mánadagur 7. november 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
So hvørt, sum fleiri dystir verða
spældir í Eik-liguni hjá kvinnum,
kemur sjónligari til sjóndar, hvørj
um liðum vit kunnu rokna við heilt
har frammi, og hvørjum vit ikki
skulu rokna so nógv við. Og sum
tað sær út nú, verða tað Mjølnir,
Fleyr og SÍ, ið síggja út til at skula
kappast um tey bæði FM-finalu
plássini, sum eru.
Serliga er Mjølnir vælkoyrandi,
tí liðið hevur enn ongan tapt av
teimum fyrstu fimm dystunum.
Tí var stórur spenningur undan
toppdystinum hjá kvinnunum í
gjár, sum var ímóti Fleyr, ið heldur
ikki hevði tapt. Henda dystin
vann Mjølnir 3-2, og sostatt hava
klaksvíkskvinnur sett seg væl í
oddasessin.
Ikki var tann stóri munurin á
liðunum, sum skiftust um at vinna
tey fýra settini, so greitt var, at her
skuldi eitt fimta sett til. Her hevði
Mjølnir nógv størri yvirskot og vann
sannførandi, 15-6, og harvið var
sigurin og oddasessurin staðfestur
væl og virðiliga í einum dysti, sum
til tíðir var merktur av sera góðum
spæli, men samanumtikið vísti
heldur skiftandi avrik.
SÍ hongur í
Kvinnurnar í Sørvági hava tapt av
fimm dystum hetta kappingarárið,
og tað hava verið dystirnir ímóti
teimum báðum liðunum, ið liggja
omanfyri á stigatalvuni, Mjølnir og
Fleyr. Tá kappingin byrjaði, var ÍF
eisini væl við, so tí var eitt sindur
av spenningi, tá ÍF vitjaði í Sørvági
hóskvøldið.
Men kvinnurnar hjá SÍ vístu frá
fyrstu løtu, at tær ikki ætlaðu at
lata nakað frá sær, og tær høvdu
eisini munin øll trý settini í 3-0
sigrinum. Tað mundi blivið eitt
sindur spennandi í øðrum setti,
men heldur ikki meira enn tað, og
sostatt hongur SÍ framvegis væl
við, meðan ÍF er dottið niður á trið
aftasta pláss.
Fyrsti TB-sigurin
Aftur í ár eru kvinnurnar hjá TB
komnar illa frá byrjan, og tað hevur
hingið sum ein skuggi yvir liðnum,
sum ikki fyrr enn í fimta dystinum
fekk sín fyrsta sigur. At hetta tó
var ein sigur, ið ikki sigur stórt um
styrkina hjá tvørakvinnum, vísir
eisini, at hann varð vunnin ímóti
einum øðrum liði, ið heldur einki
hevði vunnið áðrenn.
TB-kvinnurnar vóru á vitjan í
Kollafirði, har tær vunnu ein sera
tryggan 3-0 sigur, og dysturin vísti,
at ungu og evnaríku spælararnir
hjá TB hava framtíðina fyri sær.
Hinvegin gongst illa í hond hjá KÍF,
sum seinnu árini hevur hingið í
botninum og havt ilt við at vunnið
seg uppeftir.
hilmarjan@sosialurin.fo
Mjølnir vann
toppdystin
Flogbóltur Kvinnurnar hjá Mjølni høvdu munin, tá tær í
gjár høvdu vitjan av Fleyr. Í endurtøkuni av FM-finalunum
síðst vetur máttu fimm sett til, áðrenn vinnarin var funnin
FYRSTI SIGURIN
Kvinnurnar hjá TB vunnu sín fyrsta landskappingarsigur í vetur,
tá tær í botndystinum í Kollafirði leygardagin vunnu 3-0 á KÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Eitt sindur ymiskt er, hvussu nógvar
dystir mansliðini hava spælt, og
tí er eisini eitt sindur torført at
gera eina heilt álítandi støðu upp.
SÍ og Mjølnir hava spælt fýra
dystir, meðan Fleyr, ÍF og TB bara
hava spælt tveir dystir í part. Men
allíkavæl sær út til, at sørvingar eru
rættiliga væl koyrandi.
Leygardagin
vóru
menninir
í Mjølni á vitjan í Sørvági, men
blivu sendir heimaftur sum av
torvheiðum, tí SÍ vann dystin 3-0.
Ikki var tann stóri munurin á í
øllum settunum, men kortini var
talan um ein tryggan sigur, har
serliga fleiri av yngru spælarunum
hjá SÍ vístu styrki og tóku ábyrgd,
nú onkrir av teimum meira royndu
høvdu forfall.
hilmarjan@sosialurin.fo
Sørvingar á odda
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
5
5
0
15
2
13
10
2 Fleyr
5
4
1
14
4
10
8
3 SÍ
5
3
2
10
6
4
6
4 Ternan
4
2
2
6
6
0
4
5 Dráttur
4
2
2
7
8
-1
4
6 ÍF
5
2
3
6
11
-5
4
7 TB
5
1
4
6
12
-6
2
8 KÍF
5
0
5
0
15
-15
0
SÍ - ÍF 3-0 (25-17, 25-21, 25-14)
KÍF - TB 0-3 (11-25, 17-25, 15-25)
Mjølnir - Fleyr 3-2
(25-19, 21-25, 27-25, 23-25, 15-6)
Ternan - Dráttur (í kvøld kl. 19.30)
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 SÍ
4
3
1
11
4
7
6
2 Mjølnir
4
2
2
7
7
0
4
3 Fleyr
2
1
1
4
4
0
2
4 ÍF
2
1
1
4
5
-1
2
5 TB
2
0
2
0
6
-6
0
SÍ - Mjølnir 3-0 (25-23, 25-20, 25-22)
Bárður við
í viðgongd
Flogbóltur Væl gongst fyrr
verandi landsliðsspælaranum,
Bárði Bendix Mikkelsen, sum nú er
hjálparvenjari hjá danska meistara
felagnum, Marienlyst Volley
Hilmar Jan Hansen
Ikki kann sigast annað, enn
at væl gongst Bárði Bendix
Mikkelsen, sum er hjálpar
venjari hjá danska flogbólts
felagnum, Marienlyst Volley.
Um vikuskiftið var liðið í
Linköping í Svøríki og spældi
innleiðandi umfarið av norður
lendsku kappingini fyri feløg,
NCC.
Har endaði Marienlyst í
einum sera sterkum bólki sam
an við Linköping og norska
Førde. Bólkarnir verða gjørdir
út frá teimum úrslitum, liðini
hava í síni heimligu kapping,
men at hetta var ein krút
bólkur, varð undirstrikað av,
at hesi trý øll vóru millum tey
fýra bestu norðurlendsku liðini
síðsta kappingarár.
Í fyrsta dystinum vann
Førde 3-2 á Linköping og síðani
vann Marienlyst 3-1 á Førde.
Hetta merkti, at Marienlyst
í
seinasta
dystinum
bara
skuldi vinna tvey sett ímóti
Linköping fyri at koma víðari,
og tað eydnaðist akkurát, tí
Linköping vann dystin 3-2. So
statt kom Marienlyst víðari í
kappingini, har nú bara fýra
tey bestu eru eftir.
Enn er ikki greitt, hvar
kappingini millum hesi fýra
verður spæld, men hon er
sett til at vera frá 27. til 29.
januar 2012. Tey fýra liðini
eru
Marienlyst,
Middelfart
og Gentofte, sum vóru trý tey
bestu í donsku kappingini
síðsta kappingarár, og Nyborg,
sum kemur úr Bergen og vann
norska meistaraheitið í fjør.
– Vit hava fingið eitt gott og
spennandi nýtt lið í ár, eftir at
fleiri av føstu manningini frá
síðsta kappingarári eru farnir
víðari til størri feløg í Europa,
sigur Bárður Bendix Mikkelsen,
ið bæði er hjálparvenjari hjá
besta mansliðnum og talent
venjari í Marienlyst Volley.
– Spælararnir hjá okkum
koma úr sjey ymsum londum.
Tveir eru úr USA, tveir úr Ís
landi, ein úr Norra, ein úr
Australia, ein úr Skotlandi og
ein úr Litava, og so er restin
ein góð blanding av ungum og
evnaríkum donskum talentum
og meira royndum donskum
landsliðsspælarum.
hilmarjan@sosialurin.fo