fríggjadagur 11. november 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Mikudagin varð ein 20 ára
gomul kvinna í Føroya rætti
dømd fýra mánaðar treytaða
fongsulsrevsing við tvey ára
royndartíð og 80 tímar sam
felagstænastu fyri fíggjar
svik. Haraftat skal hon gjalda
135.472 krónur aftur og gjalda
sakarmálsútreiðslurnar.
Hon viðgekk alt og tók við
dóminum.
Kvinnan arbeiddi í handli
num Fótbúna í Havn, og tað
var har, hon framdi svikið.
Hon byrjaði at arbeiða í
handlinum í august í fjør, og
í rættinum segði hon, at hon
byrjaði at svika, longu tá ið
ein mánaður var farin.
Tað hevði hon gjørt, tí
henni vantaði pening. Tá ið
hon hevði gjørt tað fyrstu
ferð, ætlaði hon at gjalda
aftur, men tað gekk væl, og
áðrenn hon visti av, tók svik
ið ræðið á henni.
Í Fótbúna vóru Súsanna
og Bjarni Joensen greið yvir,
at okkurt ikki ruggaði rætt,
men tey høvdu leingi ongan
illgruna til ta ungu kvinnuna,
sum teimum dámdu sera væl
og vóru góð við.
– Vit taldu og taldu
goymsluna, og tað hekk ikki
saman við úrslitinum, tá ið
vit gjørdu kassan upp, sigur
Súsanna Joensen.
Hon var leingi sannførd
um, at hon hevði gjørt okkurt
galið sjálv.
Púra ókent
Tey vendu sær til fyritøk
una, sum hevði selt teimum
kassaskipanina, og teldu
frøðingarnir sótu í dagavís
og royndu at finna útav, hvat
var galið.
Teir komu ikki til nakað
úrslit.
Ein dag datt Súsanna
Joensen yvir kvittan, sum sá
eitt sindur løgin út. Har stóð
ein upphædd á, men tá ið hon
hugdi inn á kassaskipanina,
var einki komið inn.
Hetta segði henni, at
kvinnan hevði funnið ein
máta at skriva kvittan, men
einki kom inn.
Tók reiðan pening
Súsanna Joensen fór so sjálv
at royna og kom eftir, at
kvinnan fyrst hevði tastað
upphæddina inn, so trýst á
angra, men kvittan kom út.
Tann, sum keypti visti ikki
av nøkrum. Hetta kundi bara
gerast, tá ið fólk rindaðu við
reiðum peningi.
Hetta hendi 4. juli í ár.
– Eg ringdi beinanvegin
til fyritøkuna í Danmark,
og tey øtaðust, tí slíkt átti
ikki at borið til, og hetta var
ongantíð hent tey 15 árini,
skipanin hevur verið til.
Teirra skipan er ein tann
mest brúkta í ríkinum, og
varð hildin at vera fullkomi-
liga trygg.
Noyddust at melda
Súsanna og Bjarni Joensen
vistu ikki, hvat tey skuldu
gera, tí tey vóru góð við ta
ungu kvinnuna, sum Súsanna
hevur kent, síðan hendan var
barn. Tey høvdu spurt hana,
men hon hevði noktað.
– Eg fekk størsta skelkin
higartil í lívinum og var fyri
ongum restina av degnum, tá
ið vit fataðu, hvat var hent.
Danska fyritøkan segði,
um tey ikki meldaðu málið til
politiið, so gjørdi fyritøkan
tað.
Tískil meldaðu tey, poli
tiið kom eftir kvinnuni, sum
á staðnum viðgekk at hava
svikað. Hon vísti eisini politi
num, hvussu hon hevði borið
seg at.
Súsanna og Bjarni Joensen
hava verið lagalig og hava
gjørt eina afturgjaldsavtalu
við ungu kvinnuna, sum ikki
hevur ráð at gjalda alt aftur
í einum.
Hatursfuglar
– Hatta var so tað, men tað,
sum øsir meg mest er, at
fólk, sum standa okkum
nær, skulu líða undir hesum.
Fleiri fólk eru ávarað um at
halda seg frá okkum. Tað ger
okkum ilt.
Súsanna Joensen heldur
tað vera nógv fyri, at fólk
skulu bera seg soleiðis at, tí
tey meldaðu kvinnuna.
– Í Føroyum skal alt slíkt
tigast burtur. Alt skal koyr
ast undir gólvteppið, og verð
ur teppið ov lítið, er bara at
keypa eitt nýtt og størri, sig
ur Súsanna Joensen.
Av tí at hon kendi familj
una hjá tí ungu kvinnuni so
væl, sendi hon henni bein
anvegin eitt vinarligt sms, og
hon ringdi eisini til pápan.
Kortini vórðu vinir ávar
aðir móti Súsonnu og Bjarna
Joensen.
Men viðskiftafólkini hava
ikki vent teimum bakið.
Snildisligt fíggjarsvik
Svik Teldufólkini á donsku fyritøkuni, sum seldi teldustýrdu kassaskipanina til Fótbúna í
Havn, gløddu við, tá ið tey fingu at vita, at ein ung genta í Havn hevði funnið útav at svika
við skipanini. Tað var ongantíð áður hent, síðan skipanin kom fyri 15 árum síðan
Figgjarsvik móti Fótbúna
Súsanna Joensen hvakk við, tá ið hon fann útav, hvussu kvinnan hevði borið seg at við at svika
Mynd: Álvur Haraldsen