Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. november 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. november 2011 · Nr. 129 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fri Ocean er triðja skipið, sum kem­ur á Toftir við salti, síðan M.J.Saltsøla tíðliga í summar fekk fyrstu lastina av salti til nýgg­ju saltgoymsluna Við Rætt. Eingin atløgusíða er, har saltgoymslan er bygd, og tí hava skipini, sum eru kom­in av Ibiza við salti, ligið við Nykabryggjuna, haðani saltið er koyrt norður til goymslu­na. Øtlaði veðri Fríggjadagin kom Fri Ocean á Toftir. Tá ein góður helm­ing­ ur av teimum 3000 tonsunum av salti vóru fingin upp, øt­ laði hann veðrið, og gjørt varð av at leggja skipið suð­ ur í skipahavnina við Fiska­ markn­aðin Føroya. Fri Ocean er heilar 89 metr­ar langur og er soleiðis størsta skip, sum hevur verið inni í skipahavnini á Toftum. Við fyrsta eygnabráð sær skip­ið út til at strekkja seg um ein stóran part av atløgu­ bryggjuni, men tá hugt verð­ur nærri, fyllir skipið kansk­a ein lítlan helming av atløgu­síðu­ni. Hans Óli Viberg, havna­meistari, sigur, at skip sum Fri Ocean stinga ikki serliga djúpt, kanska umleið 5,5 metr­ar, tá tey eru fulllastað, og tí er eingin trupulleiki í havn­ini, ei heldur við atløgu­bryggju­na, við dýpinum. - Hesi skip eru bygd so­ leiðis, at tey ikki stinga se­r­ liga djúpt, og tí eru tey eisini væl­egn­að til dýpið, har saltið verð­ur lastað í Ibiza. Umborð á Fri Ocean siga teir, at ferðin heim til Føroya tók níggju samdøgur, og tað var bara hetta seinasta sam­ døgn­ið, at veðrið var eitt sind­ur ruskut. Ov vátt Havnameistarin segði í morg­un, at nú verður bíðað eftir, at ringasta regnið held­ ur uppat, og síðan verður farið undir at lossa skipið. - Tað skal ikki regna alt ov illa, tá saltið verður lossað, og tí hevur verið bíðað eftir líkind­um í morgun. Hann sig­ur turrari veður, og tí vænti eg, at lossingin fer at byrja, sum dagurin líður. Hans Óli Viberg sigur, at tað vanliga tekur einar 40- 50 tímar at lossa 3000 tons av salti og koyra tað norður í goymsluna. - Hetta er triðja lastin av salti, sum M.J.Saltsøla hevur fing­ið heim av Ibiza, síðan fyrsta lastin varð løgd upp á Toftum tíðliga í summar. Skip­ini hava ongantíð verið tey somu, men skipaslagið er hitt sama, soleiðis at tey hóska til dýpið á Ibiza, haða­ ni saltið verður lastað. Havnameistarin á Toftum sig­ur, at Fri Ocean ætlandi skul­di loysa aftur á Toftum týs­morgun­in, men fráferðin ver­ð­ur eitt sindur seinkað, nú tað gjørdist so vátt í veðri­ num. vilmund@sosialurin.fo 1.258 tunnur um døgnið Atlantic Pe­ trole­um fram­ leid­di í oktober 39.000 tunn­ ur av kolvetni (boe). Miðal dags­fram­ leið­sl­an var 1.258 tunnur. Fe­lag­ið met­ir, at miðal dags­ fram­leiðsl­an fyri alt árið verð­ur 2.000 - 2.300 tunnur Vilmund Jacobsen - Framleiðslan úr Chest­ nut er steðgað í løtuni or­sak­að av kravdum 5-ára eftirliti av fram­ leiðslu­pallinum. Nú a­v­ mark­ingar vóru í fram­ leiðslu­ni úr Chestnut leið­ini orsakað av vatn­ inn­spræn­ingini, varð av­gjørt at framskunda hetta eftirlitið, ið annars eft­ir ætlan skuldi verða í 2012. Hetta ger, at tað slepst undan at steðga fram­leiðsluni í 2012, tá fram­leitt verður aftur við full­ari megi, sigur Atlantic Petrole­um í tíðindaskrivi. Lagt verður aftrat, at 16 av teimum ætlaðu 21 døgunum uttan fram­ leiðs­lu vórðu í okto­ ber. Boringin av ein­um síðubrunni til ver­andi vatn­inn­spræn­ing­ar ­ brunn, ið skal fáa vatn­ inn­spræningina aftur í rættlag og økja um fram­ leiðslu­na, byrjaði í okto­ ber, og verður eftir ætlan liðug í november. - Viðvíkjandi út­bygg­ ing­i­ni av Blackbird, varð í oktober arbeitt við at legg­ja leiðingina uppá pláss, og stuðulsfarið Seven Atlantic hevur ar­ beitt við und­ir­sjóvar­fyri­ reik­ing­unum. Atlantic Petroleum legg­ur aftrat, at áðrenn fram­leiðslan úr Blackbird verð­ur sett í gongd, skulu nakr­ar eftirkanningar ger­ast fyrst í november. Stórur saltbátur í havnini á Toftum Fríggjadagin kom saltbáturin Fri Ocean á Toftir við salti til M.J.Saltsølu. Tá hann øtlaði veðrið, varð gjørt av at leggja bátin suður í skipahavnina við Fiskamarknaðin Føroya. Hetta er samstundis størsta skip, sum hevur verið inni í havnini á Toftum Hetta er triðja lastin av salti, sum M.J.Saltsøla hevur fingið heim av Ibiza, síðan fyrsta lastin varð løgd upp á Toftum Fri Ocean er 89 metrar langur og fyllir nógv við bryggjuna í skipahavnini á Toftum Mynd: Vilmund Jacobsen