Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-09, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. november 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mikudagur 9. november 2011 · Nr. 130 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Hilmar Jan Hansen Restina av hesi vikuni, frá í kvøld og til sunnudagin, eru Havnin og Flogbóltssambandið vertur fyri flogbóltskappingini U19 NEVZA Championships 2011, sum telur tilsamans átta U19-landslið hjá bæði kvinn­um og monnum. Hetta er størsta einstaka tiltak, sum Flog­bólts­ sambandið hevur skipað fyri, og eisini er hetta eitt av størstu altjóða ítróttartiltøkum í Før­ oyum yvirhøvur. Umframt, at Føroyar hava bæði kvinnu- og manslandslið við, senda Ísland, Norra og Danmark hvør síni tvey landslið hendavegin, so til­ sam­ans koma 130 spælarar og leiðarar til Føroya at vera við í kappingini, sum verður av­greidd í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har serliga flog­ bóltsgólvið er lagt á. Hetta er aðru ferð, at Flog­ bóltssambandið skipar fyri stórari altjóða kapping í Før­ oyum. Fyrstu ferð var í 2008, tá europeiska flog­bólts­sam­ bandið, CEV, hevði latið før­ oyingum upp í hendi at skipa fyri einum bólki av Small Countries Division hjá kvinn­ um, har fimm lond vóru við. Hesa ferð eru tað tey yngru, tey sum eru beint undir A-landsliðunum, sum kapp­ast. Tað er í sjálvum sær ógvuliga spennandi, tí her er talan um tey, sum í komandi árini fara at mynda bestu flog­bólts­ landsliðini, bæði her hjá okkum og í okkara grannalondum. Fyri føroysku landsliðs­spæl­ ararnar er kappingin eis­ini nakað serligt, tí hetta er fyrstu ferð, at ungu kvinnurnar og menninir sleppa at vísa seg fram í altjóða kapping á heima­ vølli. Kappingin er skipað í tveim­ um bólkum, so seks innleiðandi dystir skulu spælast hjá bæði kvinnum og monnum, og síð­ ani tveir plaseringsdystir, sum gera av, hvør fær gull-, silvur- og bronsuheiðursmerki. Talan er tilsamans um 16 flogbóltsdystir á sera høgum altjóða stigi, sum allir verða spældir í ítróttar­ høllini á Hálsi. Av tí at Tórshavnar býur er vertur fyri kappingini, verður tað eisini Tórshavnar komm­ una, sum eftir lokna kapping skipar fyri endahátíðarhaldi, sum verður í nýggju hølunum hjá Dansifrøi, har eitt nú bestu leikararnir eisini verða kosnir. hilmarjan@sosialurin.fo Flogbóltur Ikki færri enn 16 landsdystir millum føroysk, íslendsk, norsk og donsk U19- landslið í flogbólti hjá bæði kvinnum og monnum eru á skránni í Havn hesa vikuna 16 lands­ dystir í Havn Føroyar U19 kvinnur Føroyar U19 menn í Danmark í 1988, og hann skoraði fýra mál í 86 landsdystum. Sum venjari syrgdi nýggi lands­ liðsvenjarin fyri, at Randers FC í 2006 flutti upp í bestu deildina, og at liðið sama árið vann steypa­ kappingina. Hetta árið varð hann kosin ársins venjari í Danmark. Pílurin vendi beint uppeftir, og í 2007 avanseraði Lars Olsen at verða venjari hjá OB í Odense. Fyrsta árið endaði OB á fjórða plássi, og tvey tey næstu árini vann felagið silvurmerkini. Og so vendi pílurin hin vegin. Í september í fjør fekk Lars Olsen sekkin í OB. Síðani hevur hann verið arbeiðsleysur, og nú verður setn­ingurin hjá honum at vera við til at flyta føroyskan fótbólt longri fram á leiðini. Lars og Føroyar Fýra ferðir hevur Lars Olsen spælt ímóti føroyska fótbólts­lands­lið­ num. Fyrsti dysturin var venjingar­ dystur í Brøndby, har Páll Guðlaugsson og hansara menn í august 1990 løgdu rygg til 6-0 tap. Hetta var stutt undan minniliga dyst­inum ímóti Eysturríki í Lands­ krona, og eftir henda lúsingin ímóti Lars Olsen og hansara monn­ um vóru tey mong, sum ristu við høvdinum, tí tey mettu tað óða­ manna­verk, at Føroyar skuldu lut­ taka í EM undankappingini. Eftir 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona 12. september 1990, vóru Danmark og Lars Olsen næsta av­bjóð­ingin. Saman við AaB venj­ar­anum Kent Nielsen og Kim Vilfort, sum framvegis er í Brøndby, mannaði Lars Olsen donsku verj­una. Frammanfyri 38.500 áskoð­arum eydnaðist tað Dan­mark 10. oktober 1990 at vinna 4-1. Mun­urin á liðunum var Michael Laudrup, sum skoraði tvey mál, og sum var við í uppspælinum til hini bæði. Før­oyska málið skoraði Allan Mørkøre, sum miðskeiðis í 1. hálv­ leiki javnaði til 1-1. 25. september 1991 sóu 2.589 áskoðarar Lars Olsen og Danmark vinna 4-0 á Føroyum í Landskrona. Fjórði og síðsti dysturin hjá nýggja landsliðsvenjaranum ímóti Føroyum var á Svangaskarði 22. apríl 1992. Talan var um fyrireiking til fyrstu undankappingardystirnar yvir­høvur á Svangaskarði, sum seinni hetta várið vóru ímóti Belgia (0-3) og Kypros (0-2). Morten Olsen var venjari hjá Brøndby, sum var í kreppu, men kortini megnaðu Lars Olsen og liðfelagarnir at vinna 3-2. Jan Allan Müller skoraði bæði tey føroysku málini, og Morten Olsen var ikki blíður. Hóast liðið hjá honum á ongan hátt var sann­ førandi, so var hann serliga rísin inn á føroysku spælararnar, sum hann helt vóru vandamiklir, tá ið teir royndu at takla. Í dag verður samstarvssáttmálin millum Føroyar og Lars Olsen undir­skrivaður, og harvið er helm­ ingurin av venjarunum, síðani før­ oyski altjóða limaskapurin í 1988 var veruleiki, úr Danmark. DANI Lars Olsen er triði danin, sum verður venjari hjá føroyska a-landsliðnum í fótbólti. Eisini hava ein íri, ein íslendingur og ein føroyingur røkt starvið