Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tey møttust fyrstu ferð til venj­ing 13. september, og tá gøtufólk fara til gudstænastu 20. november sleppa tey at hoyra ungdómskórið á fyrsta sinni. Síðani er ætlanin at luttaka við eina familju­ guds­tæn­astu, til eina kon­sert saman við kórinum Eystan­ ljóð og við eina jólakonsert 18. desember, tá tey ungu syngja jólini inn. - Vit fara helst eisini at luttaka við onkra guds­ tænastu um jólini, upplýsir kór­leiðarin og urguleikarin við Gøtu kirkju, Símun Hamm­er. Í kórinum eru 25 sangarar, bæði gentur og dreingir. snorri@sosialurin.fo Syngja fyrstu ferð 20. november Húsar: Saman við Hvannasunds kom­m­u­nu fara hesar báðar kom­ mu­nur­nar nú úr samstarvinum um Barnaverndartænastuna. Tað verður frá ársskiftinum at rokna. Klaksvík: Færri handlar, men størri handlar, størri umsetningur og hægri góðska síðani Norðoyatunnilin lat upp, vísir nýggj handilsanalysa. Havn: Hóskvøldið hittast allir handlar í býnum til fund at tosa við Kunningarstovuna um jólini. Evnið er alt sum kann vera handilslívinum at faram upp undir jól. Toftir: Ætlanin er at byggja íbúðarblokkar á økinum á Kneysum. Málið verður tikið upp, nú bygdaráðið fer at viðgera býarplanin. GØTA Tveir mánaðir eru nú farnir, síðani nýggja ungdómskórið við Gøtu kirkju byrjaði venjingar sínar. Og nú er sangskráin eisini løgd. Eg var komin í andaligt tómrúm. Frægasta loysnin vat at biðja lømann loysa meg úr embætinum. Tað var gjørt 1. november 1991 (Heri Mohr, Gjaldstovan, í endurminningum sínum) Tvær gentur hvurvu á gátu­ føran hátt Talan var um fýra sjó­lát, umframt at tvær ung­ar gentur hvurvu á gátu­ føran hátt á veg úr Leir­ vík til Eiðis. - Hesi tilburðir hava livað á manna mun­ ni til henda dag, og hetta hevur í stór­an mun myndað nú­tíð­ar tilvitskuna um sorgar­ leikirnar, sigur Steffen Stumman Hansen, sum í far­nu viku gav út bókina um hetta áhugaverda evn­ið. Hann hevur granskað og kannað hesi málini, og hevur samanborið tær skrivligu keldurnar við tær munnligu søgu­ frá­sagnir­nar um hesar hend­ingar. Bókin lýsir og greinar tær keldur, ið kunnu vera til hjálp­ar at varpa ljós á hend­ing­ arnar. - Á henda hátt kun­nu vit betur skilja hvørj­ar fylgjur ið hesar van­ lukk­ur høvdu, bæði persónliga, men eisini fyri tað lítla bygd­ar­sam­ felag­ið, verður sagt. snorri@sosialurin.fo Strendur: Øll tey, ið hava góð hugskot til at skapa triv­na í Sjóvar kommunu, fáa nú ein ókeypis møgu­ leika til hetta. Bygdaráðið hevur sam­ tykt at brúka bygdarhúsið sum karm fyri tiltøkum fyri allar aldursbólkar – t.d. fyrilestrar, spælikvøld, sang­løt­ur, afturhvarv og bygda­qiz. Einasta treyt fyri til­taki­ num er, at tað skal vera al­ ment og ókeypis. snorri@sosialurin.fo Skapa trivna í kommununi kring landið FEIGD Eitt feigdaráratíggju í Leirvíkar søgu 1874- 1883” er nýggjasta bókin hjá Steffen Stumman Hansen og sum forlagið Føroya Søga gevur út. Mynd: Álvur Haraldsen LEIRVÍK Tíðarskeiðið 1874 til 1883 var sera skelk­ andi fyri íbúgvararnar í Leir­ vík. Ikki færri enn fimm synd­ar­ligar vanlukkur raktu bygdina hesi árini