fríggjadagur 11. november 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Ein vígsla er nakað ser
ligt í lívinum, og summi
velja at gera hana til
nakað enn meira serligt
við at giftast ávísar dag
ar. Tølini draga.
6.6.06 vóru fleiri vígsl
ur, og tað sama 7. 7. 07, og
so víðari.
Í dag er 11.11.11, og
hóast ikki er vanligt
at
giftast
fríggjadag,
sum pátrúgvin sigur er
óeydnisdagur, hava fleiri
vígslur verið í dag.
Tað er heilt óvanligt
at giftast fríggjadag í
Føroyum, siga prestar.
Nógv tey flestu giftast
leygardag fyri at kunna
halda veitslu um kvøld
ið.
Hvussu nógvar vígsl
ur hava verið, er ikki
greitt, tí øll leggja ikki í
at lýsa við tí.
Í dag hevur í hvussu
er ein gudstænasta ver
ið í Glyvra kirkju, ein
í Vesturkirkjuni, ein á
Húsum, ein í Leirvík,
tvær í Kvívík og tvær í
Suðurstreymar eystara
prestagjaldi.
Borgarligar
vígslur
hava eisini verið.
– Eg skal víga trý pør.
Ein vígsla verður 11.11.
klokkan 11.11, og tað er
eitt hálvt ár síðan, tey
bóðu um at verða vígd tá,
sigur Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn.
Eisini í Danmark hava
verið óvanliga nógvar
vígslur í dag.
Á ráðhúsinum í Keyp
mannahavn loyva tey
vanliga ikki fleiri enn 16
vígslum um dagin. Men
tað loftið varð slept
henda serliga dagin, og
har skuldu 163 pør vígast
í dag.
Hetta við at velja at
giftast slíkar dagar hev
ur vundið uppá seg og
væntandi verða heilt
nógvar vígslur 12.12.2012,
tí tað verður seinasti
møguleiki nógv ár fram
at
velja
slíkar
dag
festingar fyri at giftast.
Summi halda tað vera
fjas endiliga at skula gift
ast 10.10.10 ella 11.11.11.
Ein
prestur
sigur,
at hann vígdi eitt par
06.06. Hjúni vóru fegin,
men tað vóru tey, sum
hildu, at har var í so
nógv seks.
Fleiri
vígslur
í dag
11.11 er í dag, og hóast
fríggjadagur er, hava fleiri
pør valt at giftast í dag
Vilmund Jacobsen
Í gjárkvøldið hitti Sosialurin
tá skjótt 11 ára gamla Martin
og foreldur hansara, Jenny
og Jóhan, í hugnaliga heimi
teirra í Lamba. Bæði minnast
tey væl dagin, tá Martin varð
føddur.
– Mamma mín, Jórun
Poulsen, fyllir 10. november,
og tá tíðin nærkaðist til, at
eg skuldi føða okkara fyrsta
barn, vit vóru eitt sindur
spent, um barnið mundi fara
at verða føtt sama dag sum
mamma mín.
Tað sigur mamma Martin,
Jenny Danielsen.
Martin varð tó ikki føddur
hin 10. november, men stutt
fyri midnátt hin 11. november.
Tískil er føðingardagurin hjá
honum hesaferð eitt sindur
serstakur. Í dag fyllir Martin
11 ár, samstundis sum mán
aðin er hin ellivti og árið hitt
ellivta eftir ár 2000.
Hóast í minsta lagi eitt
annað barn er føtt á Lands
sjúkrahúsinum sama dag
sum Martin, duga foreldrini
hjá Martini ikki at minnast
aðrar barnsburðir júst hetta
samdøgnið.
– Vit minnast, at onkur
kvinna føddi stutt eftir mid
nátt hesa náttina, sum Mart
in varð føddur stutt fyri mid
nátt.
Jenny og Jóhan halda seg
minnast, at tað var eitt sindur
kalt í veðrinum hendan dagin
í november.
– Vit vóru úti og gingu
okkum ein túr, har vit eitt nú
vóru niðri á bátabrúgvunum
í Vágsbotni, og vit halda okk
um minnast, at tað var eitt
sindur kalt, siga tey.
Martin spentur
Sjálvur hevur Martin glett
seg ógvuliga nógv til hendan
føðingardagin, og í skúlanum
við Løkin í Runavík, har
hann gongur í 5. flokki, hava
næmingar sagt við hann, at
hann er heppin júst at fylla
11 ár hin 11.11.11.
– Á heimasíðuni hjá okk
ara skúlaflokki er eisini
okkurt skrivað um mín føð
ingardag, sigur hann.
Martin heldur seg vera
hepnan, at hann kortini ikki
fyllir sama dag sum omman,
Jórun.
– Varð eg føddur hin 10.
november, hevði mín føðing
ardagur hesaferð ikki verið
so serstakur. Tí er tað deiligt,
at eg ikki fylli sama dag sum
omma, leggur hann aftrat.
Foreldrini bæði ætla, at 11
ljós skulu standa á lagkøkuni
hjá Martini í morgin, eftir
sum dagurin er so serstakur
– og tó, at hann kanska er
farin um tann aldurin at
blása ljós á lagkøku á føðing
ardegnum.
Í nøkur ár
Jenny og Jóhan Danielsen
ásanna, at tey í nøkur ár hava
hugsað um dagfestingina á
føðingardegnum hjá Martini
í dag.
– Jú, tað eru nøkur ár síð
an, at vit fóru at hugsa um, at
hetta fór at vera ein serstøk
dagfesting á hansara 11 ára
degi, siga tey.
Tey ásanna eisini, at Mart
in hevur fingið eitt sindur
meiri av ”uppmerksomheit”,
bæði heima, í skúlanum og
millum vinir í seinastuni, enn
um dagfestingin hevði verið
meiri tilvildarlig.
– Tað hevur kanska verið
eitt lítið sindur av ”trýsti” um
júst føðingardagin hesaferð,
tó at vit ikki hava ætlað at
gjørt meiri burtur úr enn
vanligt. Nú hann eisini kemur
í bløðini, lættir tað kanska
eitt sindur um ”trýstið”, siga
tey bæði brosandi.
Virkin drongur
Martin Danielsen er blíður
og smílandi, og hann er ein
virkin drongur, bæði í ítrótti
og tónleiki. Í kamarinum hjá
honum eru bæði guitari og
keyboard, og hann spælir
eisini við bólkinum, sum
rópar seg Óvita Blues Band.
Martin eigur tvey onnur
systkin, Jónvá, sum er 4 og
Dánial, sum er 9 ár.
vilmund@sosialurin.fo
– Deiligt at eg ikki fylli
sama dag sum omma
Martin Danielsen, sonur Jenny og Jóhan Danielsen, sum búgva
í Lamba, fyllir 11 ár í dag, hin 11.11.11. – Omma mín, Jórun,
fylti í gjár, og tað er gott, at eg ikki fylli sama dag sum hon,
tí so hevði eg ikki fylt 11 hin 11.11.11, sigur Martin, sum
leingi hevur glett seg til júst hendan føðingardagin
Martin Danielsen í Lamba er ein blíður, smílandi og fittur drongur, og hann er virkin bæði í ítrótti og tónleiki
Mynd: Vilmund Jacobsen