mikudagur 9. november 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
– Eingin kann hugsa sær til, hvussu ræðuligt tað er at sita
varðhaldsfongslaður í heilar fimm mánaðir fyri neyðtøku, sum eg
ikki hevði funnið uppá at gjørt, sigur Jan Erik Dyrhuus Poulsen
Mynd: Álvur Haraldsen
spýggja og snor, á gólvinum blóð.
Har var bara ein tunn madrassa
at liggja á, og seingjarklæðini
passaðu ikki til dýnuna. Alt inn
búgvið var smildrað sundur, og
eg noyddist at brúka ein blýant
at skifta sjónvarpsrás við.
Maturin kom av sjúkrahúsi,
men nøgdin var ov lítil til at blíva
mettur av.
– Tað var nóg mikið til at
yvirliva, men eg fór 12 kilo aftur
tær seks vikurnar, eg sat í tí
fongslinum.
Bara drápsmenn
Jan Erik Dyrhuus skilir ikki, hví
teir skuldi sita í tí ringasta fongsl
inum millum fólk, sum í minsta
lagi høvdu dripið eitt fólk. Ein
á deild hansara var sonevndi
Amagermaðurin.
Tað er sera vandamikið at sita
fyri neyðtøku í slíkum fongslum,
tí tað ringasta er at hava gjørt
seg kynsliga inn á børn, og tað
næstringasta er neyðtøku.
Ein, sum hevur dripið ein
politist kann millum fangarnar
ikki koma longur upp á stig-
anum. Alt prát gekk út uppá at
drepa.
Tað var eisini eitt eyka sálarligt
trýst fyri hann at skula sita varð
haldsfongslaður í Danmark, tí
har høvdu vinfólk hansara ikki
møguleika at vitja. Eina ferð fór
mamman niður at vitja hann.
– Familjan hjá mær hevur verið
einastandandi.
Eitt, sum var betri við donsku
fongulsskipanini enn við før
oysku, var, at í Danmark kundi
hann keypa sær mat aftrat, tá ið
hann var svangur.
Tað bar ikki til í Føroyum, og
í automatini kostaði ein pakki
av sigarettum 57 krónur. Hann
kundi í mesta lagi rippa húkar
fyri 60 krónur um dagin, og tað
var eingin inntøka.
– Hinvegin vóru fangavørðarnir
í Føroyum nógv fittari og hjálp
samari.
Fíggjarligur smeitur
Jan Erik Dyrhuus Poulsen vísir
ikki aftur, at hann er noksso
beiskur inn á rættarskipanina og
samfelagsskapinina, at tað skuldi
bera til at døma hann og varð
haldsfongsla hann so leingi, hóast
hann var ósekur.
Hann siglir sum maskinstjóri í
Noregi, og arbeiðið er so væl lønt,
at hann hevur mist einar 700.000
krónur i inntøku hesar meira enn
fimm mánaðirnar, hann hevur
sitið varðhaldsfonglaður. Ikki ein
króna er komin inn á kontuna,
og tað mesta av uppsparingini er
brúkt, tí hann hevur fleiri fastar
útreiðslur, um enn eingin inn-
tøka er.
– Eg havi siglt, líka síðan eg var
13 ára gamal og havi goldið fleiri
hundrað túsnd krónur í skatti
um árið til samfelagið. Nú átti
samfelagið at hjálpt mær.
Hann kann vænta, at tað
ganga ár, til hann fær endurgjald
fyri innntøkumissin og fyri av
órøttum at hava sitið varðhalds
fongslaður.
Hansara sjálvsálit er viknað, tí
fer hann út, er hann bangin fyri at
møta fólki, sum halda hann vera
sekan, hóast hann er frídømdur.
Hann ræðist eisini fyri, hvat aðrar
kvinnur fara at siga.
Í dag fer hann av landinum
aftur, yvir til skip sítt í Noregi.
Hansara vón er, at hann við at
arbeiða kann koma fyri seg og
veruliga kann venda aftur til
lívið.
– Hetta er tað tyngsta, eg havi
møtt í lívinum, at verða ákærdur
og dømdur fyri neyðtøku, sum eg
tó nú eri frídømdur fyri. Hevði
ákæran verið fyri harðskap ella
okkurt annað, var nógv lættari at
koma fyri seg. Eg havi ongantíð
gjørt nakað ólógligt og havi altíð
verið ærligur.
Nei til narko
Jan Erik Dyrhuus Poulsen leggur
aftrat, at hann var so viljasterkur,
at pissiroynd hansara hvørja ferð
var rein. Hann segði nei takk
hvørja ferð til stesolid og rúsevni,
tá ið hann fekk hesi evni í boði.
Hann kundi fingið so nógv av
slíkum bæði í Føroyum og í Dan
mark, sum hann vildi hava.
– Einki vildi eg koma út aftur
úr varðhaldinum sum misbrúkari,
sigur Jan Erik Dyrhuus Poulsen.
– Tvær ferðir varð eg álopin. Tað komu tveir
menn eftir mær og søgdu, at kom eg út aftur
úr klivanum, tóku teir lívið av mær