fríggjadagur 11. november 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ynskir tú at útbúgva teg innan KT?
NÚ hevur tú møguleikan, tí í januar 2012 byrjar nýggjur
flokkur á Teldu Støðinga Útbúgvingini – TSÚ
Hvat er TSÚ?
TSÚ er ein vinnurættað hægri útbúgving í KT, sum tekur 2½ ár.
Endamálið við útbúgvingini er at førleikamenna teg til sjálvstøðugt og í verkætlanum at
loysa tær mongu uppgávurnar, sum knýta seg til KT.
Sum lesandi hevur tú møguleika at mynda útbúgvingina í mun til áhugamál tíni,
millum annað tí tú á útbúgvingini
-
hevur møguleika at gera fleiri spennandi verkætlanir
-
hevur vallærugreinir, sum kunnu myndast í mun til ynskir og tørv hjá lesandi
-
fer í praktikk á KT virki ella virki, sum hevur størri KT skipan
-
ger høvuðsuppgávu, har tú í verki kann nýta tað, sum tú hevur lært á útbúgvingini
Hvat ger ein útbúgvin teldustøðingur?
Sum TSÚ´ari verður tú før/ur fyri at greina, gera ætlanir og verkseta loysnir, sum snúgva seg
um menning og samskipan av KT-skipanum hjá privatum virkjum og almennum stovnum.
Fleiri teldustøðingar velja at fara í starv beinan vegin og starvast teir t.d. á størri og smærri
KT virkjum ella við KT umsiting og menning á øðrum virkjum og stovnum. Dømi um størv,
sum TSÚ´arar hava, eru KT mennari, Netumsitari og Forritari.
Góðir møguleikar eru eisini fyri framhaldandi lestri til eitt nú bachelor í KT verkfrøði á
Fróð skaparsetur Føroya ella bachelor í web ella gaming á hægri donskum lærustovnum.
Fram haldandi lestur til bachelor tekur millum 1–1½ ár.
Hví velja TSÚ?
-
TSÚ gevur beinleiðis vinnuførleika – nógvir TSÚ´arar fara beinleiðis í starv í KT vinnuni
-
TSÚ gevur atgongd til framhaldandi lestur á øðrum hægri útbúgvingum
-
TSÚ er lagað til føroysk viðurskifti í undirvísing og verkætlanum, og eitt greitt mál
á útbúgvingini er, at ástøði og tað verkliga skulu sameinast.
Hvussu kann eg koma á útbúgvingina?
Nýggjur flokkur á TSÚ byrjar í januar 2012. Umsóknarfreistin er 1. desember 2011.
Á heimasíðu okkara www.fh.fo er umsóknarblað.
Hvar kann eg frætta meiri?
Á heimasíðu okkara, www.fh.fo er kunning um útbúgvingina, upptøkutreytir v.m. Tú kann
eisini venda tær til skúlan á teldupost hsh@hsh.fo ella við at ringja á skúlan, tlf. 317177.
Nýggjur floKKur
á TSÚ í jaNuar 2012
Marknagilsvegur 77 | Postsmoga 177 | 110 Tórshavn
Tlf. +298317177 | Fax 313374 | www.fh.fo
TSÚ fevnir um 4 høvuðsøki:
Forritan
har tú lærir um ymiskt innan software, t.d. forritanarmál og dátugrunnar
Tøkni
har tú lærir um hardware, sum software skal virka á og í, t.d. netverk og stýrisskipanir
Systemmenning
har tú lærir um, hvussu vit skipa arbeiði við at gera og menna KT, t.d. KT-amboð, greining
og verkætlanarstýring
Virkið
har tú lærir at skilja umstøðurnar, sum KT skipanir skulu virka í, eitt nú fyriskipan, búskapar -
stýring, KT trygd og ERP skipanir
Hartil koma eisini …
Vallærugreinir
har tú hevur møguleika at arbeiða við øki innan KT, ið hava júst tín áhuga
Praktikk
har tú arbeiðir við praktiskari verkætlan á einum virki ella stovni
Høvuðsuppgávan
har tú arbeiðir við ítøkiligari verkætlan á einum virki ella stovni og har tú skal sameina ástøði
og tað verkliga, sum tú hevur lært gjøgnum útbúgvingina
TSÚ er skipað sum fulltíðarlestur í 2½ ár. Útbúgvingin telur 150 ECTS og verður meginparturin av útbúgvingini góð-
skrivað, um lesandi søkja inn á bachelor í KT.
k r e a
VER HETJA “FYRI LÍVI”
kunnandi fundur:
12. nov. 2011 skipar Føroya
ProVita fyri kunnandi fundi á
Hotel Hafnia, frá kl. 14.00.
Heitið á tiltakinum er: “Tú kanst
verða hetja fyri Lívi!”
Tiltakið er alment og ókeypis.
Johan Lundell, leiðari
fyri svenska JaTillLivet,
heldur fyrilestrar um
“Tú kanst verða hetja
fyri Lívi!”, og “Sýnið
uppá mannavirðið í
Evropa”.
Hvat kunnu vit læra?
provita@provita.fo . www.provita.fo
Fiskivinnuroyndir 2012
Lýsing eftir umsóknum
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiski mála
ráðnum, sum stuðlar royndir og kann ingar
– bæði praktiskar, vinnuligar og vísinda
ligar, ið menna og økja um fram leidni í
føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðilig ari,
búskapar ligari og samfelagsligari burðar
dyggari gagnnýtslu av havtilfanginum
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til,
eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Burðardyggur fiskiskapur
• Royndarveiða og virðisøking av fiski
• Búskaparlig og samfelagslig menning
av fiskivinnuni
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• vinnan tekur lut í verkætlanini
• eginfígging ella onnur fígging er
• samstarv er við samstarvsfelagar í
Føroyum (almennar og/ella privatar)
og/ella uttanlands.
• at verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnu
royndum.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá
vinnuni at søkja um stuðul til setan av
vinnu granskara innanfyri omanfyri
nevndu økir við fígging upp til 50%
(max. 300 kkr./ár í 3 ár)
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar
verkætlanir ber til at seta seg í sam band við
samskiparan um hetta.
Umsóknir skulu verða samskiparanum í
fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi
týsdagin 15. november 2011, kl. 12:00
Meira fæst at vita:
Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar
og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu
okkara www.fvg.fo
Áhugaði eru vælkomin at venda sær til
Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum
spurningum.
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins
fíggjarlóg fyri 2012.
Jákup Mørkøre, samskipari
tlf. 353030 / 353248, fartel. 553248
tpost: jakupmo@fisk.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Bókbindaragøta 8
FO110 Tórshavn
Sosialurin 341800