Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Synergi - Tvørgøta 13 - 100 Tórshavn www.synergi.fo - synergi@synergi.fo Tel. 32BELL - 322 355 Tekna teg sum tíðindahaldara og vinn góðar vinningar hvønn mánaða. Juli: 3 rættir fyri 2 á KOKS | August: Stelton kanna September: 3 rættir fyri 2 á Hafnia | Oktober: Stelton kanna Kundi tú hugsa tær at lært Excel frá grundini? Ella dugur tú faktiskt Excel nokk so væl, men kundi hugsa tær at fari víðari og lært øll tey smørtu tingini eisini? So hava vit skeiðið til tín. Tekna teg bara beinanvegin. Fá pláss eru til hvørt skeiðið, so kom og lær Excel áðrenn hini ;-)) Excel I, tey fyrstu fetini 21. & 22. november 2011* Excel I, tey fyrstu fetini 05. & 06. desember 2011 Excel II, tey næstu fetini 28. & 29. november 2011 *ÚTSELT Les meira og tekna teg á www.synergi.fo. Hevur tú júst skift til Office 2010 ella ætlar tú tær at skifta? So veitst tú, at forritini eru als ikki eins. Áðrenn tú fekst nýggju versiónina innstalleraða, hevði tú rímuliga kekk uppá tey gomlu forritini, eitt nú Word, Excel, PowerPoint og Outlook. Nú hetta nýggja og smarta Office 2010 loggar á skermin hjá tær, følist tað stundum, sum um tú skalt byrja av nýggjum. Funkurnar eru ikki har tær vóru, og tað er lættari sagt enn gjørt, at finna útav øllum teimum nýggju og smørtu funkunum, sum Office 2010 í veruleikanum hevur at bjóða uppá. Blív dagførd/ur og arbeið meiri effektivt framyvir. Dagur: 14. desember 2011 kl. 13.00-16.00 Les meira og tekna teg á www.synergi.fo. Arbeiðir tú við at taka inn og viðgera stórar dátunøgdir og greiningar, og kundi tú hugsa tær at ment tínar førleikar og arbeitt meiri effektivt við Excel? So hava vit skeiðið til tín! Á skeiðinum fært tú: Neyvan kunnleika til Pivotskráir og tips og triks at • gagnnýta tær á besta hátt Praktiskar royndir at evna til professionellar • rapportir yvir lyklatøl og status Førleikar í trygging av dáta uppá fleiri mátar. • Vitan um, hvussu tú fært Excel at arbeiða saman • við øðrum Officeamboðum Dagar: 17. & 18. januar 2012 Les meira og tekna teg á www.synergi.fo. Excel I & Excel II - til tín sum arbeiðir ella ynskir at arbeiða við Excel Lær OFFICE 2010 - lær hvar allar funkurnar blivu av Seinnapartsskeið Pivottabellir og rapporteringar í Excel - til tín sum arbeiðir við meiri avanceraðum funkum í Excel Eftir 13’skalainum: Excel I 10,20 Excel II 10,13 Eftir 13’skalainum: 10,58 TELDuSkEIð Leo Poulsen – Nýggja føroyska sjúk­linga­ hotellið í Keypmannahavn er klárt at taka í nýtslu 1. juni kom­andi ár. Tað upplýsti fráfarandi landsstýrismaður í heilsu­mál­ um, John Johannesen á fundi í Heilsumálaráðnum í gjár. Leitað hevur verið í fleiri ár eftir nýggjum hølum til føroyska sjúklingahotellið í Keypmannahavn, tí ver­andi høli nú langt frá eru nøkt­ andi. – Verandi høli bæði gýsa og leka, har er sera kalt um veturin og sera heitt um summarið, kykt av yms­ um slag gera um seg, har er larmur, tí ungdómar búgva har og halda veitslur. Sam­ anum tikið er tað ikki hósk­ andi til sjúklingahotell, sigur John Johannesen. Tað hevur verið ein tungur burður at fáa sáttmálaum um nýggja sjúklingahotellið undir land. Fegnast Serliga trupult var tað at sleppa burtur úr leigu­sátt­ mál­anum um sjúklinga- hotellið í Tåsingegade. – Eg var niðri í Danmark eina heila viku mitt í valstríð­ num í teirri vón, at fáa eina semju um, hvussu vit sluppu burtur úr sáttmálanum, men vit máttu skiljast í teirri trúgv, at vit hittust aftur í rættinum. Men hósdagin undan valinum fekk eg knapp­liga boð um, at nú var semja fingin í málinum, sigur John Johannesen. Semjan endaði við, at heilsu­málaráðið rindaði 7,6 milliónir í endurgjaldi umframt sakføraraútreiðslur, so heilsumálaráðið megnaði at halda seg innan fyri játt­ anina frá løgtinginum á átta milliónir krónur. Á tíðindafundinum í gjár undirskrivaði John Jo­ hannesen eina áheitan á løgmann um at loysa seg úr starvi sum landsstýrismann í heilsumálum. Men hann er fegin um tíðina í heilsu­mála­ ráðnum. – Her eru fantastisk fólk, ið eru sera arbeiðssom. Og eg fegnist serliga um, at tað eydnaðist at fáa avgreitt málið um nýtt sjúklingahotell í Keypmannahavn, sigur John Johannesen. Hann vil tó ikki einsa­mall­ ur taka heiðurin av, at málið nú loksins er loyst. – Eg fegnist um, at tað var við mær sum landsstýris­ manni, at málið er loyst. Men eg kann ikki taka alla heðurin sjálvur fyri tað. Tað var eitt samt løgting sum tók undir við umbønini at loysa heilsumálaráðið úr ver­andi sáttmála, og starvs­fólkini her hava arbeitt ótroytti­ligt nærmast nátt og dag, fyri at loysa málið. Men tað kenn­ist væl, at verða komin á mál, sigur John Jo­hanne­sen, frá­ farandi heilsumálaráðharri. Stoltur av at hava sett varða eftir seg - Nú er tað sjálvandi ikki bara mær fyri at takka, at málið um nýtt sjúklingahotell endiliga er klomið upp á pláss, men tað kennist væl, at málið bleiv loyst, meðan eg umsat málsøkið, sigur John Johannesen, fráfarandi heilsumálaráðharri Seinasta almenna gerð hjá John Johannesen sum landsstýrismannni í heilsumálum, var at presentera nýggja sjúklingaheimið í Venøgade í Keypmannahavn Mynd: Álvur Haraldsen