa rokni
stykkið at passa fyri fólk
við somu áskoðan sum
Atli. Vit skulu broyta
roknistykkið, soleiðis at
tað samsvarar við veru
leikan. Tá veruleikin er,
at náttúran ikki spælir
við, so skal roknistykkið
ikki
brúkast
ímóti
teimum,
ið
liva
av
hesum. Antin tora vit at
hava fiskivinnu á land
grunninum ella ikki.
Fiskidagaskipanin
er sjálvregulerandi. Vit,
ið hava eitt sindur við
landgrunnin
at
gera,
vita, at toskur og hýsa
heldur
til
á
ávísum
leiðum. Hesar leiðir hava
ikki verið troyttar í fleiri
ár. Tað er óvanligt, at so
lítið hevur verið fiskað á
hesum leiðum. Hetta er
eitt faktuelt fyribrigdi, ið
verður skúgvað til viks
av slíkum sum Atla. Og
tað løgna við hesum er,
at vit framvegis verða
roknaðir fyri at troytta
hesar leiðir fyri tosk
og hýsu. Tað er bein
leiðis ósømiligt, nú sam
ráðingar eru um nýggja
samgongu, at koma við
slíkum óundirbygdum
uppáhaldi, og vísa á, at
besta og fremsta am
boðið er at leggja forð
ingar í vegin. Vinnan má
og skal hava møguleikar
NÚ. Hetta er avgerandi
fyri
framtíðarinnar
Føroyar.
Tá
vitanin
er
til
staðar, skuldi tað ikki
verið trupult at bygt
nýggja samgonguskjalið
á møguleikar heldur enn
forðingar.
Vónandi skilja tey
fólkavaldu
trupulleik
an í einum heildarsam
anhangi, har ØLL vitanin
verður aktiverað. Ikki
bert tann ástøðiliga...
Atli
Gregersen!
Vitan ella
hugburður!
Eyðstein Poulsen
Nú valið er av, og fólkið hevur
talað, eru tað framvegis
nakrir tenorar í doyggjandi
kórinum, ið vilja gera vart
við sína fantasihugsjón
um fiskidagaskipanina
Heilt løgið blívur tað so, tá
henda útjavning bara skal
fremjast har, sum Havnin
fær lutfalsliga meira skatta
krónur
burturúr
ávísari
vinnugrein, til dømis innan
almenna fyrisiting – men
útjavningin rennur ongantíð
hinvegin, hóast Havnin í
ólukkumát vantar inntøku
frá øðrum vinnugreinum í
mun til onnur.
Fær Havnin
ov nógv?
Almennu størvini eru eitt
sindur torfør hjá Hagstovuni
at gera upp, tí tey eru býtt í
fleiri ymsar vinnugreinir, og
hagfrøðiliga eru býti sum
“almenn fyrisiting”, “komm
unur/ríkið”, “undirvísing” og
“heilsu- og almannaverk”.
Men leggja vit lønar
summin í øllum hesum vinnu
greinum saman, so er mun
urin samlað ikki so stórur, tí
allar hesar vinnugreinarnar
standa fyri 43% av lønar
summinum í Suðurstreym
oy. Øll hini økini liggja lægri
– millum 33-38% - men mun
urin er altso ikki so ómetaliga
stórur, sum nógvir politikk
arar vilja geva fatan av.
Sambært
yvirliti
frá
Hagstovuni
fær
Havnin
ein lutfalsliga størri part av
vinnugreinini “almenn fyri
siting” svarandi til 69%. Men
samlaðu lønirnar til almenna
fyrisiting eru bert 247 mió. kr.
ella 4 % av teimum samlaðu
lønarútgjaldingunum á 6,8
mia. kr. So her er ikki nógv
at útjavna!
Hini økini – “kommunur”,
“undirvísing”
og
“heilsa/
almannaverk” – eru meira
javnt býtt, sum jú er logiskt
– tí hetta eru skúlar, ellis
heim og virksemi, sum er
nøkulunda javnt býtt út yvir
landið.
Til dømis stava 16 % av
inntøkunum í Suðurstreymoy
frá heilsu og almannaverki, í
Suðuroynni og í Norðoyggjum
er samsvarandi talið 15 %, so
her er at kalla eingin munur.
Men kanska er ætlanin at
útjavna hesar inntøkur til
Eysturoynna ella Vágarnar
sum bert fáa 10 % av sínum
inntøkum frá hesum sama
sektori.
Hinvegin fáa Vágarnar
14% av sínum inntøkum frá
flutningi annars, les flog
ferðslu, ímeðan Suðurstreym
oy fær 2 % og Suðuroyggin og
Norðoyggjar bert 1 %, so her
má útjavnast hinvegin.
Fær Havnin allan
skattin?
Øll tey mongu, sum pendla til
Havnar dagliga, njóta eisini
væl av teimum tænastum og
útbyggingum, sum Havnin
bjóðar, tað verið seg vegir,
parkeringspláss,
ókeypis
bussar, svimjihallir, bókasøvn
og onnur tilboð, tænastur
sum tey í veruleikanum fáa
ókeypis, tí skattur teirra
fellur í øðrum kommunum.
Tað merkir, at hyggja vit
at tí stóru myndini, so er ikki
so stórur munur á, hvussu
samlaði
lønarsummurin
er býttur. Men – og tað er
eitt stórt men – vit meta, at
umleið triðja hvør króna,
sum vunnin verður í Havn,
verður skattað aðrastaðni.
Hetta merkir, at samlaða
myndin av, hvussu býtið av
skattainntøkuni av øllum
almennum
vinnugreinum
í landinum verður býtt,
vendir fullkomiliga – í so
stóran mun, at ein útjavning
hevði runnið til Havnar, og
ikki øvugt. Tí ein triðingur
av skattakrónunum rennir
longu úr býnum!
Tíverri
hava
vit
ikki
enn eina fullkomna upp
gerð av pendlingini. Hag
stovan upplýsir, at tað er
fongt við stórari óvissu
at
staðfesta
arbeiðspláss
og skattakommunu hjá tí
einstaka útfrá verandi til
gongiligum skráum. Trupul
leikin er at staðfesta lønar
útgjaldingar í mun til bústað
og skattskyldu.
Endaligu
tølini
mugu
vit tí bíða eftir, til úrslitið
fyriliggur av fólkateljingini
i november. Men, sum eg
so mangan havi sagt, eg
kann eisini ganga við til
eina útjavning, bara hon er
rættvís. Men eg eri ræddur
fyri, at ongin áhugi verður
fyri kommunalari útjavning,
tá
endaliga
roknistykkið
kemur á borðið.
Ein útjavning má, fyri
at hon skal virka javnt og
rættvíst, umfata annað og
meira enn skattakrónur frá
almennum
størvum,
t.d.
landbúnað og fiskivinnu.
Í Norðoyggjum stava 25%
av
lønarsumminum
frá
fólksins ogn – fiskinum!
Skulu tær skattakrónurnar
eisini útjavnast? Tí í Suður
streymoy koma bara 5% av
lønarinntøkunum frá fiski
ídnaði.
Útjavning má vera rættvís
og virka báðar vegir.
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Útjavning – til Havnar!
Tað hevur verið áhugavert í valstríðnum at hoyrt valevni gjørt seg klók
uppá kommunala útjavning. Tað ljóðar akkurát sum at summi teirra
halda, at útjavning snýr seg um at finna útav, hvar Havnin lutfalsliga fær
fleiri skattakrónur inn enn onnur – og so javna munin um alt landið!
Ein útjavning má, fyri at hon skal virka
javnt og rættvíst, umfata annað og
meira enn skattakrónur frá almennum
størvum, t.d. landbúnað og fiskivinnu