mikudagur 9. november 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
– Síðsta árið, síðani eg gavst í OB,
havi eg hugsað mær at roynt míni
evni
uttanlands,
og
landsliðs
venjarastarvið í Føroyum passar væl
til mínar ætlanir í so máta. Og fyri
einum 10 døgum síðani var eg so í
Føroyum og sá umstøðurnar og hitti
fólkini frá Fótbóltssambandinum,
har eg merkti ein spenning og eina
fótbóltsgleði, sum mær dámar væl,
sigur Lars Olsen.
Seinnapartin í dag fer hann at
skriva undir sáttmála við Fótbólts
sambandið, so hann nú verður
A-landsliðsvenjari hjá Føroyum.
– Eg kenni ikki so nógv til før
oyskan fótbólt, men eg veit allíka
væl, at tit hava ein sera góðan
spælara í superliguni, sum er
Christian Lamhauge Holst í Silke
borg, og so veit eg eisini, at B36
úr Havn akkurát hevur vunnið
meistaraheitið, sigur Lars Olsen.
– Men eg havi givið mær far um,
at tit hava somu dygdir sum eitt nú
íslendingar, at menn stríðast fyri
sakini og geva seg fult út hvørja
ferð. Tað er ein stílur, mær dámar, at
spælararnir eru til reiðar at kempa
fyri sakini allan vegin ígjøgnum.
Kundi gleða seg
Nú Lars Olsen brádliga hevði møgu
leikan at gerast landsliðsvenjari í
Føroyum, hevði hann í øllum førum
tveir undanmenn at venda sær
til, ið hava somu bakgrund, sum
hann hevur sjálvur, tí bæði Allan
Simonsen og Henrik Larsen, ið hava
vant landsliðið, eru fyrrverandi
danskir landsliðsspælarar.
– Eg var so heppin at møta Allan
Simonsen til danska fótbóltsgalla
haldið mánakvøldið, og tá spurdi
meg eitt sindur fyri. Hann segði, at
hetta kundi eg saktans gleða meg
til, og tað sama segði eisini Henrik
Larsen, sum eg jú spældi saman við
í síni tíð, tí hann segði mær, at eg
kundi síggja fram til uppgávuna,
sigur Lars Olsen, ið longu tykist
bitin av Føroyum og fótbólts
áhuganum her.
– Beinanvegin, eg kom higar,
merkti eg ein øgiliga stóran áhuga
fyri fótbólti allastaðni, og tað ger
sjálvandi sítt til, at hetta veruliga er
ein uppgáva, eg gleði meg til og síggi
fram til. Tað verður eisini soleiðis,
at tit skulu rokna við at síggja
nógv til mín í Føroyum, meðan eg
eri venjari. Serliga í fyrstuni verður
umráðandi hjá mær at síggja teir
ymsu spælararnar og síggja um
støðurnar, sum fótbólturin hevur
kring landið.
Nógv at geva
Sum nevnt aðrastaðni á hesum
síðum, hevur Lars Olsen tilsamans
fýra ferðir spælt ímóti Føroyum,
men hann hevur eisini lagt til
merkis, at føroyskur fótbóltur og
landsliðið hava flutt seg nógv, síðani
teir dystirnar, ið vóru fyri umleið 20
árum síðani.
– Dystirnir eru blivnir tættari,
og hóast eg ikki havi sæð hann,
so havi eg serliga hoyrt nógv um
heimadystin hjá tykkum ímóti
Italia, ið eins væl kundi havt givið
stig. Eisini havi eg skilt á lagnum,
at tit hava fleiri ungar og evnaríkar
spælarar á veg, so hetta sær øgiliga
spennandi út, sigur hann.
Lars Olsen hevur ikki verið virkin
sum venjari síðsta árið, men hevur
sum nevnt ligið framvið at fingið
okkurt starv uttan fyri donsku
landoddarnar, og sjálvur heldur
hann, at hann hevur nakað at geva
sum føroyskur landsliðsvenjari:
– Eg kenni tað soleiðis, at eg havi
nógv at geva, tí bæði sum spælari
og venjari havi eg roynt eitt sindur.
Mest umráðandi er, at spælararnir
trúgva upp á seg sjálvar og síni evni,
sum teir eisini longu hava víst, sigur
hann, uttan tó at vera bangin fyri at
taka á seg ábyrgdina av einum av
smæstu landsliðum í heiminum.
– At fáa stig í undankappingum
er ikki nakað, ið eg kenni sum eitt
trýst, tí Føroyar eru ein lítil fót
bóltstjóð, men harfyri ber til at
skava sær nøkur stig saman. Tað
veldst sjálvandi um mótstøðuna,
men spælararnir vita, at tað ber til,
og eg ivist ikki í, at bæði teir og eg
vilja gera okkara besta.
hilmarjan@sosialurin.fo
Nýggi landsliðs-
venjarin, Lars Olsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Landsliðsvenjari
Eg gleði meg!
Fótbóltur Nýggi
landsliðsvenjarin,
sum seinnapartin fer
at skriva sáttmála
við Fótbóltssam
bandið, gleðir seg
til uppgávuna og
heldur, at hann
hevur nakað at geva
føroyskum fótbólti