mánadagur 7. november 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
At svikað verður, og tað í
stórum stíli, er væl kent.
Eisini hættirnir, ið nýttir
vera, eru vælkendir og
hava verið uppi at venda
í miðlunum seinastu tíð
ina.
At útisiglarar hava
staðið
fyri
skotum,
hóast teir einans fylgja
gjørdum
avtalum,
er
sjálvandi ikki í lagi, tí
okkara
fundamentala
krav má vera, at øll
fylgja teimum reglum
og lógum, ið landsins
lóggevarar hava gjørt,
og at neyvt eftirlit er
við teimum, soleiðis at
fækst møguligt kunnu
sleppa sær undan at
fylgja teimum.
Lønmóttakarar,
ar
beiðarar og fiskimenn
kunnu sjálvandi als ikki
góðtaka, at teir fyrst
skulu gjalda fyri seg
og síðani fyri minst ein
Amann aftrat, ið hevur
sloppið
sær
undan.
Byrðan gerst ov tung við
Amanninum á rygginum.
Hann má vippast av og
fáa eitt loss í reyvina, so
eisini hann kann svara
hvørjum sítt.
Til tess má TAKS fáa
neyðugu orkuna bæði
hvat
viðvíkur
vitan
og fígging, soleiðis at
holufólkið bæði kann
verða roykt og rikið
framm í ljósið og har
standa til svars fyri
myrkursins gerðir og
gjalda tað, tey eiga at
gjalda - hvørki meira ella
minni.
90% av holufólkinum
eru Amenn, sum stuðla
Apolitikki og øvugt.
Um TAKS tí at byrja
við fylgir Aslóðini, so
skuldi
stórur
fongur
verið vísur, og flestu
Amenn verðið tiknir.
Síðani skuldi verið
rímuliga lætt at sett
gørnini á grynnri vatn
og fingið holini bøtt,
soleiðis
at
bert
tað
smæðsta hevur nakran
tjans
yvirhøvur
fyri
sleppa ígjøgnum.
Men skal stríðið vinn
ast, so mugu fakfeløgini
leggja rygg til eini:
Fólkafylking
móti
skattaundandrátti,-
svindli og - sviki.
Eydnast stríðið - og
tað skal tað - so vil úr
slitið
gerast
størsti
reallønarvøkstur
fyri
allar fakfelagslimirnar
nakrantíð, tí teirra skatt
ur kann tá møguliga set
ast niður við einum trið
ingi.
Alternativið verður
dødens pølse serverað
av komandi samgongu
undir heitinum flat-tax.
Fólkafylking
móti skatta
undandrátti,
-svindli og -sviki
Dagfinnur Danbjørg
Vit hava uppá stutta tíð
havt tvey val. Fyrst Folka
tingsvalið, og nú seinast
Løgtingsvalið. Eins og vit
sóu
Murdoch
stýra
tað
seinasta bretska valið, so var
okkara egna pressa rættiliga
nærverandi í báðum valinum
her heima. Ikki tað, at pressan
"coachaði" valevnini so nógv,
men veljarin fekk umfatandi
"undirvísing".
Til
dømis
vildi ein ábyrgdarblaðstjóri
vera við, at Tjóðveldi onga
orsøk hevði, at stilla upp til
Fólkatingsval, tá flokkurin
var úti eftir at avtaka um
boðanina á Fólkatingi. Fyri
óvitandi
fólki
kann
tað
ljóða eitt sindur logiskt.
Men veruleikin er, at skalt
tú koma nakran veg, ert tú
noyddur at byrja arbeiðið á
Danatingi. Rætt nokk sigur
Christiansborg, at avgerðin
um
ríkisrættarliga
støðu
Føroya skal takast í Føroyum.
Men, fyri at siga tað uppá
tann mest siðiliga mátan, so
er tað ein heldur alternativur
sannleiki. Uttan mun til, hvør
er forsetisráðharri ella hevur
annað høgt embæti, so eru
boðini greið: Vit sleppa ikki
at hava eina stjórnarskipan,
sum uppá nakran máta
opnar fyri at vit kunnu hava
eina politiska tilgongd, sum
hevur til endamáls at gera
Føroyar til eitt egið land.
Men einki tíðindafólk heldur,
at tann problematikkurin er
viðkomandi.
Ein
sera
dugnaligur
politikari, sum sá, hvussu
ógjørligt tað var at fáa nak
að nýtiligt úrslit, bert við
at dansa við danir, gjørdi av
at fara úr hjúnabandinum,
og hava eitt leyst "forhold"
við sín dansipartnara. Men
úrslitið er, at hann nú hevur
gonorré
í
makrelinum,
sum hann hevði alvársligar
ætlanir við. Tí hjúnaband
Danmarkar er við Europa
samveldinum, og Føroyar fáa
ikki onnur rættindi, enn tey,
sum Danmark sjálvt velur at
lata.
Tað eru nógv ár síðani eg
sá, at føroyingar ikki hava
mót uppá at taka loysing. Tá
er einasta rætta loysnin at
aftur gerast eitt danskt amt.
Bert tá fáa danir ábyrgd av
okkara støðu.Sum støðan er
nú, kunnu Christiansborg
og danska handilslívið tulka
allar lógir og avtalur sum
tey vilja. Tá ið vit minnast,
hvussu farið varð fram móti
Fossbankanum,
hava
vit
grund til at spyrja, hví tað
nú er tøgn um ta gøluna.
Eitt var, at ein stovureinur
bretskur banki varð lagdur
undir at vera "skitin". Nakað
annað var, at Fossbankin
ikki var insolventur. Nú
vita vit sjálvandi, at hetta
var eitt minni mál í øllum
bankahøpinum, men her er
tað lættari at fáa eyga á tað
órímiliga í at slakta bankan.
Hví lat tann politiska
skipanin í Føroyum hurðina
aftur til hetta álvarsmál?
Eg havi einki innlit í, hvat
politikarar sínámillum tosa
um. Eg veit hinvegin, at
tað eru danir, sum ráða. Jú,
eitt afturat veit eg: Okkara
politikkarar, serliga lands
stýrisfólk,
kunnu
uppá
heilt fá ár skaffa sær eina
pensjón, sum er fleiri ferðir
størri enn tann pensjónin,
sum ein vanligur føroyingur
kann spara upp til gjøgnum
fjøruti ár, og tað kann
sjálvandi vera gott at hava.
Tað løgna er, at sjálvt um eg
hevði havt valrætt, so var
eg nokk einsamallur um at
ræðast ta gongdina, sum nú
er, tað at okkara hátt virdu
politikkarar halda fram við
bert at spæla. Tað er heima
stýrið!
Tí sigi eg: Finn Norman
Christensen (æt hann so?)
má jarðast sum skjótast,
Føroyar má gerast eitt amt,
og amtið má vera bert ein
kommuna. So verða út
reiðslurnar helst minni. Eitt
afturat: Vinur okkara, Poul
Nyrup Rasmussen staðfesti,
at føroyskt er eitt danskt
minnilutamál.
Kann
tað
gerast betri
Thorbjörn Brochs
Tórshavn
Nú, aftaná
Eg lærdi, at vit ikki hava
demokrati í Føroyum. Hin
vegin lærdi eg, at tað er eitt
greitt samband millum peng
ar og tinggáttina. Tað vóru
tey vælhavandi, lýsingar
fyritøkur, miðlar og timb
urhandlar vunnu, meðan
demokratiið tapti valið.
Tað fyrsta tú skalt gera,
tá tú stillar upp, er at gera
teg sjónligan og syrgja fyri,
at tínar meiningar koma út
til fólkið. Longu her svíkir
demokratiið.
Eitt gjøgnumført
valstríð = $$$
Ætlar tú at skriva eina heil
síðu í bløðunum, so kost
ar tað uml. 3.000 kr. Skalt
tú so skriva eina síðu um
vikuna í Dimmu, Sosialinum,
Gratisavísini, Norðlýsið og
øðrum valbløðum, so skalt tú
av við 10.000+ um vikuna.
Skalt
tú
koma
runt
til øll fólk, so mást tú eisini
brúka ymisku portalarnar
á netinum. Her hava vit
nordlysid.fo,
vagaportal.
fo, sandportal.fo, roddin.fo
osfr.. Hesir taka uml. 400 kr
fyri hvørja grein. Hetta gevur
uml. 2.000 kr aftrat um vik
una.
Síðani koma lýsingarnar.
Ein síða í bløðunum kostar
uml 10.000 kr.. Skalt tú eisini
lýsa á ymsu portalunum, so
kostar hetta eisini nakrar
1.000 krónur. Umframt, at
lýsingar á Rás 2 eisini kosta
pengar.
Leysliga roknað, so kostar
ein vika við gjøgnumførdum
valstríði uml. 50.000 kr um
vikuna.
... men enn mangla vit
plakatir, sum kosta uml.
3.000,- fyri 100 stk.. Skalt tú
hava nakrar størri plakatir,
so kosta tær eisini tað meir.
Visitkort kunnu kosta heilt
upp í 2.700,- fyri 250 stk..
Umframt hetta, so skalt tú
eisini gjalda fyri træplátur,
pelar, lím og strips. Hetta
tilfarið kostar uml. 2.000 kr.
fyri 30 plakatir. Brúka vit
hetta dømið, so kostar hesin
parturin uml. 7.700,-.
Stutta av tí langa: Tað eru
tey, sum hava pengar, sum
verða sædd, og tað eru tey,
sum verða sædd, sum verða
vald.
Ps. tølini eru ikki heilt 100%,
men tey eru á góðari leið.
Hergeir Staksberg
Hetta lærdi eg av valinum
At útisigl
arar hava
staðið
fyri skot
um, hóast
teir ein
ans fylgja
gjørdum
avtalum,
er sjálv
andi ikki í
lagi