mikudagur 9. november 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Landsliðsvenjari
Jóannes Hansen
Tað verður Lars Olsen, sum fer at
sita við stýrisvølin, tá ið fótbólts
landsliðið skal royna seg í HM
undankappingini, sum sjøtil verður
settur á næsta ár.
Síðani Føroyar í 1990 fyri fyrstu
ferð royndu seg í altjóða undan
kapping hava fimm venjarar havt
ábyrgdina av liðnum. Tveir teirra
eru danir: Allan Simonsen og
Henrik Larsen. Og í dag verður
sáttmáli undirskrivaður við triðja
fyrrverandi danska landsliðsspæl
aran, sum skal hava ábyrgdina av
Føroyum í altjóða fótbólti.
Tá ið FSF samráddist við Brian
Kerr um samstarv, var ein annar
venjari í finaluni um at fáa starvið,
um tað ber til at siga tað soleiðis.
Tað var Flemming Serritslev. Hann
hevði royndir sum hjálparvenjari á
danska landsliðnum og sum venjari
hjá danska U-21 landsliðnum. Tey,
sum talaðu fyri danska venjar
anum,
vístu
á,
at
Flemming
Serritslev – umframt at vera venjari
í donskum feløgum og á landslið
num – hevði nógvar royndir sum
lærari í venjaraútbúgving og í
eftirútbúgving av venjarum. Hildið
varð at hetta fór at vera gagnligt, tí
ætlanin var, at tað skuldi vera gott
samband millum a-landsliðið og
yngru landsliðini.
Flemming Serritslev varð ikki
valdur, og nú er hann tekniskur
stjóri í iranska felagnum Sanat Mes
Kerman FC.
Í staðin varð Brian Kerr úr
Írlandi 6. apríl 2009 útnevndur
ábyrgdarmaður fyri landsliðnum.
Tá ið tað í oktober varð greitt,
at FSF og Brian Kerr ikki kundu
semjast um treytirnar fyri fram
haldandi samstarvi, gjørdi Fótbólts
sambandið skjótt av. Samráðingar
vóru við Lars Olsen, og í gjár varð
boðað frá, at sáttmáli verður undir
skrivaður seinnapartin ídag.
Spælararnir siga, at teimum
dámdu væl Brian Kerr. Fíggjarligar
orsøkir vórðu sagdar at vera fyri,
at tað ikki eydnaðist FSF og Brian
Kerr at semjast um treytirnar fyri
nýggjum sáttmála. Men tað er eis
ini ein veruleiki, at konseptið við
tøttum samstarvi millum feløgini,
felagsvenjararnar, venjararnar hjá
yngru landsliðunum og Brian Kerr
ikki riggaði soleiðis, sum FSF hevði
vónað.
Nú verður aftur roynt við
donskum venjara. Og sum tað skilst
á útsøgnunum frá teimum í FSF, so
hevur tað talt í samráðingunum
við nýggja venjaran, at hann verð
ur mettur at vera skikkaður til
samstarvið, sum tað higartil hevur
verið millum lítið og einki at sæð til,
tá ið aðrir útlendingar hava havt
ábyrgdina av landsliðnum.
Við øðrum orðum fer á tíðinda
fundinum í dag at verða kunnað um,
hvussu tað verður farið til verka,
tá ið Lars Olsen og venjararnir hjá
yngru landsliðunum og í feløgunum
skulu samstarva.
Nógvar royndir
Tað er ein danskur venjari við
nógvum royndum, sum nú fer at
hava ábyrgdina av føroyska lands
liðnum.
Á Kyndilsmessu, 2. februar, fór
hann um tey fimmti. Hann var
stýrimaður í verjuni og liðformaður
á Brøndby liðnum, sum síðst í áttati
árunum og fyrst í níti árunum var
nógv tað besta liðið í donskum
fótbólti. Við Morten Olsen við
róðrið og eitt nú Peter Schmeichel,
Kim Vilfort, Marc Rieper, John Faxe
Jensen, Kim Christofte, Bent Turbo
Christensen, Bjarne Jensen og Ole
Bjur á liðnum var um reppið, at
Brøndby spældi seg í UEFA Cup
finaluna. Tað var besta úrslitið,
sum nakað danskt lið inn til tá
hevði rokkið.
Seinni var Lars Olsen yrkis
spælari í Trabzonspor, RFC Saraing
og FC Basel.
Tindurin í fótbóltslívinum hjá
nýggja FSF venjaranum var, tá ið
hann var liðformaður á danska
landsliðnum, sum vann EM í 1992.
Endaspælið var í Svøríki, og tað var
púra óvæntað, at danska liðið við
Richard Møller Nielsen á beinkinum
og við Lars Olsen sum sera gløggum
stýrimanni skuldi vinna EM.
Lars Olsen var ársins spælari
Fótbóltur Seinnapartin í dag fara Lars Olsen og FSF at
kunna um, hvussu tað fer at síggjast í gerandisdegnum, at
Føroyar hava fingið nýggjan landsliðsvenjara – ein venjara
sum fýra ferðir hevur spælt ímóti føroyska landsliðnum
Triði danin
við føroyska
stýrisvølin
Fakta
Hesir hava verið venjarar hjá føroyska a-landsliðnum í fótbólti,
síðani Føroyar fóru upp í altjóða fótbólt
Páll Guðlaugsson (1988-1993)
Allan Simonsen (1994-2001)
Henrik Larsen (2002-2005)
Jógvan Martin Olsen (2006-2008)
Brian Kerr (2009-2011)
Lars Olsen (2011-)
Jógvan Norðbúð, sáli, og Johan Nielsen høvdu ábyrgdina í HM
undankappingardystinum ímóti Rumenia á heimavølli 8. september 1993
Lars Olsen var liðformaður á
danska fótbóltslandsliðnum, sum
vann EM í 1992. Hann var ársins
spælari í Danmark í 1988 og skoraði
fýra mál í 86 landsdystum
Seinasta venjarastarvið
hjá Lars Olsen var í OB