fríggjadagur 11. november 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagin 14. novembur
fyllir mamma 80 ár, hon
er fødd í Sumba og vórðu
foreldur
hennara
Betty
f. Mortensen av Argjum
og Johan Kjærbo, vanliga
nevndur Johan hjá Hanne á
Gaddi úr Sumba. Tey fingu
3 døtur, Judith, Solveig og
mammu. Táið Betty væntaði
4. barnið bleiv hon so sjúk,
at hon mátti til Havnar á
sjúkrahúsið. Mamma var
tá ikki 2 ára gomul, og tók
abbi hana við til Havnar,
meðan systrarnar blivu eftir
har suðuri. Men so sjúk var
Betty, at lívið stóð ikka til at
bjarga, og kom hon suður
aftur í kistu. Mamma bleiv
verandi eftir á Argjum hjá
mostur síni Maju Dalsgarð,
har hon vaks upp til hon
var 9 ára gomul. Tá bleiv
hon send suður aftur, tí abbi
bleiv giftur uppaftur og vildi
hava mammu suður. Ein kan
ímynda sær, hvussu hon hon
hevur kent seg tá, at koma
suður til Sumba, sum ein
nærum fremmandur flyti
fuglur.
Seinni kom mamma til
Havnar aftur, her møtti
hon pápa okkara Jørgen
Enghamar úr Fuglafirði, og
giftust tey í 1951. Tey høvdu
tað til felags, at tey høvdu
bæði mist mammu sína sum
pinkubørn. Tað var ein orsøk
til, at tey komu til at vera
sera góð foreldur til okkum
6 systkini. Tey vóru takksom
fyri at kunna verða saman,
sum foreldur. Vit hava nógv
at takka teimum fyri, vit
minnast við gleði barnadagar
okkara, ikki í ríkidømi, men
eitt fjálgt og trygt heim, fylgt
við kærleika.
23. decembur í 1974 var
ein sorgardagur, tað kvøldið
mistu vit pabba, sum doyði
av einum blóðtøppi bert 46
ára gamal. Har stóð mamma
einsamøll , Majbritt sum er
yngst, var bert 5 ára gomul.
Nú skuldi tú taka yvir,
mamma góða, út at arbeiða,
tú sum fyri tað mesta hevði
verði heimagangandi sum
vanligt var tá, – hettar vóru
tungir dagar!
Hóast sorg og mótgongd
hevur mamma altíð megna
at reist seg aftur, tað er ser
liga hennara ljósa og lætta
lyndi
sum
hevur
hjálpt
henni. Mamma hevur altíð
flent og verði positiv og tað
hevur verði henni ein styrkur
ígjøgnum lívið.
Mánadagin
verður
mamma 80 ár, vit gleðast
um at verða saman við
henni eisini henda dagin.
Hon elskar at samla øll síni
rundan um seg. Men tað er
ikki bara sum at siga tað,
tí vit eru omanfyri 50 íalt,
ommubørnini eru 17 í tali og
10 langommubørn eigur tú.
Góða mamma, vit fara við
hesum at ynskja tær hjarta
liga tillukku við degnum,
takk fyri alt sum tú ert fyri
okkum øll, takk fyri allan
kærleikan
sum
tú
altíð
hevur víst okkum. Takk fyri
allar pannukøkurnar sum tú
hevur bakað ígjøgnum árini.
Ommubørn og langommu
børn takka tær hjartaliga
fyri øll tey pløggini sum tú
hevur bundið teimum, tað er
í rúgvuvís. Vit elska teg! má
Jesus vælsigna og styrkja
teg forsetandi.
Dagin fara vit halda saman
við tær í Starvsmannafelags
húsinum mánadagin 14. nov.
frá kl. 17, har øll er hjartaliga
vælkomin at heilsa uppá
teg!
Kærastu heilsanir
Børnini
Jastrid Enghamar 80 ár!
Føðingar
15. oktober fingu Siri E. Albertsdóttir og Knút M. G.
Jarnskor, Argjum, ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 3500 gr.
12. oktober fingu
Edith og Kristoffer
Mørkøre,
Hoyvík,
ein son. Hann vigaði
4500 gr, var 55 cm
langur
og
hevur
fingið navnið Heini
Mørkøre.
22. oktober fingu Asta Frída Jacobsen, Leirvík og
Jákup Svødstein, Lamba, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3700 gr.
1. november fingu Elsebeth Jónsson & Allan Simon
sen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 47 cm long og
vigaði 2475 gr
12. oktober fingu Anna Gray og Sjúrður Rubeksen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði
2715 gr.
Nøvn
Sunnudagin tann 13. verður
Hjørdis Háberg í Havn 95
ár. Hóast Hjørdis er so nógv
havnarfólk sum nakar, so eru
hennara røtur als ikki í Havn.
Mamman, Elisabeth, var úr
Sumba, og pápin, Jógvan
Næsaa, var sonur tann kenda
kappan Jørgen á Nesi.
Hjørdis var fødd á Tvør
oyri. Pápin var hovmeistari
á Smirli, tí lá tað betur fyri at
búgva í Havn. Tískil hevur
Hjørdis búð í Havn megin
partin av ævini. Hjørdis fór
sum tey flestu tá úr skúlanum
14 ára gomul. Tá kom hon
at arbeiða í handlinum hjá
bakaranum Frants Restorff.
Sum ung fann Hjørdis
saman við Peturi Háberg, son
Pola skómakaran, ættaður av
Selatrað, og Mallu, sum var
av Geilafólkinum í Havn. Hon
var systkinabarn millum
onnur Kristin í Geil og Petur
Alberg, sum Petur gjørdist
ógvuliga hugtikin av.
Tey bæði tosaðu um at
giftast, men sum aðrar gentur
tá í tíðini vildi Hjørdis royna
“stóru verð”. Hetta merkti tá
at fara til Danmarkar at fáa
húspláss. Hjørdis kom heim
aftur í 1939. Tá fór hon aftur
at arbeiða hjá Restorff.
Nú var komið so langt,
at tey skuldu giftast. Men
Petur var tjóðskaparmaður
um ein háls. Sum virkin í
brøðrasamkomuni skuldu tey
vígast borgarliga, men hetta
var tá á donskum. Men Petur
skuldi ikki giftast á donskum!
So hann fór at stríðast fyri at
sleppa at giftast á føroyskum,
eisini við brævi til Stauning.
Hetta gekk kortini so seint,
at tey bæði blivu seinastu
hjúnini,
sum
blivu
vígd
borgarliga á donskum. Hetta
var 25. januar 1941. Eftir tað
kundu onnur fáa gleði av
teirra stríði.
Petur gjørdist ein sera
virkin maður í føroyska
samfelagnum, bæði andaliga
og verðsliga. Tey vóru sera
ymisk. Petur kundi vera eitt
sindur háfloygdur viðhvørt,
meðan
Hjørdis
tryggjaði
altíð, at beinini ikki fóru upp
frá!
Petur doyði í 1984, bert 70
Hjørdis Háberg 95 ár
Her er Hjørdis við at senda 100
undirtroyggjur til børn í Rumenia
26. okt. fingu Beinta og Hanna ein lítlan beiggja, hann
var 53 cm langur og vigaði 3620 gr. Foreldrini eru
Sólgerð Henriksen og Hans Bogi Ellefsen í Miðvági.