Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Royndir við ymiskum húkastøddum og agni Í løtuni ger Havstovan royndir, sum ætlandi skulu geva eina ábending um, hvørt tað ger mun fyri fiskastøddina, um størri húkar og ymiskt agn er á línuni hjá útróðrar-og línubátum Vilmund Jacobsen Havstovan hevur fingið stuð­ul úr grunninum “fiski­ vinnuroyndir” at kanna eftir, um ymiskar húkastøddir hava nakra ávirkan á, hvussu støddarbýtið er í línuveiði. Royndir verða samstundis gjørdar við ymiskum sløgum av agni. Sigvald Kristiansen, ið er verkætlanarsettur á Havstovuni, sigur, at hetta er ein lutfalsliga lítil verkætlan, men tað ger ikki, at hon er minni áhugaverd fyri tann skuld. Tað er Jákup Reinert, sum er verkætlanarleiðari, meðan uppgávan hjá Sigvaldi er at vera millumlið millum útróðrarbátin, sum ger roynd­irnar og Havstovuna. Sigvald sigur, at tað er út­ róðrarbáturin Tóra í Nólsoy, sum Rúni og Bárður Poulsen eiga, ið ger royndirnar fyri Hav­stov­una. – Roynt verður við trimum ymiskum húkastøddum, nummrunum 10, 12 og 13, og síðan verður roynt við fýra ymiskum sløgum av agni, høgguslokki, makreli, sild og gággu. Hann vísir á, at van­liga húkastøddin, sum stál­línu­ skipini brúka, er húkur nummar 12. Vanligt er, at út­ róðarbátar hinvegin brúka húkastøddina nummar 11. – Nú skulu hesar roynd­ ir fyrst fáast frá hond­ini, og síðan skulu úr­slit­ini viðgerast av eitt nú fiski­ frøðingum. Fyrr enn tølini eru viðgjørd, er trupult at siga nakað ítøkiligt um, hvussu royndirnar hava verið. Sigvald Kristiansen sigur, at best hevði verið, um royndirnar vórðu gjørdar ymiskar tíðir av árinum, tí ivaleyst vilja menn halda, at ymiskt er, hvør fiskur – og hvør fiskastødd – tekur línu ymisku árstíðirnar. – Í hesum umfari verða royndirnar so gjørdar nú í heyst, men tað verður áhugavert at síggja, hvør ábendingin verður, tá tal­ tilfarið er viðgjørt, sigur Sigvald Kristiansen. vilmund@sosialurin.fo Aftur til verka í Skopun Í heyst hevur lítið og einki fiskaarbeiði verið á flakavirkinum í Skopun, men týs­morg­ unin fóru tey aftur til arbeiðis á virkinum. Gjáramorgunin fóru tey aftur til arbeiðis á flakavirkinum í Skop­ un. Virkið hevur keypt eitt sindur av upsa. Upsafiskiskapurin hevur annars verið stak vánaligur í heyst, og hetta merkist væl á flakavirkinum. Úr Sandoynni frætt­ ist, at lítið av arbeiði hevur verið á virkinum í heyst. – Flakavirkið í Skop­ un eigur eingi skip, sum beinleiðis eru tengd at virkinum, og tað er ein stórur vansi – serliga í dag, skrivar portalurin í Sandoynni. Lagt verður aftrat, at Eysturbúgvin, sum í summarhálvuni roynir eftir gulllaksi, er nú aftur á upsaveiði, og teir eru trúgvir at landa í oynni. vilmund@sosialurin.fo - Skipið loysti aftur á Toftum týskvøldið sum ætlað, sigur Hans Óli Viberg, havnameistari í Nes kommunu Vilmund Jacobsen Fri Ocean er triðja skipið, sum kemur á Toftir við salti, síðan M.J.Saltsøla tíðliga í summar fekk fyrstu lastina til nýggju saltgoymsluna Við Rætt. Eingin atløgusíða er, har saltgoymslan er bygd, og tí hava skipini, sum eru komin av Ibiza við salti, ligið við Nykabryggjuna, haðani saltið er koyrt norður til goymsluna. Tá ein góður helmingur av teimum 3000 tonsunum av salti, sum Fri Ocean kom við, vóru fingin upp, øtl­ aði hann veðrið, og gjørt varð av at flyta skipið av Nykabryggjuni og suð­ur í skipahavnina við Fiska­ marknaðin Føroya. Fri Ocean er heilar 89 metrar langur og er soleiðis størsta skip, sum hevur ver­ið inni í skipahavnini á Toftum. Við fyrsta eygna­bráð sá skipið út til at strekkja seg um ein stóran part av atløgubryggjuni, men tá hugt verður nærri, fyllir skipið kanska ein lítlan helm­ing av atløgusíðuni. Hans Óli Viberg, havna­ meistari, sigur, at skip sum Fri Ocean stinga ikki serliga djúpt, kanska umleið 5,5 metrar, tá tey eru fulllastað, og tí er eingin trupulleiki í havnini, ei heldur við atløgu­ bryggjuna, við dýpinum. – Hesi skip eru bygd soleiðis, at tey ikki stinga serliga djúpt, og tí eru tey eisini vælegnað til dýpið, har saltið verður lastað í Ibiza. Mánamorgunin, meðan Fri Ocean enn lá inni í skipa­ havnini, var ov vátt til at lossa salt, men sum dagurin leið, kundi lossingin av seinna helmingini av lastini byrja. Hans Óli Viberg, havna­ meistari, sigur við Portalin í morgun, at Fri Ocean loysti aftur av Toftum í gjárkvøldið, tá ið liðugt var at lossa saltið til nýggju saltgoymsluna hjá M.J.Saltsølu á Toftum. vilmund@sosialurin.fo Fri Oceon fylt nógv við skipahavnina á Toftum Mynd: Vilmund Jacobsen Fri Ocean farin avstað aftur