Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heri Mohr er samansettur av at vera familjumaður, havnarmaður og embætismaður í einum og sama persóni. Tí meini eg, at bókin kann lesast sum ein tíðarmynd ella fólka­ lívsmynd, fyri at brúka eitt heiti frá Antologiini hjá Hammershaimb. Ein modernað fólkalívsmynd, sum fortelir okkum um lívið hjá einum havnamanni. Sum oftast er tað gjørt ógvuliga persónligt og djarvt. Heri dugir væl at skriva, hann skriv­ar eitt natúrligt mál, har gamla havnamálið ofta eyðkennir stíl­in. Onkuntíð følist tað, sum ein rætt­andi pennur hevur verið uppií. Hann hevur ikki skrivikynstrið og hugin frá fremmandum. Abbin, Johan V. Mohr, skrivaði nógv, so sum nertast skal við seinni. Skrivi­ hugurin og stubbarnir seinast í bókini um Wessel, Kafka og Beet­ hoven vísa, at eitt breitt europeiskt dannilsi liggur rótfest í Hera. Bókin skal lesast sum ein sam­ anhangandi, kaleidoskopisk søga. Soleiðis skrivað, er tað ikki so lætt at finna aftur á nevndar persónar ella hendingar. Sjálvt kapitlið við endurminningum er 150 síður í einum. Nógvar familjumyndir eru í bókini, eins kopiir av áhugaverdum skjølum. Tað, sum eg her havi roynt at festa á blað, er bert ein evarska lítil partur av tí tilfari, teim hendingum og upplivilsum, sum Heri greiðir frá. Hetta kann bert blíva ein ’aperi­ tiffur’, so høvuðsrættin, bókina, mugu lesarar sjálvir ogna sær. Hví er hetta so áhugavert? Man kann spyrja, hvønn áhuga tað kann hava hjá almenninginum at vita, hvussu eini hús yviri við Strond vóru innrættaði fyrr? Ella hvønn politikara hann hevur hitt á vertshúsi í Kjøpinhavn eina náttina, og annað, sum kann tykjast rættiliga persónligt? Men í teim nógvu smásøgunum, sum Heri sigur okkum, liggur ein tíðarmynd, sum sjáldan verður skrivað niður, enn minni útgivin sum bók. Eg eri sjálvur eini 20 ár yngri enn Heri, so nógv av tí, sum Heri hevur upplivað og verið partur av, tað er sóritt, sum eg kanska bara havi hoyrt um. Tí er tað dupult spennandi at fáa søguna frá einum, sum var við, tá tað hendi. Familjumaðurin skrivar um sína slekt, abbar og ommur, foreldur, konu og børn og systkin. Hetta er gjørt við respekt og kærleika. Vit hoyra um stríðið at finna hóskandi bústað, at fara á seiðaberg fyri at fáa ískoyti til húsarhaldið. Havnarmaðurin lýsir býin, sum hann var til ymsar tíðir. Hvussu Heri hevur upplivað, at býurin er broyttur. Hvussu elektricitet hevur avloyst petroleumslampur. Hvussu tað einaferð upplivdist at fara eftir torvi við abba til gongu langan veg út í Vika. Hvussu tað var at fáa tann fyrsta scootarin og seinni fyrsta bilin. Tað, sum embætismaðurin hev­ ur at fortelja okkum, er kanska tað, sum hevur størstan almennan áhuga og týdning. Her verða søgd álvars­orð um kaotisk viðurskifti í fyri­sitingini í Tinganesi, serliga í árun­um frá 1986 og frameftir, inn­til skútan forlisti og landið fór á húsa­ gang eini 4-5 ár seinni. Familjumaðurin Av tí familiera var nakað, sum serliga rein við meg. Tað eru frásagnirnar um, hvussu tuberklarnir raktu fólk og herjaðu fyrr. Til fyri 50 árum síðani var hetta ein útbreidd sjúka, sum kravdi síni lív. Soleiðis sum Heri fortelur, hvussu kona hansara Marita bleiv rakt, er sagt frá so rørandi eymt og medfølandi, sum hugsast kann: ”Vit høvdu ikki verið leingi sam­an, Marita og eg, tá ið hon, ein dag­in hon var ørindi í býnum við mammu sínari, stakk upp at bløða úr munninum – tað vil siga úr lung­ unum. Ta fyrstu náttina sat eg inni hjá Maritu, har hon búði, tí hon mátti ikki sovna, meðan hon bløddi. Tá hon sá, at eg hálvsvav, segði hon stillisliga uttan ákæru: ’Tú mást ikki sova, Heri.’ Næsta dagin gekk tann tunga leiðin niðan á Sanatoriið. Nú fyri fjórðu ferð” (s. 90). Meira av tí familiera, sum Heri ger nógv burturúr, eru bústaða­ viðurskiftini, pláss og innrætting av íbúðum og húsum, har hann kom ella sjálvur hevur búð. Eg haldi, at hetta gevur eina støðumynd av teirri tíðini fyri 60-80 árum síðani, sum fá í dag hava upplivað ella minnast. Ein niðurstøða kann vera: Tað var trongligt tá. Banalt kanska, men her fáa vit upplivilsi við. Eg føli tað váta gólvið og luktin av dampandi sápuvatni í frásøgnini: »Í tí tronga køkinum var á suð­ ur­síðuni eitt lítið vindeyga. Har var ein lítil borðpláta heft við hongslum, so plátan kundi knarv­ ast upp á veggin, um hon ikki var brúkt. Ein lítil klappstólur var eis­ ini í køkinum. Hvørt leygarkvøld skuldu vit í bað. Tá var rok í mini- køkinum. Galvaniserað balja, sum tók meginpartin av gólvplássinum, við heitum vatni frá ketlinum. Í henni vórðu vit so vaskaðir, ein í senn, við miklum gangi og gráti, tí vit tordu ikki í vatnið, sum var alt ov heitt, hildu vit … Lidnir í baljuni kom tað, sum var verri enn alt: neglirnar skuldu klippast og oyruni reinsast! Hetta varð gjørt vi látri og gráti.« (s. 27) Havnarmaðurin Hvussu upplivdi ein havnarmaður kreppuárini í 1950’unum? Hetta vóru ár, sum kunna sammetast við kreppuna í 90’unum, men sam­ felagið var tá eitt annað, og reak­ tiónirnar hjá perónum og familjum vóru aðrar. »…tíðirnar í 1952 vóru sera vána­ ligar, alt samfelagið var hildið upp­at at virka. Sjóvinnubankin steðg­aði øllum útgjaldingum, og arbeiðs­loysið var stórt. Fólk rýmdu í stórum tali til Íslands og Dan­ markar. Mín løn, sum var 800 kr. um mánaðin, varð skorin niður í helvt, og heldur ikki hana fekk eg; kassin var tómur. Í smiðjuni (hjá W.Petersen) var alt fólkið rent til hús. Seiðaberg gjørdist týðandi ískoyti til okkara húsarhald.« Eina aðra, eldri havnamynd fær man burturúr tí, sum Heri sigur frá um abba sín. Hetta gevur bókini eitt serligt perspektiv uppá tann mátan, at hann í sínum – eg má siga kær­leiksfullu – frásøgnum um familjuna, abbar og ommur, gevur stuttar myndir av ymsum hending­ um og fyribrigdum. Sum dømi vil eg nevna nakað, sum kemur fram í umtaluni av abb­anum, Johan V. Mohr. Hesin Johan var millum annað virkin, tá Mein­igheitshúsið í Havn (nú bý­ráðssalurin) skuldi byggjast. Í bókini endurgevur Heri ein fyri­ lestur, sum abbin hevur hildið í Meinigheitshúsinum í 1906. Fyri­ lesturin gevur innlit í tey tanka­ rák, sum vóru millum fólk tá. Inn­ gangurin ljóðar soleiðis: Ummæli Heri Mohr hevur skrivað sínar Heri Mohr, føddur 19.3.1925, hevur skrivað sínar endurminningar. Bókin, sum er 278 síður, er útgivin á egnum forlagi, og kom í bókabúðirnar fríggjadagin í sinastu viku, tann 4. november. Hon kann síggjast út frá trimum vinklum, tí soleiðis tykist hon at vera skrivað. Men í teim nógvu smá­ søg­unum, sum Heri sigur okkum, ligg­ ur eint tíðar­ mynd, sum sjáldan verður skrivað niður, enn minni út­ givin sum bók 80-árini lógu ikki leingi í dvala. 1998-2003 gjørdist framhald av ørskapinum, tó í øðrum búna við ógvisligum avleiðingum