mánadagur 7. november 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
premier league
»Sir Alex Ferg
Tróndur Arge – Liverpool
Sunnudagin var tað akkurát 25
ár síðani, at tann tá 44-ára gamli
Alex Ferguson gjørdist venjari hjá
Manchester United. Hann stendur
eftir í dag, sum ein tann størsti, um
ikki tann størsti, venjari í heiminum
nakrantíð. Men tað var líka við, at
heimurin aldrin kom at kenna Sir
Alex Ferguson, sum tann venjarin
hann er í dag. Mark Robins er ikki
nakar navnframur fótbóltsleikari,
men søgan sigur, at hann bjargaði
Sir Alex Ferguson við at tryggja
Manchester United víðari luttøku í
FA Cup í kappingarárinum 1989/90.
Framherjin Alex Ferguson
Alex Ferguson er føddur seinasta
dagin í árinum 1941 og stuðlaði sum
ungur skotska felagnum Rangers.
Sum 16-ára gamal spældi hann sín
fyrsta dyst fyri skotska felagið
Queen’s Park. Í 1960 skifti hann
til St. Johnstone har hann spældi
komandi fýra árini. Síðani skifti
hann til Dunfermline har hann
spældi fram til 1967, áðrenn hann
skifti til Rangers. Prísurin var áleið
eina hálva millión krónur, sum
tá var met fyri eitt leikaraskifti
millum tvey skotsk feløg.
Aftaná tvey ár í Rangers gjørdist
hann óklárur við felagið, eftir hann
hevði hevði fingið skyldina fyri eitt
mál, ið Celtic skoraði í eini skotskari
steypafinalu. Hann spældi síðani
við Falkrik og Ayr United áðrenn
hann legði skógvarnar á hilluna í
1974.
Frá East Stirlingshire
til Aberdeen
Sum 32-ára gamal í 1974 gjørdist
Alex Ferguson venjari hjá East
Stirlingshire. Har var hann bara
heilt stutt, tí St. Mirren bankaði
uppá. Tá Sir Alex tók við starvinum
var St. Mirren í næstbestu deildini,
men trý ár seinni vann felagið
skotska meistaraheitið.
Árið eftir var Sir Alex koyrdur.
Søgan sigur, at Sir Alex longu hevði
avtala at skifta til Aberdeen og tað
dámdi leiðsluni í St. Mirren einki og
koyrdi skotan. St. Mirren er til dags
Fótbóltur Venjarin hjá Manchester
United hátíðarhelt leygardagin sín 25-ára
starvsdag við einum 1-0 sigri á Sunderland.
Undan dystinum heiðraði Manchester
United Sir Alex Ferguson, við at avdúka
at norðari parturin av Old Trafford í
framtíðini eitur; »Sir Alex Ferguson Stand«
Sir Alex Ferguson og fjølmiðlarnir
Hann er kendur fyri sínar »mind games«, tá hann prikar til mótstøðuliðið ella
ávísar venjarar. Helst kendasta støðan var, tá hann mitt í 90’inum fekk táverandi
Newcastle venjarin, Kevin Keegan, at missa høvdið í samrøðu við Sky Sports.
Ongin náði
Kemur tú upp á tvørs av Sir Alex, so er tíðin hjá tær sum
Manchester United leikari liðug. Tað kunnu menn sum Jaap Stam,
Roy Keane og Ruud van Nistelrooy skriva undir uppá.
Sir Alex og »Class of 92«
Fyrst í 90’inum runnu nakrir ungir dreingir runt í
Manchester United. Søgurnar vildu verða við, at hesir sum
serstakliga góðir. Millum teirra vóru David Beckham,
Gary Neville, Phil Neville, Ryan Giggs, Paul Scholes
og Nicky Butt. Liðið fekk seinni heitið; »Class of 92«.