mánadagur 7. november 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Kvinnurnar hjá VB, sum síðsta
kappingarár fleiri ferðir argaðu
tey fremstu, tykjast vera førar
fyri meira enn bara at arga hetta
kappingarárið. Sum er, hevur VB
sama stigatal sum Stjørnan, men
hevur spæl ein dyst minni og hevur
annars eina málúrtøku, sum er trý
mál verri, og tí er Stjørnan enn
frammanfyri.
VB legði fyri við at vinna á
heimavølli ímóti bæði Stjørnuni
og Tjaldri, men síðani hevur liðið
tapt á útivølli fyri Neistanum.
Fríggjakvøldið var so fjórði dysturin
á skránni ímóti Kyndli, sum vegna
samfelagsmøti hesa ferð ikki hevði
heimavøll í ítróttarhøllini á Hálsi,
men í Hoyvíkshøllini.
Kyndil hevur havt eitt sindur
blandað úrslit í vetur, tí liðið
byrjaði við at spæla javnt ímóti VÍF,
men hevur síðani vunnið á Tjaldri
og StÍF og tapt tepurt fyri bæði
Neistanum og Stjørnuni. Og undan
dystinum fríggjakvøldið var Kyndil
eitt stig framman fyri VB, sum kom
á vitjan.
Her var kortini einki at gera,
tí VB stormaði avstað næstan frá
fyrstu løtu og vann sær mitt í fyrra
hálvleiki ein avgerandi fyrimun,
ið skuldi vísa seg at halda. VB var
á odda 8-3 mitt í fyrra hálvleiki og
hevði leiðsluna 15-10 í steðginum, og
tað eydnaðist ongantíð Kyndli aftur
at fáa fatur í vágskvinnum, ið onkra
løtu vóru á odda við níggju málum
og tískil vunnu dystin trygt.
hilmarjan@sosialurin.fo
Endiliga bragdaði
VB køvdi
Kyndil
Hondbóltur Kvinnurnar hjá VB eru væl við í kappingini
um at bjóða Neistanum av, og sigurin á Kyndli fríggjakvøldið
styrkti munandi um støðuna á stigatalvuni
VB Á VINNARAKÓS
Kvinnurnar hjá VB fóru mestsum beinanvegin frá Kyndli í
dystinum fríggjakvøldið, sum var spældur í Hoyvíkshøllini, tí
ítróttarhøllin á Hálsi var upptikin av samfelagsmøtum
Mynd: Álvur Haraldsen
Hondbóltur Bæði kvinnu- og manslandslið hava roynt seg, men til fánýtis. Ikki fyrr
enn U23-menninir fóru til Írlands, bar til at vinna eina Challenge Trophy-kapping og
koma í ta stóru finaluna, sum verður í serbiska høvuðsstaðnum eftir nýggjár
Hilmar Jan Hansen
Síðani kvinnulandsliðið í 2004
var til fyrstu Challenge Trophy-
kappingina í italska vínbýnum,
Mezzocorona, er spæld ein røð av
finalum, uttan at tað nakrantíð er
eydnast føroysku landsliðunum at
vinna, hvørki kvinnum ella monn
um. Men um vikuskiftið bragdaði
endiliga, nú U23-manslandsliðið var
í Limerick í Írlandi og kappaðist við
Georgia, Írland og Ongland.
Tað eydnaðist ungu monnunum
at vinna allar sínar dystir, og so
statt at vinna bólkaspælið í bólki
A, sum gevur atgongd til ta stóru
Challenge Trophy-finaluna, sum
verður ímóti vinnaranum í bólki
B. Henda finala verður spæld í ser
biska høvuðsstaðnum, Beograd, í
januar mánaði.
Føroysku U23-menninir løgdu
fyri við at vinna 30-20 á Írlandi
fríggjakvøldið
og
leygardagin
vunnu teir heili 40-22 á Onglandi.
Samstundis hevði Georgia vunnið
31-25 á Onglandi og 37-21 á Írlandi, so
Føroyar og Georgia skuldu hittast í
bólkafinaluni seinnapartin í gjár.
Longu frá byrjan komu Føroyar
á odda við tveimum og trimum
málum, og tað var munurin stórt
sæð allan dystin. 10 minuttir inn í
seinna hálvleik gjørdi Georgia tó
ein vørr og fekk munin niður á eitt
og tvey mál, men hóast føroyskar
feilir og eitt sindur av nervum, so
eydnaðist
føroysku
U23-monn
unum at halda tørn og vinna 23-
21. Hálvleiksstøðan var 14-11 til
Føroyar.
–
Ein
av
spælarunum
hjá
Georgia var framúr góður, men tað
eydnaðist okkum at seta hann úr
spælinum, og so koyrdi tað bara
hjá okkum. Eisini høvdu teir gott
fólk í málinum, men skjúttarnir
hjá okkum royndust bara so mikið
betur, sigur Dia Midjord, sum saman
við Kára Nielsen er landsliðsvenjari
hjá U23-monnunum.
Skulu møta Moldova
Hetta var annars ein spennandi og
undirhaldandi dystur, har Niklas
Reginsson var kosin besti spælari,
eins og hann var tað ímóti Onglandi,
og Jóannes Prestá var besti spælari
ímóti Írlandi. Sum vanligt til slíkar
kappingar, verða spælarar valdir til
eitt All Star-lið, og har eydnaðist
Høgna Klein Olsen og Jóhan á Plógv
Hansen at vinna sær heiðurin sum
vongur í hvør sínum borði.
– Vit eru allir fegnir um at hava
vunnið okkum í finaluna, sum
verður ímóti Moldova, ið vann hin
bólkin. Tað verður ein minst líka
spennandi og krevjandi dystur,
tí Moldova er helst eitt lítið vet
sterkari enn Georgia, so vit skulu
veruliga spíla okkum út, tá vit í
januar møta moldovum í finaluni í
Beograd, sigur Dia Midjord.
– Eisini fegnast vit um, at
okkara U23-landslið kann fáa ein
sovorðnan sigur á leiðini, sum vit
nú fingu um vikuskiftið, tí tað er
hugaligt, tá vit arbeiða við at byggja
nakað upp. Kanska hetta eisini ger
fleiri av teimum spælarunum enn
svangari, sum vóru nær við at koma
við, so teir spíla seg meira út og gera
kappingina um plássini størri.
Nú floglíkindini hava argað, er
føroyski U23-hópurin verið strand
aður í Írlandi síðani í gjár, men tað
síðsta, vit frættu fyri evstamark,
var at ferðalagið skuldi sleppa úr
Shannon við kós ímóti Vágum um
eitttíðina ella har á leið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Sunset Deildin kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 Neistin
5
165
104
61
10
2 Stjørnan
5
122
109
13
6
3 VB
4
106
96
10
6
4 Kyndil
6
144
148
-4
5
5 VÍF
4
101
105
-4
4
6 StÍF
5
110
143
-33
2
7 Tjaldur
5
123
166
-43
1
Kyndil - VB 23-30 (10-15)
Kyndil: Randi S. Wardum 7, Annika Sigurðsdóttir 4, Anja Heinadóttir 3, Anna Brimnes 2,
Jórun S. Ludvig 2, Birita Mortansdóttir 2, Guðrið G. Eystberg 1, Bára K. Hansen 1,
Bjarta Johansen 1
VB: Bára K. Mortensen 8, Helga Ey. Kjærbo 7, Rannvá Johannessen 5,
Gurið K. Mortensen 4, Natasha Ivanovski 3, Una Egillsdóttir 2, Andrea Nielsen 1