Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 11 ár hin 11.11.11 NÓLSOY – Tað er nakað síðani, at mamma segði fyri mær, at eg fór at fylla júst í dag – tann 11. november. Men tað er ikki nakað sum eg soleiðis havi hugsað so nógv um, sigur Rikard Eiriksson Joensen, sum í dag – 11.11.11 – fyllir 11 ár. Hann gongur í 4. flokki í Nólsoyar skúla, og er spentur uppá, hvat hesin skúladagurin fer at innihalda. Orð&myndir: Snorri Brend Vit skrúva fyrst tíðina 11 ár aftur: Hetta var ein vanligur leygardagur í november 2000. Fólk vóru upptikin við sín­um ein slíkan frídag, beint undan einum heiligdegi. Men á eini stovu á føði­ stovuni á Lands­sjúkra­hús­in­ um var annað lívið. Her var ein mamma í ferð við at eiga eitt barn. Hetta hevði hon gjørt fýra ferðir áður, men tað er kortini altíð ein serlig hending, tá ein nýføðingur kemur í verðina. Mamman, Lena merkti at nú fór tíðin at nærkast. Og spurningurin var, um barnið fór at koma í verðina fríggjadag ella leygardag. Nakað eftir midnátt henda leygardagin 11. novemb­er í 2000 varð so eitt dreingja­ barn borið í heim – Rikard Eiriksson Joensen. – Eg veit so ikki um nakr­ an annan sum fyllir henda dagin, kemur tað stutt frá Rikardi, sum vit hittu til eitt prát í heimbygdini. Dagurin í dag verður sjálv­andi serstakur, nú hann hevur føðingardag og fer at halda hann heima við hús. Og tað er ikki óhugsandi, at tey í Nólsoyar skúla eisini gera okkurt serligt burtur. – Men eg veit so einki um tað, sigur hann brosandi. Enskar glosur Fyrrapartin í gjár fór Rikard sum vanligt í Nólsoyar skúla. Hann gleddi seg til at hava føroyskt og enskt. – Eg elski enskt. Tað er tað besta fakið í skúlanum, greiðir Rikard frá. Honum dámar væl at hyggja eftir teknifilmi, og so líðandi hevur hann lært seg nøkur ensk orð. Og nú fær so lærari hansara í enskum, Bára Traustadóttir høvið at læra hann enn fleiri enskar glosur. Akkurát í gjár slapp hann – ímóti sínum vilja – undan enskt-tímanum, tí eitt umboð fyri tíðindatænastuna skuldi koma á gátt hjá honum. – Men eg taki tað bara aftur seinni, slær hann fast. Rikard hevur tó ikki av­ gjørt, hvat ætlar sær at verða, tá hann verður stórur. Og tó: – Eg fari kanska at gera tað sama sum pápi mín – at arbeiða sum kølimaður hjá fyritøkuni Frost! Altíð heima Rikardi dámar væl at ganga í skúla. Lærarar hansara – Jákup av Skarði, flokslærarin Anna Marna Holm og Bára – duga væl at læra frá sær. Aftaná skúlatíð fer hann beina leið til hús. Hann er heppin, tí barnaheim hansara liggur beint við skúlan. Men hann er meiri heppin enn so: Heima við hús stendur mamman altíð til reiðar við einum góðum bita til tann troytta skúlanæmingin. – Eg eri so heima við hús til klokkan er blivin trý. Og so skundi eg mær oman í Ung­ dómshúsið at vera saman við hinum, greiðir Rikard frá. Jumbo-bøkur Ungdómshúsið er staðið har børnini og tey ungu hittast seinnapartin. Og tað er ikki frítt, at ein her er útgjørdur við øllum tí sum teimum ungu dáma at brúka tíðina uppá. Har eru bæði Playstation, Nintendo Wii og annað. Og so er eisini sera gott pláss hjá teimum at spæla ymiskt, sum krevur nógv pláss. Heimafturkomin kann hann gera fleiri ting: Hann kann seta seg við setning­in­ um til næsta skúladag; hann kann spæla okkurt spæl; hyggja í sjónvarp ella hann spælir við vinfólk síni – Ólav­ur, Silju, Leivur og Bjørn Teitur. – Men mær dámar eisini sera væl at lesa – serliga Jumbo-bøkurnar og Anders And-bløð. Og so kann man altíð fiska, fanga krabbar ella fara til Havnar ein túr í biograf. snorri@sosialurin Eg ynski mær ... Í dag er tann stóri dagurin upprunnin hjá Rikardi, nú hann er vorðin 11 ára gamal. Heima við hús fer mamman at rigga til ein føðingardag. Og helst fær hann eisini onkra gávuna. Hann hevur sjálvandi fleiri gávuynski, men so er spurningurin um nakað teirra verður uppfylt. – Eg ynski mær í øllum førum eitt spæl til Playstation – eitt sum eitur Portal 2. Og um tað ikki ber til, so kanska eitt sindur av Lego, sigur hann ikki sørt spentur. FERÐAST Tey hjá Rikardi hava ferðast nógv í útlondum. - Í fjør koyrdu vit við bili heilt úr Danmark til Spania, sigur Rikard Eiriksson Joensen. Men tað er so sanniliga eisini gott at vera í heimbygdini Nólsoy, har frítt er hjá børnum at spæla millm fjals og fjøru 11.11.11 – Eg fari nokk bara at halda ein vanligan føðingardag heima við hús, sigur Rikard, sum í dag verður 11 ár. Hann ynskir sær Playstation, men dámar annars væl at lesa