Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan S um greitt frá í seinasta parti fóru Andreas og Pouls Johannes at rógva út fyrst í 60-unum . Teir bygdu sær ein seksæring, Hjallur, sum teir bert ætlaðu at nýta um veturin, tá ið teir vóru heima frá skipi. Men hetta gjørdist skjótt til útróður burturav. Nú høvdu teir jú konu og børn, og við útróðri lá betur fyri at vera meira heima. Hetta var aftaná, at fiskimarkið varð flutt út, og tað var so nógvur fiskur at fáa. Fyrstu árini var tað ein vansi, at tað var so trupult at sleppa av við fiskin. Men hesin trupulleiki varð loystur, tá ið flakavirkið Norðís kom á Eiði. Endaðu uppí Kellingini Norðís fekk eisini stampagoymslu, sum lætti um útróðurin. Við út­ róður er umráðandi altíð at hava fáa gott agn, og ongantíð betri um tað eisini er feskt. Í 1967 fingu kraftblokkaskipini undir Føroyum nógva sild, sum tey avreiddu til fiskamjølsvirkið hjá Havsbrún í Fuglafirði. Tað var so stutt at sigla, at sildin frá seinasta kastinum var spillfesk, tá ið komið var inn. Hetta skuldi vera serliga gott kalvaagn. Ein dagin frættist um sild í Fugla­firði, og Ditleif Eldevig, stjórin á Havsbrún, bað teir endiliga koma at fáa sær. Teir fara so avstað mánadagin 13. februar um trítíðina seinnapartin. Teir hildu norður gjøgnum Eiðis­ flógvan og eystur um Eiðiskoll móti Risan og Kellingina. Tað er eitt sund millum Risan og Kellingina. Tað var nógvur mótstreymur, so teir avráða at sigla gjøgnum sundið fyri at stytta um leiðina. Tað var eisini vanligt at gera hetta, og veðrið var gott. Men beint, sum teir koma inn í sundið, koma tvær fyllingar, sum tvær ferðir tók bátin inn at ytra beininum á Kellingini. Fyrru ferð kemur báturin bert inn móti “fótablaðnum” og fer út frá aftur. Men seinnu ferð kemur báturin upp á helluna. Tá síggja teir, at kjølurin brotnar, men tað kom annars ikki ein dropi av sjógvi inn í bátin. Her var at gera skjótt av og at leypa uppá hellina, áðrenn báturin fór aftur á sjógv og sakk. Hetta gekk væl. Máttu leypa bein av beini á Kellingini Hetta var annars so óheppið, sum tað kundi vera. Høvdu teir verið antin bert fimm sekund fyrr ella seinni, so var einki hent. Har, teir komu uppá Kellingina, var ein góð hella, men hon var ikki eitt blívandi stað. Hetta var á fjøru, og teir vistu, at tá ið tað fløddi aftur, kom hellan at liggja undir í sjógvi. Tí var alneyðugt at koma inn á innara beinið. Har var ein rættiliga stórur steinur, sum var dottin niður av Kellingini, og sum ikki kom at vera undir á flóð. Í sundinum var nokk so nógvur súgur. Tá ið tað súgaði út kom ein flái hinumegin undan sjónum. Tí ráddi um at leypa, tá ið hetta hendi. Andreas var tann fyrri at taka renningarlop og leypa. Men komin yvir um súgaði aftur hin vegin, og Andreas gjørdist vátur upp undir miðjuna. Men tá var sloppið, og tað var lætt at sleppa sær upp á hell­ una. Síðan passaði Poul Johannes sær løgir at leypa. Hetta gekk á sama hátt sum hjá Andreasi. Hetta var ikki hissini lop. Sundið millum beinini á Kellingini er so mikið breitt, at gamlir eiðismenn for­taldu, at í góðum líkindum kundi rógvast gjøgnum sundið við fýra­ mannafari. Men takið var nú at koma uppá steinin, tí hann var meira enn manshøgur. Tað var ikki heilt lætt at koma upp á steinin, tí hann skránaði ímóti teimum. Men hetta eydnaðist kortini. Poul Johannes lyfti Andreas so mikið upp, at hann fekk tikið seg upp á steinin, og síðani fekk Andreas hálað Poul Johannes upp. Men annars var støðan fram­ vegis hættislig. Í fyrsta umfari var ikki stórvegis vón um skjóta bjarging. Møguleiki kundi verið at svomið til lands inn í urðina, men har var berg fyri, so tað hevði ikki sloppist longur enn tað. Vónin var, at onkur bátur kom framvið, sum teir kundu varskógva. Men skjótt gjørdist myrkt, so har var ikki nógv at vænta í bræði. Andreas og Poul Johannes: Teir gistu á Kellingini Brøðurnir Andreas og Poul Johannes róðu út saman í mong ár. Hetta gekk stak væl. Men eina ferð kundi gingið galið. Tá strandaðu teir á Kellingini norðanfyri Eiðiskoll 3. partur Her var tað, at Poul Johannes og Andreas høvdu teirra minniligu nátt. Her sæst eisini steinurin, sum bjargaði teimum Teir báðir hava eisini smíðað bátar, eisini tá ið tað vóru uppløgur í útróðrinum