mánadagur 7. november 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Eyðun Klakstein
Súni Olsen kom í hesum umfari til
B36 í fjørvár, og tá var framvegis
óvissa
um
fótbóltsspælið
hjá
honum, tí hann hevði verið nógv
skaddur árið frammanundan.
– 14 kilo, 25 dystir, fimm mál og
eitt gullmerki seinni kunnu vit bara
staðfesta, at Súni átti sín stóra lut í
níggjunda FM-gullinum hjá okkara
monnum. Og tí er tað gleðiligt, at
vit nú kunnu staðfesta, at Súni
eisini verður partur av hópinum
næstu tvey árini, skrivar B36 á
heimasíðuni.
Súni Olsen sigur, at tað vóru
fleiri viðurskifti, sum bóru við sær,
at hann valdi at leingja sáttmálan
við B36.
– Persónliga havi eg havt eitt
sera gott ár, har eg eisini havi verið
skaðafríur. Eg trívist sera væl í
felagnum, og sjálvandi hevur tað
sína ávirkan, at liðið spælir góðan
fótbólt og fær góð úrslit. Og so telur
tað sjálvandi eisini uppeftir, at vit
nú skulu út at spæla Champions
League undankapping, og
tað vil eg sera fegin vera
partur av, sigur Súni
Olsen.
eydun@sosialurin.fo
Fótbóltur Súni Olsen gjørdi leygarmorgunin
nýggja tvey ára avtalu við meistaraliðið B36
Súni tvey ár
afturat í B36
Eyðun Klakstein
Miðvallarspælarin
Evrard
Ble, sum seinasta árið hevur
spælt fyri Víking, heldur fram
í felagnum.
Ble kom til Føroya í 2005, tá
ið hann fór at spæla við VB/
Sumba. Í 2007 skifti hann til AB
og spældi har, til hann skifti til
Víking at spæla.
Evrard Ble spældi 24 lands
kappingardystir fyri Víking í
farna kappingarári.
Ble var í farna kappingarári
eitt av álitunum á miðvøllinum,
og tí er gleðiligt at staðfesta,
at hann heldur fram, skrivar
heimasíðan hjá Víkingi.
eydun@sosialurin.fo
Ble heldur
fram í Víkingi
Hilmar Jan Hansen
Tilsamans 18 skjúttar vóru við
í fyrstu innandura kappingin
fyri vaksin í vetur, sum var í
hølunum hjá Tambum í gjár.
Talan var um 10 compound
skjúttar og átta recurveskjúttar,
og kappast var á 18 metra tein
inum.
Besta einstaka úrslitið fekk
Sigrid Vang úr Ørvi, tá hon í
compound innleiðandi skjeyt
561 stig, sum var eitt betur enn
tey 560 stigini, ið eru kravið
fyri at sleppa við til innandura
heimsmeistarakappingina
næsta ár. Bogaskjótisamband
Føroya hevur hert krøvini, so
ein skjútti minst tvær ferðir
skal megna ávísa úrslitið á tein
inum, skal hann fáa møguleika
at koma við til størri kappingar
sum HM og líknandi.
Í compound endaðu annars
Jógvan Niclasen úr Tambum
og Hans Asbjørn Eysturdal
úr Ørvi í finaluni, har tað
gjørdist Jógvan, ið vann 116-
112. Bronsufinalan stóð millum
Magnus Andreasen og Nikkel
Petersen, báðir úr Ørvi, og har
vann Magnus 113-106.
Í kappingini í recurve vísti
tað seg, at uttandura føroya
meistarin, Bogi Højgaard úr
Ørvi, stóð seg sera væl, og
hann kom í finaluna saman
við einum av ungu skjóttunum,
Oddi Andreasen, somuleiðis úr
Ørvi. Báðir skutu persónlig met
í kappingini, men í finaluni
hevði Bogi munin og vann
104-101. Í bronsufinaluni vann
Eggaba Andreasen úr Vágaskoti
107-101 á Anniku Vang úr Ørvi.
hilmarjan@sosialurin.fo
Persónlig met
og kravtíðir
Bogaskjóting Trý persónlig
met blivu sett um vikuskiftið og
eitt úrslit var oman fyri kravtíðina
at sleppa við til innandura
heimsmeistarakappingina næsta ár
Futsal er eitt øðrvísi slag av
innandura fótbólti, sum hevur
sínar røtur í Brasil. Í stóran mun
minnir hetta um uttandura fótbólt,
men eitt nú hoppar bólturin ikki
so nógv, og sum heild eru krøvini
til teknisku førleikarnar munandi
størri.
Í gjár var fyrsta almenna futsal-
kapping í Føroyum nakrantíð,
og kappingin byrjaði við, at Alex
Troleis, sum er ættaður úr Brasil,
men býr í Føroyum, greiddi frá
reglunum í futsal-fótbólti. Alex
hevur sjálvut spælt fótbólt í
Føroyum og telist millum fremstu
dómarar her á landi, og eingin ivi
man vera um, at hann er tann í
Føroyum, sum veit mest um døming
av futsal.
Ungdómsdeildini hjá NSÍ skipaði
fyri kappingini í ítróttarhøllini í
Runavík, har sjey smádreingjalið
vóru
við
og
tvey
dreingjalið
kappaðust.
Tey
sjey
smádreingjaliðini
spældu seks dystir, sum hvør var
sjey minuttir, og tað vísti seg, at
her var talan um jøvn lið og tí eisini
eina spennandi kapping. Vinnari
gjørdist Birmingham úr Runavík,
LF úr Hoyvík fekk silvur og NSÍ
bronsu.
Í eldra dreingjabólkinum vóru
bara tvey lið, NSÍ úr Runavík og Mr.
Arnarsson úr EB/Streymi, so tey
spældu tveir dystir ímóti hvørjum
øðrum, sum vóru tvær ferðir 10
minuttir. Tá avtornaði, vann NSÍ
hesa kappingina.
Sum skilst, vóru bæði spælarar,
fyrireikarar og áskoðarar væl nøgdir
við kappingina, og NSÍ sigur tað
ikki vera óhugsandi, at felagið fer
at skipa fyri einari futsal-kapping
aftur seinni, har bæði yngri og eldri
aldursbólkar kunnu vera við.
Futsal fyri fyrstu ferð
Fótbóltur Í gjár var fyrsta futsal-fótbóltskapping í
Føroyum nakrantíð avgreidd í ítróttarhøllini í Runavík
HVÍTARI
Suni Olsen fer eisini tvey tey
næstu kappingarárini at spæla
við B36, sum hann var við til at
gera til meistara í farna mánaði
Mynd: Álvur Haraldsen