Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað gekk væl at savna Suðuroyar Norðara Bjarg­ ing­ar­felag, tá løgreglan frígg­ ja­dag­in setti leit­ing í verk eft­ir 31 ára goml­ um manni úr Trongisvági Vilmund Jacobsen Tíðliga seinnapartin fríggja­ dagin vendi løgreglan sær til Suður­oyar Norðara Bjarg­ ing­ar­felag um, at ein maður, sum seinast var sæddur um 01 tíðina náttina fyri, var sakn­aður. Alt bjargingarliðið hjá felag­num møtti upp á løg­ reglu­støðini á Tvøroyri, har av­talað varð, hvussu leit­ing­ in eftir manninum skuldi skip­ast. Teir 30 menninir, sum eru í felagnum, møttu, hó­ast hetta var í arbeiðstíð. Av­tal­að varð, at teir í bólkum skul­du leita ymsastaðni, har hugs­ andi var, at maðurin kanska var at finna. Leitað varð ser­liga á leiðini við Stórá í Trongis­vági, har maðurin plag­ar at ganga túrar. Tað tók ikki langa tíð til maðurin, sum leitað varð eftir, varð funnin. - Vit funnu mannin í grund­ini í Trongisvági, har gamla stoypivirki var. Hann var kaldur, men ikki í lívsvanda. Sjúkrabilur var eftir manninum, sum varð fluttur á Suðuroyar Sjúkra­ hús til kanningar, segði mað­ ur, sum var við í lei­t­ing­ini fríggjadagin. Sum skilst, varð hin 31 ára gamli funnin einar 500 metr­ ar frá bústaðnum. Gekk væl at savna fólk til leiting Leitað varð serliga við Stórá í Trongisvági, tá maður var saknaður fríggjadagin Vilmund Jacobsen Skipasmiðjan Mest er nú farin undir at detail­pro­jekt­ era nýggja hav­rann­sókn­ar­ skip­ið, sum skal loysa Mag­ nus Heinason av um nøkur fá ár. Magnus Heinason, sum ann­ars hevur verið eitt gott skip til sína tíð, er smíðaður í 1978 og er soleiðis vorðin ov gamal, ótíðarhóskandi og dýr­ur í rakstri. Eilif Gaard, stjóri á Hav­ stovu­ni, sigur seg vóna, at nýgg­ja landsstýrið, sum verð­ur valt, tá nýggj sam­ gon­ga er skipað, fer at halda fram við teimum ætlanum um nýtt havrannsóknarskip, sum nú liggja í kortunum. 25 miljónir krónur eru játt­að­ar til nýbygging, og síðan hevur politiska ætlan­ in verið, at nýggja hav­rann­ sóknarskipið er partur av lang­tíðar íløguætlanini, sum merk­ir, at skipið kann verða liðugt at taka í nýtslu í 2014. - Vit eru nøgd við hesa tíðar­ætlan, og vit vóna, at nýggi meirilutin á tingi fer at fylgja henni, sigur Eilif Gaard. Klárt í mars Stjórin á Havstovuni vísir á, at detailprojekteringin skal verða liðug til várs, soleiðis at arbeiðið at smíða nýggja skip­ið kann bjóðast út. - Vit hava avtalað við Fiski­málaráðið, at út­bjóð­ ingartilfarið skal verða klárt í endanum av mars næsta ár, legg­ur hann aftrat. Eilif Gaard vísir á, at nýgg­ ja skipið verður 54 metrar langt og 12,6 metrar breitt. Til saman­burðar kann nevnast, at Magnus Heinason er 44,5 metr­ar langur. - Stórur dentur verður lagd­ur á, at nýggja skipið verð­ur bíligt í rakstri. Hetta verð­ur eitt nú gjørt við, at skrokk­urin fer at hava eitt skap, ið ger, at skipið glíður væl ígjøgnum sjógvin, eins og ein nýggj maskina altíð verð­ur økonomiskari enn ein gomul maskina, sigur stjórin á Havstovuni. vilmund@sosialurin.fo Mest detailprojekterar nýtt havrannsóknarskip - Eg vóni, at nýggja landsstýrið, sum verður valt, tá samgongan er skipað, fer at prioritera nýggja havrannsóknarskipið, sum sambært núverandi ætlan skal verða liðugt í 2014, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni Vit hava avtalað við Fiskimálaráðið, at útbjóðingartilfarið skal verða klárt í endanum av mars næsta ár EILIF GAARD Nýggja havrannsóknarskipið verður 54 metrar langt og 12,6 metrar breitt, og miðjað verður eftir, at tað verður lutfalsliga bíligt í rakstri Mynd: Álvur Haraldsen