Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sat saman við Amager- manninum Lagna – Eg sat ósekur ákærdur fyri neyðtøku á ringastu deldini í Vestre Fængsel millum fólk, sum øll høvdu dripið minst eitt menniskja, sigur Jan Erik Dyrhuus Poulsen, sum í hinari vikuni varð frídømdur fyri neyðtøku. Nú er hann farin aftur til Noregs, tí stjóri hansara hevur hildið starvið leyst. Hon visti alla tíðina, at hann var ósekur Jan Erik Dyrhuus Poulsen Randi Jacobsen Mikudagurin 26. oktober var ein stórur dagur í lívinum hjá Jan Eriki Dyrhuus Poulsen. Hendan dagin frídømdi Eystari landsrættur hann fyri neyðtøku, og fyri fyrstu ferð í meira enn fimm mánaðir kundi hann sum fríur maður ganga á gøtuni. Frídømingin var ein sigur, men tað tekur tíð at sleikja sárini og koma fyri seg aftur bæði sálarliga, likam­liga og fíggjarliga. – Eingin kann hugsa sær til, hvussu ræðuligt tað er at sita varð­haldsfongslaður í heilar fimm mánaðir fyri neyðtøku, sum eg ikki hevði funnið uppá at gjørt, sigur Jan Erik Dyrhuus Poulsen. Føroya rættur dømdi hann sekan og dømdi hann til hálvt annað ára fongsulsrevsing, men í somu løtu, sum dómurin varð feldur, kærdi hann dómin. Hann vildi reins­ast og valdi at trúgva, at rætt­vísi fór at sigra. Dagurin í landsrættinum rann upp, og við honum í rættinum møtti ein herur av vinfólkum, sum øll vóru sannførd um, at mað­urin var ósekur. – Eg havi ongantíð lagt hond á nakran og hevði ikki funnið uppá nakað so ljótt sum at neyðtaka eina kvinnu, sigur Jan Erik Dyrhuus Poulsen. Helviti á jørð Tá ið hann varð varðhalds­fongsl­ aður 25. mai, varð hann beinan­ vegin fluttur niðan í Mjørkadal at sita. Ta fyrstu vikuna sat hann av­ byrgdur. – Tað var helviti á jørð, tí eg slapp hvørki at seta meg í sam­ band við mammu, børn míni ella nakran. Eg varð skræddur út úr samfelagnum og settur í ein kliva. Endamálið við avbyrgingini skuldi vera, at eg ikki skuldi ávirka vitni. Hann skilir ikki, at hann ikki fekk tilboð um at tosa við sálar­ frøðing. Tíðina brúkti hann til at spæla gittar, syngja, lesa, hyggja í sjón­ varp, og so bygdi hann sjálvur við hjálp frá fangavørðunum eina venj­ingar­høll upp. Tað er nakað, sum eitt varðhald má hava, so tey, sum sita, kunnu halda seg í formi. Ein tíma um dagin slapp hann út ein túr. Nógvir vinir Eftir at hann var komin úr av­ byrgingini kundi hann fáa vitjan, og tann kvotan varð brúkt til fulnar, tí bæði vinfólk og skyldfólk vóru alla tíðina sannførd um, at hann var ósekur. Av tí at hann ikki sat dóm men sat varðhaldsfongslaður, slepp hann ikki út aðrar tíðir enn hend­ an tíman um dagin. Ein, sum situr dóm, hevur fleiri rættindi. Jan Erik Dyrhuus Poulsen sigur, at hann ongantíð var bangin fyri, at hinir fangarnir og fongsl­ aðu í Mjørkadali fóru at koma eftir honum, hóast hann sat varð­ haldsfonglaður fyri neyðtøku. Hann greiddi teimum frá, at hann var ósekur, og tey trúðu honum. – Og eg havi bara gott at bera bæði politinum og fanga­vørð­ unum. Tey vóru sera fitt við meg í Mjørkadali, og sjálvt ein kvinnuligur fangavørður trúði uppá meg. Eg skilji ikki, at fanga­ vørðarnir klára hatta arbeiðið. Útstillaður Ein dag fekk hann knappliga at vita, at hann skuldi flytast til Dan­ markar, tí varðhaldið var fult. – Tað var heilt ræðuligt at fara í Vágarnar við politifylgi. Politist­ ar­nir vóru sivilklæddir, men øll kenna politistarnar,og har stóðu vit tríggir menn full­kom­iliga út­ stillaðir. Tað var so niður­ger­andi. Sama skilið var, tá ið teir komu til Kastrup. Har vórðu hann og ein annar settir í ein kliva at bíða í ein tíma, og koyrdir víðari til Vestre fængsel. Teir vórðu settir á hvør sína hædd á ringastu deildini, Suður­ deildini. – Har verða bara tey sett, sum ikki kunnu sita í einum vanligum fongsli. Ein ræðulig deild Jan Erik Dyrhuus Poulsen varð beinanvegin spurdur av fangavørðunum, um hann ikki frívilliga vildi avbyrgjast, men hann segði kortanei, tí hann varð ósekur. – Svarið var, at vildi eg ikki tað, kundu teir ikki veita trygd fyri lívi mínum. Eg var í lívsvanda, um hinir fingu at vita, hví eg var har. Tá ið hann kom á fongsuls­ deildina, segði hann, at hann sat fyri harðskap, men tað gingu bara tveir dagar, so kendu hinir sann­ leikan. – Tvær ferðir varð eg álopin. Tað komu tveir menn eftir mær og søgdu, at kom eg út aftur úr kliv­anum, tóku teir lívið av mær. Jan Erik Dyrhuus Poulsen vildi framvegis ikki fara í avbyrging. Hann helt eisini, at hann var so mikið sterkur maður, at hann megn­aði at verja seg, um hann varð álopin. Hann sigur, at fangavørðarnir hugdu bara hin vegin, tá ið onkur var álopin. Viðurskiftini í danska fongsl­ inum vóru fúl. – Í klivanum var bara stoypt gólv, og upp eftir veggunum vóru í meldrinum