Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-07, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rolf Guttesen »Endurminningar« »Det Spørgsmål gør sig gældende i denne tid: Hvad er Aarsagen til, at Folk gaar til Baptisterne? Er det fordi, der ingen Kristendom eller ingen Jesus findes i denne Menig­ hed? Ere vi da Hedninger og have intet Kjendskab til den hellige Skrift? Maa Vi blive Baptister for at blive kristne og blive salige?« Hann gjøgnumgongur so munin í trúgv millum lutheranarar og baptistar, og sigur millum annað: »De siger blandt andet, at naar man tror og bliver gjendøbt, saa er man frelst, og kan ikke fortabes. Gud kan altsaa ikke fordømme dem. De formaste sig derfor til at gaa i rette med deres Skaber.« Men tað var eisini rumbul í Meinigheitshúsinum. Her endur­ prentar Heri eitt sjáldsamt 8 síður langt bræv við vøkru og regluligi hond­skriftini hjá abbanum. Jo­ han V. Mohr tekur seg burtur úr arbeiðinum í Meinigheitshúsinum, orsakað millum annað av, sum hann skrivar »den forstyrrelse og van­helligelse, som Huset har været Gjenstand for, og alt det utilbør­ lige og usømmelige, der i de senere Tider er foregået…« Hesin ófrið­ ur er komin í av, at Indre-missi­ón hevur sett seg á stýrið í Meinig­ heitshúsinum, og Johan meinar at Indremissionerurin Moe fram­setur »sin vranglære fra Menighusets talerstol.« Ein annar predikantur, Ryving-Jensen »havde store Plan­er og Drømme om at blive de van­kund­ ige færøske Hedninges Apostel.« Bókin gevur eisini eina fína mynd av tíðini í Havn, hvat við­ víkur arbeiði, og til tíðir stríðið at fáa mat á borðið. Fyrsta jobbið var sum 11 ára gamal at klistra films­plakatir upp á steyrar í bý­ num. Undir krígnum fekk hann arbeiði hjá eingilskmonnum, við at stoypa barakkgrundir og kanón­ fundamentir. Í 1946 fór hann niður at læra til bókhaldara, og har eru nógvar spennandi frásagnir um lívið í Keypmannahavn, tíðar­ myndir. Hann kom aftur til Havnar í 1949, og skjótt møtir hann vøkru Maritu, sum hann bleiv giftur við, í dansi í Tórshøll. Seinni kom hann á skrivstovuna hjá Wenzel Petersen, skifti síðan til Thomas Dam, og gjørdi eitt vala arbeiði har. Men so verður hann embætismaður á Gjaldstovuni í 1956, og hetta bleiv so hansara lívsstarv. Vegna ’mis­ regimente’ har seinast í 80’unum kennir hann seg noyddan at siga upp í 1991. Embætismaðurin. Stjórin á Gjaldstovuni Heri sigur frá (s.127-154), hvussu stjóratíðin bleiv ørkymlandi, tí fyrisitingin í Tinganesi ómotiverað var farin at arbeiða óvanligt og í fleiri førum óprofessionelt. Van­ ligt hevði verið, at fíggjarlógin og inntøkulógir vórðu gjørdar í felag av professionellu leiðsluni á Gjald­ stovuni og politisku leiðsluni í fíggjarnevndini og Tinganesi. Men í 1986 bleiv eingin á Gjaldstovuni spurdur, eiheldur skrivstovustjórin í Landsstýrinum, Johan Djurhuus. Tí vóru lógaruppskotini fylt við banalum feilum, tá tey vórðu løgd fram. Heri skrivar: ”Einfalt skriv­ stovuskil var farið at bila. Eitt nú hetta, at kenna mun á fylgiseðlum, notum, rokningum, fakturum og kontoavritum. Hesi skjøl vórðu ávíst til útgjaldingar hvørt um annað, sum best bar til. Upphæddir vórðu ávístar til gjaldingar meira enn eina ferð.” (s. 128). Gjaldstovan verður niðurløgd uttan nakra fyrireiking í 1987, og Føroya Tollstova uppstendur uttan nakra avhendingargerð. Hon verður rikin uttan nakra lóg ella løgtingsjáttan. Stjórar í rúgvum blíva settir, og tað hendi uttan at størvini vórðu lýst leys. Johan Djurhuus, skrivstjóri, legði frá sær í 1988, men starvið bleiv ongantíð lýst leyst. Paladsrevolutión tók seg upp í fyrisitingini í 1986, og í 1988 , og sum Heri skrivar, ”har uppstóð sann­ur ruðuleiki viðvíkjandi lands­ kassanum.” Í hesum árum koma so allar veð­ haldsgølurnar, sum drenar lands­ kassan fyri nógvar 100 milliónir kr. Hetta er ikki mjúkur lesnaður, um samanblanding av almennum og privatum pengum og áhugamálum. Heri lýsir hetta ’misregimente’ í detaljum við fleiri dømum. Onk­ ur man minnast nøvnini Heyga­ drangur, Skálafjall, Bjørn Ólason, Reynsatind,Giljanes, tanga-, kemi­ kal­iu- og farmaskip. So kom svindil við upphøggingarstuðli. Enn spøkja upphøgd skip í føroyskum sjógvi. Ein niðursatøða hjá Hera er hendan: »Tær umrøddu út­gjald­ ingarnar úr landskassanum, orsakað av veðhaldum mótvegis tveimum skipasmiðjum og upphøgging av fiskiskipum, sum landsstýrið hevði latið einstaklingum upp í hendi at umsita, snúði seg samanlagt um meira enn 560 milliónir.« Tað var 40% av fíggjarlógini í 1986. Út frá hesum fáu veruleikum er lætt at ímynda sær, hví landið nøkur fá ár seinni fór á húsagang. Men enn eru tað forherðingar, Heri citerar ein fyrrverandi løgmann, sum gevur danskarum alla skyldina. Ja, góða mamma tað var ikki eg. Føroyska samfelagið stóð í botni nøkur ár í 90’unum. Men tað vardi ikki so leingi: »80-árini lógu ikki leingi í dvala. 1998-2003 gjørdust framhald av ørskapinum, tó í øðrum búna við ógvisligum avleiðingum.« Ein serlig søga er um Blokkin, sum Heri bæði her og í bløðunum hevur skrivað nógv um, og tað er allastaðni væl dokumenterað. Eg fái ikki pláss/stundir at leggja málið fram her, men niðurstøðan má vera, at ’niðurfrystingin’ er framd í heimildarloysi og er avtalubrot. Alt tóktist innantómt, meiningsleyst, óvið­ komandi, ósatt Eg lati Hera Mohr fáa seinasta orðið, har hann ger støðuna upp: »Í míni stjóratíð 1986-1991 gjørd­ ist hvør dagur mær alt meira ein líð­ing, ein sálarlig eyðmýking. Ar­ beiðs­gleðin hvarv, og alt tóktist innantómt, meiningsleyst, óvið­ kom­andi, ósatt. Á mínum borði lógu nøkur átroðkandi mál, sum eg, skrivliga og munnliga, bað lands­ stýrið taka støðu til. So eiðasørt eg fekk svar, líkamikið hvønn eg vendi mær til. Eg var komin í andaligt tómrúm… frægasta loysnin var, at biðja løgmann at loysa meg úr embætinum.« – Tað varð gjørt 1. november. 1991. Eg ynski Hera tillukku við hesi fínu bók. 3. november 2011 Palads­revolu­tión tók seg upp í fyri­sit­ing­ini í 1986, og í 1988 , og har uppstóð sannur ruðu­leiki við­víkj­andi lands­ kassanum