Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen olijacobsen@olivant.fo Sigvald sá ljós Men sjálvsagt vistu teir, at sum frá leið fóru teir at verða saknaðir, og tá fóru menn at leita. Men hetta fór ikki at vera fyrr enn móti morgni. Teir vistu tó, at Sigvald Jacobsen á Morskranesi plagdi at royna eystanfyri á hesum leiðum, og at hann plagdi eisini at avreiða á Eiði. Tað kundi tí roknast við, at hann fór at sigla framvið. Eina ferð, eftir at tað var blivið myrkt, síggja teir eisini ljósini av einum báti. Nú var tað var so heppið, at Poul Johannes hevði tilvildarliga eina svávildós í bróstlummanum. Teir skóru lummarnar úr buksunum og festu í í teirri vón, at báturin fór at varnast. Men hann fór framvið, og tá fór tann vónin. Tá ið Sigvald kemur til Eiðis at av­reiða greiðir hann Olafi Ell­ ingsgaard frá, at hann helt seg hava sæð eitt merkiligt ljós inni á Kell­ingina, men kundi ikki ímynda sær, hvat ið tað kundi vera. Olaf bað hann ikki tvætla. Hetta kundi ikki bera til. Menning, sonur Sigvald, greiðir frá pápa sínum, at teir vóru tveir mans á báti henda dagin. Hin mað­ urin var Páll Weihe av Selatrað. Knapp­liga sigur Páll, at hann sær eitt ljós inni við Kellingina aftan­ vert bátin inni móti landi. Sigvald hyggur beinanvegin, og hann sær eisini hetta ljós, áðrenn tað sløknar aftur. Sigvald var ikki pátrúgvin, og hann var sannførdur um, at har var okkurt, sum var á vási. Hann kundi havt hug at kanna hetta nærri, men tað var bølamyrkt og eitt sindur av lívi í sjónum, so hann hættaði sær ikki at gera meira við hetta. Komin til Eiðis spyr Sigvald, um nakar bátur á útróðri var saknaður, men tað vistu tey einki um. Bjargaðir Sum tímarnir gingu, vórðu teir báðir saknaðir, tá ið teir ikki, sum ætlað, komu aftur seinni um kvøld­ið. Í fyrsta umfari var kanska ikki hugsað so nógv um tað. Útróðrarmenn sigldu ikki altíð eftir klokku og okkurt kundi hava seinkað teir. Men sum frá leið fóru tey heima at órógvast, tá ið menninir ikki vóru komnir heim morgunin eftir. Ringt varð tá til Fuglafjarðar at vita, men har høvdu eingir menn verið. Tá skiltist, at her var okkurt, sum ikki ruggaði rætt. Elin, kona Poul Johannes, ringir so norður til Norðís á Eiði. Hon fær orðið á Herman Mørkøre, sum leiddi Norðís tá, at siga frá støðuni. Herman hevði tá frætt, hvat ið Sig­ vald hevði varnast. Hann kundi tí greiða Elini frá, at teir vistu kanska, hvar ið tað skuldi leitast. Postbáturin, Reynir, var til­vild­ar­ liga tá komin til Eiðis eftir saltfiski frá flakavirkinum. Teir lántu ein trist frá Símun Johan Wolles, fingu sett hann á dekkið, og fóru so beint út á Kellingina. Manningin á Reynir hendan dagin vóru Hans Esbern og Arnold úr Vík. Umframt teir fóru Hermann Mørkøre og Sverri Fest– irstein, báðir av Eiði við. Andreas og Poul Johannes sóu Reynir koma, men teir vistu ikki tá ørindini hjá teimum. So teir báðir veittraðu við oljuklæðunum fyri at gera vart við seg. Reynir fór so nær inn móti Kellingini, sum teir kundu. Tá varð tristurin settur út, og Sverri og Herman fóru við honum inn móti Kellingina og fingu teir báðar umborð. Framvegis var tað so hepp­ ið, at veðrið var gott, so hetta gekk væl í hond. Seinni um dagin rusk­ aði, og tá hevði tað neyvan verið so lætt. Hetta var um níggju tíðina á morgni. Tá høvdu teir verið á Kell­ ingini í úti við 18 tímar, sum sjálv­ sagt høvdu verið langir og drúgvir. Men teir hildu seg kortini ikki vera so illa fyri. Teir vóru í oljuklæðum og eisini í føroyskum undirklæðum, og hetta munaði so sera væl. Tað var kortini so mikið kølið, at kavin lá oman í hálvan hagan. Teir báðir greiða frá, at tað var lítið tosað hesa náttina. Nú mátti alt bert leggjast í Guds hond. Elin, kona Poul Johannes, greiðir frá, at í fyrsta umfari var hon ikki so bangin um, at teir ikki komu heim sum væntað. Veðrið var gott. Teir høvdu eisini mat við sær. Teir kundu vera uppstoppaðir, so teir skuldu ikki havt nakra neyð sum so. Men sum frá leið kom órógv á tey heima. Elin og vermamman Poulina gingu uppi alla náttina og hugdu eftir, um nakað var at síggja. Men tá ið morgunin eftir varð ringt til Fuglafjarðar og eingin bát­ ur hevði verið har, gjørdust tey bangin. Tá er tað, at ringt verður til Eiðis at boða frá, og nokk so skjótt fáa tær at vita, at menninir vóru komnir til lands, men eingin bátur. Alt hetta hendi ikki fyrr enn børnini vóru farin í skúla, so tey merktu einki. Sagt varð kortini um Sofus hjá Andreasi, hann var 10 ára gamal tá, at hann trúði ikki hesum, tí Hjallur kundi ikki søkka! Nakað skakaður man Poul Jo­ hannes kortini hava verið, tí Elin sigur, at tá ið hann kom inn var hann púra stívur og segði einki, sum ikki plagar at vera honum fyri. Elektrikarin Hammer á Eiði hevði bjóðað sær til at koyra teir suður til Ljósá. Men bátin mistu teir, og hann var ikki tryggjaður. Tryggingin vildi ikki tryggja bátin, tí lendingin við Ljósáir var ikki roknað fyri at vera ein nóg góð havn at hava bát liggjandi. Teir høvdu spurt tryggingina, um teir ikki í minsta lagi kundu hava bátin tryggjaðan meðan hann var úti. Nei, hetta var eisini hop­leyst! Skuldi bát­urin tryggj­ast mátti hann liggja í Svínáum, men hetta var meira óhøgligt. Herfyri fingu teir annars stað­ fest, at steinurin, sum bjargaði teimum, nú er brotin í fleiri petti. Annars eru frásagnir á Eiði um báta­vanlukkur við Risan og Kell­ ingina, sum hava kostað mannalív. Ein slík vanlukka kostaði í 1869 fimm eiðismonnum lívið. Sum eitt hús Elin og Augusta vóru rættiligar út­ róðrar­manna­konur. Tær syrgdu eisini altíð fyri at smyrja ein góðan mat­kassa at hava við til útróðrar. Var matkassin tómur, tá ið teir komu aftur, ja, so var ov lítið smurt. Elin greiðir frá, at hon hevði fult álit á, at Andreas og Poul Johannes vóru skilamenn, so hon føldi seg altíð trygga. Hon stúrdi meira fyri øðrum bátum, tá ið líkindini vóru ivasom, enn teirra egna báti! Nú høvdu teir so ongan bát. Í fyrsta umfari fóru teir tí vestur til Vatnsoyrar at hjálpa beiggjanum Hans Elmar at byggja hús. Men tað var skjótt, at teir fingu sær bát aftur sum greitt frá í seinasta parti. Her skal verða nevnt tað sjáld­ sama samanhald, sum hevur verið millum hesi bæði hús hjá brøðr­ unum báðum, har konurnar vóru systrar. Hetta hevur verið eina­ stand­andi og fyri­myndar­ligt. Eitt var, at brøð­urnir báðir hava róð út saman og býttu úrtøkuna javnt. Men í aðrar mátar hava teirra heim verið sum eitt hús, har tey hava havt tað mesta í felag. Eitt dømi um arbeiðsbýtið teirra millum er, at Elin hevði bindi­maskinu og Augusta seymimaskinu. Tær ávikavist bundu og seymaðu uppá húsfólkið í báðum húsunum. Kúgv og kálvar høvdu húsini í fe­lag. Hoyggið var felags, og kjøtið í hjall­inum var eisini felags, har eingin hugdi eftir, um annað húsið fekk meira enn hitt. Inntil teir góvust at rógva út, høvdu teir eisini bilin í felag. Tá ið onnur hjúnini fóru at ferð­ ast, vóru hini hjúnini eftir heima at ansa eftir børnunum hjá teimum, sum fóru. Húskini bæði hava eisini livað vistfrøðiliga og hava mest møguligt livað av tí, sum náttúran gevur. Tey hava havt oksar í haganum, hava etið nógvan fugl, og kalvi frá út­ róðrinum var gerandismatur. Tað var keypt minst møguligt. Her er talan um álitisfólk av fyrstu skuffu. Augusta fekk hóttafall fyri nøkr­ um árum síðani og kom ikki fyri seg aftur. Hon doyði fyrr í ár. Hesi bæði húsini hava eis­ini verið dyggir stuðlar hjá Brøðra­sam­ komuni alla teirra tíð og gingu teir í 70-árunum á odda fyri at byggja ein sal við Ljósá. Vit takka Poul Johannes og eisini Andreas fyri teirra frágreiðing, sum er eitt virðismikið íkast til okkara sjómanna- og útróðrarsøgu. Sigvald Jacobsen varnaðist, at “okkurt” var inni við Kellingini Her eru teir komnir at landi av útróðrartúri Komandi partur Tann 13. november verður ísraelski føroyavinurin Menakhem Ben Yami 85 ár. Í komandi parti verða brot úr hansara ótrúliga spennandi lívi, og um hansara samband við Føroyar. Augusta og Andreas