mikudagur 9. november 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Partafelagið Okkara, sum
rekur bryggjaríið Okkara
á Velbastað, hevur hækkað
partapening sín við trimum
milliónum, úr knøppum 6
milliónum upp í knappar
9 milliónir krónur. Tað eru
verandi
partaeigarar,
ið
hava teknað nýggja parta
peningin.
Felagið byrjaði virksemi
sítt á sumri 2010 og sigur
seg
hava
megnað
at
bíta seg fast á føroyska
marknaðinum og at vinna
sær ein týðandi av samlaða
føroyska ølmarkaðinum.
- At partapeningurin
verður hækkaður nú, hevur
verið ein partur av langtíð
arætlan felagsins frá byrjan
av. Íleggjararnir hjá felag
num hava alla tíðina verið
greiðir yvir, at tað er kapi
talkrevjandi at byggja eina
fyritøku sum Okkara upp
frá grundini, og at tað tekur
tíð at vinna tann marknað
arpartin, sum er neyðugur
fyri at fáa lønandi rakstur
í longdini, sigur Steinbjørn
í Dali, stjóri í Okkara.
Men eigararnir siga seg
trúgva upp á verkætlanina,
og tí er farið undir annað
stigið í menningini av fyri
tøkuni. Tá byrjað var í 2010
var málið at vinna 15% av
samlaða
marknaðinum
innan fyri eitt ár.
- Hetta málið var væl og
virðiliga rokkið, og felagið
hevur í dag oman fyri 20%
av føroyska marknaðinum.
Við nýggja kapitalinum
er grundarlagið til staðar
at økja munandi um hetta
komandi árini, sigur Stein
bjørn í Dali.
Okkara fær
nýggjan
partapening
Eigararnir í
Okkara hava sett
tríggjar milliónir
afturat í felagið
Gullak fær mest
Tað mesta av almenna fiskivinnustuðlinum í
Danmark fer til teir reiðarar, sum eru best fyri,
og toppskorari er Gullak Madsen í Hirtshals
Randi Jacobsen
Danska blaðið Politiken hev
ur kannað fiskivinnustðulin,
sum er útgoldin í Danmark í
árunum frá 2004 og 2010, og
klanningarnar vísa, at nakrir
fáir reiðarar, sum klára seg
væl, hava fingið meginpartin
av stuðlinum.
Samanlagt vóru hesi árini
útgoldnar 379 milliónir krón
ur í stuðuli, og út av 1400
hava 20 stórreiðarar fingið
57 prosent av stuðlinum, vísa
tølini. Fleiri av teimum, sum
hava fingið stuðul, hava havt
milliónir krónur í vinningi,
og í nøkrum førum eiga teir
ognir fyri upp ímótieinari
millard krónum.
Ovast á listanum stendur
Gullak Madsen í Hirtshals.
Hann hevur fingið 23 millió
nir krónur í stuðuli. Felag
hansara 80 mió. krónur í
vinningi fyri skatt og eigur
ognir fyri 769 mió. krónur.
Gullak Madsen sugur við
Politiken, at hann væl kundi
verið stuðulin fyriuttan.
- Fyri mína skyld kundi
stuðulin
verið
steðgaður,
men tað er ikki rímiligt fyri
tey, sum eru á veg fram, sigur
hann.
Danska stjórnin ætlar sær
at hyggja nærri at stuðlinum
við endamálinum at fáa býtt
stuðulin út meira rættvíst og
bara til burðardyggan fiski
skap.
Hvar ert tú
11.11.11
klokkan
11.11?
Í samband við átakið
Manntal
verður
eisini
skipað fyri eini mynda
innsavning í sambandi
við fólkateljingina. Heitt
verður á øll um at taka
eina mynd, sum lýsir hvar
føroyingar vóru 11/11-11
klokkan 11.11, og hvat før
oyingar gjørdu.
Fólkateljingin skal við
hagtølum vísa, hvussu
tað er at liva í Føroyum.
Sjálvur teljidagurin er
júst henda sama dagin,
11. november. Úrslitið av
fólkateljingini er ein neyv
lýsing av, hvussu tað er at
liva í Føroyum í november
2011. Hendan lýsingin er
við hagtølum.
- Stuttligt kundi ei
sini
veriða
at
lýst
við myndum, hvussu vit
liva, og hvat vit gera hend
an dagin, verður sagt.
Lagt verður tó aftrat,
at
myndainnsavning
in er ikki ein partur av
fólkateljingini, men eitt
tiltak við síðuna av. Til
takið ”Tak eina mynd
11.11.11 kl. 11.11!” er ætlað øll
um føroyingum - børnum
og vaksnum, einstakling
um og arbeiðsplássum.
Rannvá G. Fossaberg
Eitt nýtt spæl til bæði
Iphone og Android er komið
á marknaðin. Spælið, ið ber
heitið Neon Zone, er eitt
minimalistiskt
putlispæl,
sum minnir um vælkenda
labyrint-spælið.
Tað
er
sami
spæliháttur,
sum
verður nýttur til onnur
líknandi spøl, men tað,
sum ger Neon Zone serliga
stuttligt og undirhaldandi,
er, at telefonin skal vendast
niðureftir,
runt
og
til
síðuna, soleiðis at telefonin
virkar sum veggur og gólv í
labyrintinum.
Neon Zone kann takast
niður av netinum eins og
onnur spøl til telefonir, og
tað kostar 6 krónur.
Spælið er blivið væl
móttikið, og tað hevur ikki
skortað við jaligum orðum
frá
ummælarum
kring
heimin.
Føroyingur ment
telefonspæl
Neon Zone eitur nýtt spæl til
Iphone og Android. Tað er Uni
Dahl, ið starvast hjá donsku
spælifyritøkuni House on
Fire, sum saman við tveimum
øðrum hevur ment spælið
Leygarkvøldið fer norski
dansibólkurin
Gluntan
at spæla í ítróttarhøllini í
Trongisvági. Dyrnar verða
lætnar upp kl. 23.00, og
hildið verður fram til kl.
04.00.
Gluntan hava áður vitj
að í Føroyum, og bólkurin
er væl umtóktur millm før
oyingar.
Fyrireikararnir siga, at tá
ið dansur av hesum slagi er
í Havn, hava suðuroyingar
ofta nevnt, at teir kundu
hugsa sær eitt slíkt tiltak í
oynni. Og tað verður so nú,
og fyrireikararnir vóna, at
fólk møta væl upp.
Atgongumerki fáast í
forsølu í Effo í Vági og á
Tvøroyri.
Gluntan í Trongisvági
Opið hús á Landsskjalasavninum
Leygardagin verður ”opið hús” á Landsskjalasavninum
í sambandi við norðurlendskan skjalasavnadag.
Landsskjalasavnið hevur opið fyri almenninginum
frá klokkan 14 til 18. Høvi verður at vitja lesistovu
og høvuðsgoymslu í V.U.Hammershaimbsgøtu 11.
Vanliga eru tað bert starvsfólk á Landsskjalasavninum,
sum hava atgongd til goymslurnar.