mánadagur 7. november 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Støkk og
sagnirnar
sigraðu
Fimleikur Fýra góðar og sera fjølbroyttar framførslur
myndaðu Fimleikafagnaðin 2011, men tá avtornaði,
hevði Støkk munin á hinum feløgunum
Fimleikafagnaður
Hilmar Jan Hansen
Norðurlandahúsið var um viku
skiftið karmur um Fimleikafagnaðin
2011, har fýra fimleikafeløg fingu
eitt korter í part til at lýsa eitt evni
við fimleikarørslum.
Undanfarin ár hava feløgini
havt møguleika fyri at komið við
100 fimleikarum í part, men í ár var
talið hækkað upp í 120, og var hetta
sjálvandi serliga kærkomið hjá
serliga størru feløgunum, ið hava
nógvar virknar limir.
Vanliga er eitt evni ásett, sum
øll feløgini skulu halda seg til, men
hesa ferð var evnið frítt, og tí høvdu
feløgini eisini púra fríar teymar í
sínum fyrireikingum. Tað vísti seg
eisini, at øll fýra feløgini vóru farin
ymsar vegir við evnum og sera fjøl
broyttum framsýning.
Evnið hjá Havnar Fimleikafelag
var »Tær sjey deyðssyndirnar«, hjá
Ljósinum »Snjóhvíta«, hjá Flogi »Ein
dreymur« og hjá Støkk var evnið
»Føroyskar sagnir«. Við so ymiskum
evnum var sjálvandi torført at
samanbera og taka dagar ímillum,
og tí gjørdist talan um eina sera
javna kapping.
Tvær framførslur vóru leygar
dagin og tvær í gjár, og tað var eftir
ta seinnu í gjár, at úrslitið skuldi
avdúkast og vinnarin heiðrast.
Spenningurin var sera stórur, men
tá avtornaði, var tað Støkk, ið vann
Fimleikafagnaðin 2011, og sjálvsagt
var frøin óføra stór, tí felagið hevði
ikki vunnið síðani 2008.
– Vit eru sjálvsagt sera fegin um
heiðurin. At gerast vinnari í einari
slíkari kapping hevur stóran týdn
ing fyri felagið, tí tað styrkir og er
við til at betra um samanhaldið
millum limirnar í felagnum, siga tey
í Støkk eftir sigurin í gjár.
hilmarjan@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen