Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið dato einasta felagið, sum nakrantíð hevur koyrt Sir Alex. Í Aberdeen byrjaði Sir Alex av álvara at gera um seg í fótbólts­ heim­inum. Felagið vann skotska meistara­heitið tríggjar ferðir í tíðarskeiðinum frá 1978 til 1986. Umframt tað, so vann felagið eisini UEFA Cup Winners Cup kappingina við at vinna á Real Madrid í finaluni. Hann traðkaði eisin til á skotska lands­liðnum, tá landsliðsvenjarin brádliga doyði í 1985. Alex Ferguson gekk undir at verða ein harður hundur, sum veru­ liga kundi øsa seg, um hann ikki var nøgdur við eitt hvørt. Myrka byrjanin í United Góðu úrslitini í Aberdeen gjørdu, at størru feløg í Onglandi eisini fingu eyguni upp fyri venjara egin­leik­ unum hjá Alex Ferguson. Millum tey vóru Tottenham, Arsenal og Wolver­hampton, men hvørja ferð takk­aði hann nei. Hóast nógvar søgur, so helt Alex Ferguson fram sum venjari hjá Aberdeen tá kappingarári 1986/87 fór av bakkastokki, men í novembur mánaði fekk Ron Atkinson sekkin og 5. novembur 1986 kundi Man­ chester United presentera Alex Ferguson sum nýggjan venjara hjá felagnum. Hann byrjaði við at keypa dýrt inn og longu í øðrum kapp­ingar­ ár­inum sum Manchester United venj­ari megnaði hann at hála felagið upp á eitt annað pláss. Men hóast fleiri innkeyp, so sum Mark Hughes, Paul Ince, Gary Pallister, Viv Anderson. Steve Bruce og Brian McClair, so gekk bara niður eftir bakka. Søgan sigur, at tapti Manchester United FA Cup dystin móti Nott­ ingham Forest 7. Januar í 1990, so bleiv Alex Ferguson koyrdur. Til alla lukku fyri Manchester United viðhaldsfólk og Alex Ferguson, so vann Manchester United dystin 1-0 við máli, sum Mark Robinson skoraði. Felagið vann FA Cup tað árið og UEFA Cup Winners Cup árið eftir. Starvið hjá Sir Alex Ferguson varð bjargað og restin er søga. Eric Cantona og Premier League Toppurin av enskum fótbólti varð í 1992 umskipaður, soleiðis at besta deildin fekk heitið Premier League. Fyrsta kappingarárið í Premier League gekk einki serligt hjá Sir Alex og hansara monnum fyrr enn Sir Alex fekk hugskotið at keypa Eric Cantona frá Leeds. Prísurin var ikki nógv meir enn nakrar milliónir krónur. Franski framherjin var ikki meir enn komin til felagið, so vendi gongd­in og eftir eina fjórðingsøld kundi Manchester United aftur kalla seg enskir meistarar. Hetta gjørdist byrjanin til eina fjórðingsøld við steypasigr­um, meistara­heitum og eini endaleysari røð av stjørnuleikarum. Sir Alex og Manchester United í dag Tá hetta blaðið kemur út, eru tað 25 ár og ein dagur síðani at Sir Alex Ferguson tók við starvinum sum venjari hjá Manchester United. Í tí tíðarskeiðnum hevur hann vunnið Premier League tólv ferðir, FA Cup fimm ferðir og Liga Cup fýra ferðir og tvey Champions League heitið. Sir Alex Ferguson er í dag 69- ára gamal, frískur og sigur seg vera kláran at halda fram í nøkur ár afturat, tað kunnu Manchester United viðhaldsfólk takka Mark Robins fyri. trondur@sosialurin.fo premier league guson Stand« Sir Alex og BBC Frá 2004 til fyri kortum noktaði Sir Alex at tosa við BBC, eftir at bretska kringvarpið gjørdi ein dokumentar um sonin hjá honum og hansara starv sum umboðsmaður. The Treble Manchester United vann í 1999 Champions League, FA Cup og Liga Cup í einum og sama kappingarárið. Í Champions League finaluni var Manchester United aftanfyri 1-0 líka til yvirtíðina, tá Ole Gunnar Solskjær og Teddy Sheringham vendu alt á høvdið. Sir Alex og hárturkarin Sir Alex er kendur fyri at verða illsintur og geva ilt av sær tá tað gongur illa. Kendasta dømi um tað er, tá hann í øðini sparkaði til ein fótbóltsskógv í skiftirúminum og rakti David Beckham beint omanfyri eyga.